Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Wilhelm II týskur keisari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wilhelm II (1859-1941).Týskurkeisari1888-1918. Tann seinasti átýsku trónuni.

Wilhelm II (27. januar18594. juni1941) vartýskurkeisari, og varproysiskur kongur1888-1918. Tann27. januar1859 var seinastitýskikeisarin, Wilhelm II, borin í heim. Føðingin var ikki uttan trupulleikar, og hóast har vóru bæði jarðamøður,týskir ogenskir læknar til staðar, bíðaðu tey til síðstu løtu at hjálpa til við burðinum. Í verðina kom tann lítli prinsurin við einum lamnum armi – eitt brek, ið hann bar bæði sum barn og tilkomin. Ikki ein forðing kortini tá talan var um vald og mæti.

Barnaár Wilhelms vóru serstøk. Og helst einki undatak, tí tað munnu tey helst hava verið hjá flestu børnum í slíkum mæti. Prinsurin fekk lærdóm og uppaling hjá einum ógvuliga striksum húslærara, sum ikki einans gav bókligan lærdóm, men eisini royndi at lekja lamna armin. Og tað fór ikki altíð tespiliga fram fram. Ein vavstur av venjingum, heilivági og pátrúgv. M.a. kann nevnast, at prinsurin hvønn dag skuldi stinga armin inn í eina nýfletta kanin.

Wilhelm fær útbúgving sum heryvirmaður og verður vandur saman við hinum meinigu hermonnunum. Og tað var ikki lætt, tá ein er smádrongur um tíggju ára aldur. Sjálvsálitið var ikki stórt heldur orsakað av viðfødda brekinum og haraftrat gremjing frá móðurini, at tað skuldi vera hon, sum hevði sett hann í verðina. – Hann fekk seinni eisini lærdóm í rættar- og samfelagsvísindi. Wilhelm giftist í1881 viðAugustu Victoriu avSlesvík-Holstein-Sønderborg-Augustenborg. Hon var dóttirErnst Günther hertoga, sum var við at íbirtaslesvíkska-holsteinska kríggið í1848.Týskukeisararnir eins og onnur kongs- og fúrstahús íEvropa vóru avHohenzollern-ættini.

Í1888 doyrWilhelm keisari I, ið var abbi Wilhelm II. Faðirin,Friedrich III, verður nýggjurtýskurkeisari. MenFriedrich var heilsuveikur. Hann hevði krabbamein í barkanum. Og hóast vermóðirin,Victoria drotning íBretlandi, royndi at hjálpa honum við sínum kønastu læknum, doyr hann eftir einans 9 mánaðir á trónuni.

Wilhelm II setist á trónuna í1888 sumkeisari avTýsklandi og kongur avPreussen. Henda stjórnartíðin var nógv merkt av politikkinum hjáOtto von Bismarck, kanslara – bæði innanríkis og uttanríkis. Men Wilhelmkeisari skúgvar hann til viks og heldur seg vera føran fyri at ráða einsamallan. Ein kend tekning lýsir hesi viðurskiftini: »Loðsurin leggur frá borði«. Loðsurin er Bismarck. Fram á lúnningina hellir seg kapteynurin –keisarin sjálvur. Hetta gekk tó ikki sum fótur í hosu hjá Wilhelm. Fleiri mistøk vórðu gjørd, men tað, sum bjargaðiTýsklandi, var at ídnaðurin var í stórari menning um hetta mundið.Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargeratýska herflotan.Ongland var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, atTýskland skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleirihjálond ennOngland. Sum heild metti WilhelmOngland vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámettiOngland og ofta vitjaði skyldfólkini íenska kongshúsinum.Victoria drotning var omma hansara.

Á sumri1914 brast krúttunnan, sum setti eld íEvropa.Morðið í Sarajevo áeysturríkska-ungarska trónarvingin,Franz Ferdinand avHabsburg, var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelmkeisari stuðlaðiEysturríki-Ungarn. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men1. veraldarbardagi varð ein veruleiki.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Wilhelm_II_týskur_keisari&oldid=365398"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp