Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

YouTube

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

YouTube er ein sera kend heimasíða, har ein frítt kann býta kykmyndir sínar. Brúkararnir kunnu leggja út (uploada) kykmyndir, síggja kykmyndir hjá øðrum og geva eitt ummæli av teimum. Men ikki ber til at leggja so nógv megabyte (MB), sum ein hevur hug til. Allir brúkarar kunnu upploada filmar, sum eru í mesta lagi 15 minuttir langir, áðrenn juli 2010 var hetta markið á 10 minuttir.[1] Brúkarar, sum hava verið virknir á Youtube eitt ávíst tíðarskeið og sum fylgja reglunum, kunnu fáa í boði at leggja filmar út, sum eru longri enn 15 minuttir. Vanliga markið fyri støddina á filmum, sum verða lagdir á Youtube, er á 2 GB, men um ein nýtir tann nýggjasta internetkagan hjáGoogle Crome, ellaFirefox 4 ellaInternet Explorer við Silverlight, so kann ein leggja upp til 20 GB á Youtube.[2] Kykmyndirnar verða vístar við "flash" avspælara (tildømis:Adobe Flash Player

YouTube bleiv stovnað14. februar2005.23. apríl2005 varð fyrsta Youtube kykmyndin løgd út. Tá starvaðust tríggir mans hjá Youtube, teir høvdu fyri hetta arbeitt hjáPayPal.[3] Nú eru fleiri milliónir brúkarar og enn fleiri kykmyndir, og 67 fólk starvast nú har.

Fyrr varð hildið, at YouTube var kappingarneyti hjáGoogle Video, menGoogle lýsti íoktober2006, at ætlan teirra var at keypa YouTube fyri 1,65 milliardirdollarar (USA) íGoogle-partabrøvum.Google yvirtók YouTube sama mánað.[4]

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. News.cnet.com, YouTube bumps video limit to 15 minutes
  2. Support.google.com, Uploading large files and resumable uploading
  3. USAtoday.com, Surprise! There's a third YouTube co-founder
  4. Theage.com.au,, Google closes $A2b YouTube deal

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=YouTube&oldid=385441"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2026 Movatter.jp