Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Washington DC

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Henda greinin er ikki tann einasta við heitinum Washington.
Hygg atWashington (fleiri týdningar) fyri at finna aðrar greinir við hesum heitinum.
Washington, D.C.
FlaggSkjøldur
Land:USAUSA
Vídd:177,0 km²
Fólkatal (2016):681,170
Fólkatættleiki:3,572,4/km²
Heimasíða:www.dc.gov

Washington, D.C. (almentDistrict of Columbia), ofta eisini bara nevntWashington, er samveldishøvuðsstaður íSameindu Statunum, og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur tilhøvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Býurin Washington breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sumkongressin kemur saman í, eiturCapitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur:Umboðsmannatingið ogSenatið.

Washington DC varð grundaður16. juli1790. Býurin bleiv doyptur Washington9. septembur1791 eftirGeorge Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin íUSA heldur til í Washington DC, harforsetin og húski hansara búgva íHvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d.George Washington,Thomas Jefferson,Abraham Lincoln,Theodore Roosevelt,John F. Kennedy,Jimmy Carter,Ronald Reagan,Bill Clinton,George W. Bush ogBarack H. Obama.

Í1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington,forseti, hevði valt økið tilhøvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt stakríki í USA.

Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt tilumboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]
Áhugaverd støð.

Washington DC liggur við ánnaPotomac. Potomac er 652 km long og 21. longsta á í USA. Í norðri og í eystri hevur Washington mark viðMaryland, og í suðri og vestri viðVirginia.
 Býurin er stórur handilsstaður, tí ferðasambandið er gott bæði út ígjøgnumChesapeake víkina og niðan eftir Potomac og siglirennunum inn íAtlantshavið. Úr Washington liggja jarnbreytir í allar ættir av landinum. Vegirnir eru bæði góðir og nógvir. Frá Washington gongur breiður bilvegur norður við strondini til m.a.Baltimore. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær ógvuliga stórar brúgvar: Theodore Roosevelt-brúnna og Francis Scott Key-brúnna. ÍArlington tætt við Washington er óføra stór flogstøð: Ronald Reagan Washington National Airport. Veðurlagið er fyri tað mesta meginlandsveðurlag; veturin kann vera kaldur, men um summarið heilt heitt. Summarið í Washington er nógv heitari enn íFøroyum, ofta kunna tað vera fleiri og tjúgu hitastig.

Fólkatalsfrøði

[rætta |rætta wikitekst]

19 prosent verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2008). 6,2 % av fólkinum eru arbeiðsleys í 2011,[1] ogmiðallívsævin í District of Columbia er 76,5 ár.[2] Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør.BTÚ fyri hvønn íbúgva er $55,755. Í januar 2016 búðu 681,170 fólk í Washington. Meginparturin av fólkinum erafroamerikanarar (50,7 %), og eini 38 % eru hvítar.

Fólkateljingar

[rætta |rætta wikitekst]

Tann fyrstajanuar2011 var fólkatalið í DC 601 657. Hetta er ein vøkstur upp á 29 598 síðani2000.

1800183018501880190019301960198020002016
8 14430 26151 687177 624278 718486 869763 956638 333572 059681 170




Útbúgving

[rætta |rætta wikitekst]

Fyrsta universitetið í Washington (Georgetown University) var sett á stovn í 1789.

Hægri útbúgving

[rætta |rætta wikitekst]

Í Washington DC eru fleiri hægri lærustovnar, eitt nú American University (AU), Catholic University of America (CUA), Gallaudet University, George Washington University (GW), Georgetown University (GU), Howard University og Johns Hopkins University School of Advanced International Studies (SAIS).

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]

Vinarbýir

[rætta |rætta wikitekst]

GanaAccra,Gana
GrikkalandAthen,Grikkaland
TeilandBangkok,Teiland
Fólkalýðveldið KinaBeijing,Fólkalýðveldið Kina
KongoBrassaville,Kongo
BelgiaBrussel,Belgia
Fólkalýðveldið KinaChongqing,Fólkalýðveldið Kina
SenegalDakar,Senegal
FraklandParis,Frakland
SuðurafrikaPretoria,Suðurafrika
SuðurkoreaSeoul,Suðurkorea
Stóra BretlandSunderland,Stóra Bretland

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. https://www.bls.gov/news.release/archives/empsit_07082011.htm
  2. http://www.measureofamerica.org/measure_of_america2013-2014/
Høvuðsstaðarøki
Statir
Hjáland
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Washington_DC&oldid=353807"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp