Samveldið Virginia (enskt:Commonwealth of Virginia) er stakríki íUSA við 8 mió íbúgvum. Fyrst í 1600-talinum stovnaðu tey fyrstu niðursetufólkini tann fyrsta býin í nýggja heiminum,Jamestown í Virginia[1], uppkallaður eftir Jákup kongi I. Tað var tógvið stríð, men so við og við sum velt varð upp úr nýggjum, og tubbakshandilin vaks, stungu ósemjur seg upp millum niðursetufólkini og bretsku hjálandaharrarnar.
UniversitetiðVirginia Tech í Blacksburg var íapríl2007 pallur fyri einari massakru, tásuðurkoreanskt føddi Seung-Hui Cho drap 32 persónar, tey flestu næmingar á skúlanum.
Flestu arbeiðararnir í lundunum vóru trælir. Tubbak var dyrkað og flutt út til t.d.Bretlands.Pocahontas.
Seinast í16. øld og17. øld flutti nógv fólk úrBretlandi,Fraklandi ogNiðurlondum til Virginia at leita eftir gulli og silvri, men tey flestu funnu einki. Í staðin máttu tey lívbjarga sær sum búnaðarfólk og dyrka landbúnaðarvøru, sum tey kundu flyta út tilEvropa. Niðursetufólkini hildu eisini m.a. kalkunir, sum tey høvdu tilmatna.
Summi niðursetufólk vóru reinleikabrøður (puritanur), sum royndu at fáa sær eina betri og friðarligari tilveru fjart fráátrúnaðarligum atsóknum íEvropa. Onnur vónaðu at gerast múgvandi av handli, og uppaftur onnur løgdu inn stórar tubbaks- og bummullarlundir. Í fyrstuni var friður og semja ímillumindiánar og niðursetufólk. Vinsælu indiánarnir hjálptu niðursetufólkunum at dyrka plantur, sum trivust, og tey skiftu vørur sínaámillum. Indiánar lótuevropearum loðskinn aftur fyri byrsur, perlur ogbrennivín.
Fyrstuevropeisku niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði.
Í 1607 løgdu trý bretsk skip at í Virginia at grundleggja koloniinaJamestown. Ein teirra, ið var við, varJohn Smith, kapteynur (1580-1631). Hann var ákærdur fyri uppreistur. Smith varð náðaður, men varð sendur út at leita eftir mati. Tá ið John Smith og hansara menn vóru komnir nakað niðan eftir ánni Chickahominy, lupu innføddir á teir. Allir vórðu slátraðir uttan John Smith, ið aftur varð náðaður. Hesa ferð var taðPocahontas, dóttir høvdinginPowhatan, ið fekk bjargað honum. Smith varð hildin fangi eina tíð, og kærleikin kyknaði millum Pocahontas og hann. Tá ið Pocahontas ávaraði Smith um eitt indianaraálop, eftir at hann var afturkomin til koloniina, burtursegði ættbólkurin hana fyri svikagerð. John Smith rýmdi frá henni, tá ið hann fór út á aðrar rannsóknarferðir. Í staðin møtti hon aðalsmanninumJohn Rolfe, ið tekur hana við tilOnglands at hitta kong og drotning. Pocahontas varð seinni kend sum Rebecca Rolfe. Hon kom ongantíð heimaftur, tí Pocahontas fekk pokur og doyði íLondon.
Á vári í1781, eftir bardagan ímillumamerikansk ogbretsk herlið viðGreensboro íNorth Carolina, gavCharles Cornwallis herovasti hjábretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Virginia. George Washington lokkaði bretar í eina fellu við Yorktown. Sameind herdeild, mannað við fraklendingum og niðursetumonnum, fór úr New York at sameina seg við franska herovastan Lafayette (Gilbert du Motier, marquis de Lafayette) (1757–1834) við Yorktown. Ein franskur floti sigldi inn í Chesapeake Bay og niðan eftir Yorká.Amerikanski herurin stongdi allar leiðir tilYorktown, ogbretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Bretar ásannaðu, at teir vórðu kringsettir úr øllum ættum og góvu seg undir. Íoktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar áWashington herovasta, og kríggið var av. Tá ið teir løgdu vápnini, staðfesti eitt ljómlið hjá amerikanska herinum bretska tapið við at spæla sangin "the World Turn Upside Down". Flestu menninir í gonguherliðunum íFrælsisbardaganum vóru í síðum, litføgrum reyðfrakkum. Fyri tað mesta vóru niðursetuhermenninir í bláum frakkum og bretarnir í reyðum, sobretsku hermenninir vórðu nevndirreyðfrakkar.