Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Vindorka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vindmyllur í Kina.

Vindmyllur hava veingir, sum fara at mala av vindinum. Veingirnir draga ein generator, sum ger el. Eins og til dømisjarðhiti,sólorka,alduorka,vatnorka ogsjóvarfalsorka er vindorka varandi orkukelda.[1] Nógvastaðni kring heimin hava vindmyllur havt stóran týdning til at malakorn ella pumpa vatn. Skal nógv elorka verða gjørd við vindorku, so krevur tað nógvar vindmyllur. Summi halda, at tær nógvu vindmyllurnar órógva lands­lagið,djóra- ogfuglalívið. Ofta verða vindmyllur settar upp úti á sjónum, tí har er meiri vindur enn á landi. Hildið verur, at tær har órógva umhvørvið sum minst talið er að jóhann hlynur sé vindmilla?.



Danmark er undangonguland viðvíkjandi vindorku. Har stavar um leið ein fimtapartur av el-framleiðsluni frá vindmyllum. Meira enn ein triðingur av samlaðu donsku elorkunýtsluni í 2013 kom frá vindmyllum; vindmyllur lótu í 2013 millum 33 % og 34 % av allari elorku, sum varð brúkt í Danmark. Í 2012 átti vindorkan 30 til 31% av elnýtsluni. Men síðani eru nógvar nýggjar vindmyllur settar upp í Danmark við samlaðari effekt uppá 300 megawatt. Til havs eru eisini settar upp vindmyllur eitt núAnholt-lundin uppá 400 megawatt.[2][3][4] Eisini aðrastaðni í heiminum verður vindorkan nógv útbygd í hesum árum, serliga íVesturevropa og íKalifornia. Sinastu árini hevur føroyska elorkufelagiðSEV útbygt elnetið við fleiri vindmyllum, og fyrsta ársfjórðing 2015 var elframleiðslan 19,7 % frá vindi, 53,5 % frávatni og 26,8 % frá olju.[5]

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. https://snl.no/vindkraftverk
  2. http://www.theguardian.com/environment/2012/mar/26/wind-energy-denmark
  3. http://online.wsj.com/articles/denmarks-wind-power-output-rises-to-record-in-first-half-1409750563
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-09-27. https://web.archive.org/web/20070927011857/http://www.windpower.org/media(492,1033)/wind_energy_policy_in_denmark:_status_2002.pdf. Heintað 2007-09-27. 
  5. SEV: 71 prosent grøn elorka í hálvt ár, 21-04-2015
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Vindorka&oldid=382920"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp