Vanuatu er eitt oyggjaland íKyrrahavinum.Høvuðsstaðurin eiturPort Vila. Vanuatu liggur íMelanesia, einar 1750 km. eystur úrAvstralia. Vanuatu er vestan úrFiji og norðan úrNýkaledónia. Landið er samansett av 83 oyggjum, 65 av tí, sum eru búgvar. Vanuatu gekk áður undir navninumNýhebridurnar. Í Vanuatu - sum gjørdist sjálvstøðugtjóð í 1980 - búgva góð 267.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar - á leið tríggjar ferðir størri ennFøroyar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter.
Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95% av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali:enskt,franskt ogbislama. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir íIndiska Havinum ogKyrrahavinum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu,Maldivurnar ogMarshalloyggjarnar standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin.
Loftborin neyðhjálp úrAustralia,Ný Sælandi og øðrum londum er komin til Vanuatu í mars 2015.Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambærtST.
Av tí at nógvarnáttúruvanlukkar hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd.Jarðskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Í mars 2015 gjørdiódnin Pam stóran skaða. Fríggjakvøldið 13. mars, lokala tíð, herjaði ódnin Pam oyggjalandið við aldoyðileggjandi hvirlum, sum vórðu máldar til 350 kilometrar um tíman.[1] "Vit hava ment landið hesi seinastu árini, men henda melduródnin hevur oyðilagt infrakervið, sum vit hava bygt upp. Tað er lagt í oyði. Vit hava brúk fyri altjóða fígging fyri at byggja landið uppaftur", segði forsetin Baldwin Lonsdale. Fleiri av heimsins leiðarum hava lovað stuðul, og hernaðarflogfør úrAvstralia,Ný Sælandi ogFraklandi eru komin fram viðmati, tjøldum,heilivági, generatorum ogneyðhjálpararbeiðarum. Í høvuðsstaðnum,Port Vila, eru 90 prosent av íbúðunum sambært neyðhjálpararbeiðarum, oyðilagdar. Sambært fólkunum kann tað taka fleiri samdøgur, áðrenn hjálp er komin fram til allar 80 oyggjarnar í landinum, har fólk býr. Serliga eru tey bangin fyri oynniTanna, sum liggur 200 kilometrar sunnan fyri Port Vila. Tað var her, at hvirlurnar vórðu harðast leygarnáttina 14. mars.[2]
Forsetin í oyggjalandinum, Baldwin Lonsdale, hevur heitt á umheimin um hjálp aftaná at ódnin Pam gjørdi storan skaða um stórar partar av oyggjasamfelagnum.[3] Ein óvanliga hørð ódn, sin sukallaðsupersyklon, hevur fullkomiliga oyðilagt stórar partar av oyggjasamfelagnum. Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambærtST.[4] Talið á deyðum er ikki kent, men 17. mars 2015 vóru minst 44 funnin deyð, men myndugleikarnir óttast at talið kemur at vaksa munandi.[5] Forsetin í Vanuatu sigur, at neyðugt er viðmenningarhjálp frá heimssamfelagnum til at endurbyggja, eftir at oyggjatjóðin varð rakt og oyðiløgd av ógvusligastu ódnunini, sum nakrantíð er skrásett. Hernaðarflogfør fráAustralia,USA ogNý Sælandi hava flogið vatn, heilsuútgerð,heilivág og tjøld til Vanuatu.[6] Í dag verður vanliga flúgvingin tikin upp aftur, og harvið kann hjálp koma til, ogferðafólk flúgvast burtur.
Landið er skuldarbundið upp um háls og er í dag bundið av útlendskarimenningarhjálp úr t.d.Avstralia. Flestu ferðafólk, ið koma til Vanuatu er eisini avstraliar. Tað er av fátækastu londum íOsiania; fólkini í Vanuatu eru sera fátøk, tey flestu mugu stríðast og strevast fyri at fáa mat á borðið. Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Kakao er eisini ovurstór vinna. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at mennalandbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur og rávørur, men eisinitubbak. Hesi lond handlar Vanuatu við (sbrt. CIA World Factbook 2012[7]):