Venus (symbol:) er eingongustjørna og er tann sum er tattastjørðini. Hon eitur eftirrómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu VenusStakkalastjørnuna.
Venus er onnur gongustjørnan frásólini. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevndmorgunstjørna ellakvøldstjørna. Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin ogmánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin.
Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaðiPoul F. Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá iðsólin ogmánin ikki verða tikin við. Venus sæst best íjanuar ogfebruar, og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sumjørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum.
Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest avkoltvísúrni (96,5 %) ogkøvievni (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisinisvávulsýra,vatn ogkolsúrni. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.