Varg Vikernes (føddur Kristian Vikernes,11. februar1973, uttanfyriBergen) er ein norskur tónleikari, ið gjørdi vart við seg í svartmálmsumhvørvinum íNoregi fyrst í nítiárunum, og varð tíðum ummældur í fjølmiðlunum. Hann varð dømdur fyri morðið á Øystein Aarseth og var settur í samband við fleiri kirkjubrenningar.
Varg Vikernes er stovnari og einasti tónleikari í tónleikaverkætlani Burzum. Hann hevur útgivið fløgur innan fyri fleiri tónleikagreinum, serliga innan svartmálmi. Meðan hann sat í geglinum, hevði hann ikki atgongd til ljóðføri og spældi á ljóðborði.