Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

USA

Henda greinin erúrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
United States of America
Sameindu Statirnir Í Amerika
Sambandsríki Amerika
Flagg Sambandsríki Amerika
(Flagg Sambandsríki Amerika)
Skjaldarmerki Sambandsríki Amerika
(Skjaldarmerki Sambandsríki Amerika)
Tjóðarslagorð: "In God We Trust"
Tjóðsangur: "The Star-Spangled Banner"
Alment málEnskt (de facto)
HøvuðsstaðurWashington DC
ForsetiDonald Trump
VaraforsetiJ.D. Vance
Fullveldi4. juli1776
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9 826 675 km²
6,76
Íbúgvar
 - tilsamans2019
 -tættleiki
 
328 239 523
35/km²
GjaldoyraAmerikanskur dollari (USD)
TíðarøkiUTC -4 til -10
Økisnavn á alnetinum.gov,.mil,.edu, og.us
Telefonkota+1

Sameindu Statirnir í Amerika (styttSSA; alment enskt heiti:United States of America, styttUSA, eisiniAmerica framborið/əˈmɛɹɪkə/[1]) ellaSameindu Statirnir (á enskum United States, styttU.S.) er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni ennKanada ogRussland) og fólkatali (færri enn íIndia og íKina). Landið er býtt í 50 lutstatir, eindardistriktiðWashington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oygginPuerto Riko íKaribiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t. d.Amerikonsku Jómfrúoyggjar,Amerikanska Sámoa,Guam,Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t. d.Midwayoyggjar,Palmyraoyggj,Johnstonoyggj,Bakeroyggj,Wakeoyggj,Howlandoyggj, v. fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð áKubaGuantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.

USA er heimsins máttmiklasta[2][3] og ríkasta land (BTÚ)[4]. Stórt tilfeingi av kilo,olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í19. og20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA ogKanada er heimsins longsta óvarda landamark[5].New York City íNew York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru taðLos Angeles íKalifornia ogChicago íIllinois. Landslagið er fjølbroytt, her eruoyðimerkur, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.

Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi fráBretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð íMeksiko) áNorðuramerikanska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóruborgarakríggið (1861-1865) ogDepressiónin Mikla (1929-1939). EftirAnnað heimskríggj var USA onnur av tveimum risaveldum; hin varSovjetsamveldið. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum taðKalda kríggið. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Amerikonsk søga

Indiánarnir

[rætta |rætta wikitekst]
Indiánar, ið búðu á háslættanum. Tá ið tey hvítu komu til USA, hittu tey indiánar.
Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk;indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav.
Puebloindiánar búgva íArizona. Pueblo merkir bygd.

Upprunafólkið í USA vóru indiánar. Í17. øld komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv.Bretar,skotar ogírar komu á eysturstrondina,fraklendingar at teimum stóru vøtnunum, ogspaniólar í útsynningslendið. Í18. øld misti Frakland sínihjálond. Hesi londini komu nú undir bretskt vald. Um sama mundið komu fyrstutrælirnir tilAmerika. Nakað upp í 18. øld, tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.

Hildið verður, atBeringssundið var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillumÁsia og Amerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallaðindiánar, tíKolumbus helt, at hann var komin tilIndia.

Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjáinuittum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá iðKolumbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.

Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymiskmál. Lendið vestan fyriMississippi vestur ímótiKlettafjøllum var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði.

Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum umafrikanar. "Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni". Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum[6].

Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum:Mohikanar,huronar,irokesar ogshavahoar. Í skógunum vóru nógvrádjór,bjarnir,hjørtir,elgar ogbævrar. Eisini var ovmikið avfugli ogfiski. Í hesumfilmunum og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.

Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.

Fyrst í18. øld komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna.Bisonin varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millumross og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.

Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey íMeksiko ogPeru. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man verairokesasamgongan, sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir.

Irokesar høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. Irokesar livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn.

ÍArizona,Utah,Kalifornia ogNevada vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina.Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust atapasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar.

Niðursetufólkið

[rætta |rætta wikitekst]
Í 1620 komupílagrímarnir.Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma útOnglandi.
Evropeiskir keypmenn ríkaðu seg avtrælahandlinum.
Hjálond breta í USA í 1776; tey fyrstu 13 ríkini í USA vóru hesi:Delaware,Pennsylvania,New Jersey,Georgia,Connecticut,Massachusetts,Maryland,South Carolina,New Hampshire,Virginia,New York,North Carolina ogRhode Island.

Flestu niðursetufólkini í USA í17. og18. øld komu úrOnglandi. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimumpuritansku samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.

Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av 18. øld, tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg.Fraklendingar, sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.

Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í17. øld, og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úrAfrika vórutrælir íSuðuramerika og á oyggjunum íKaribiahavi. Í17. øld vórðutrælir tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í 18. øld vóru 170 000trælir íVirginia. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.

Trælirnir, sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu tilAmerika. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sumdjór. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.

Tá ið trælirnir komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað tilmatna.

Trælir, sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. ÍMaryland kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.

Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv íhjálondunum. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.

Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úrBretlandi. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógvtrælaferðirnar. Í 1741 fór sluppin ”Seaflower” úrBelfast íNorðurírlandi við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu tilBoston íMassachusetts, vóru 46 deyð í hungri.

Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”.

Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna.

Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn íhjálondunum. MeðanAmerika enn var saman viðOnglandi, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. ÍNýonglandi, har nógvirpuritanar búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust.

Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáaútbúgving í hjálondunum. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri.

Hjálondini og Bretland

[rætta |rætta wikitekst]
Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sumtrælir, men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónirafrikanarar vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810.
Bretski generalurinCharles Cornwallis fór í felluna íYorktown,Virginia.Franski flotin lá og vardi fram við strondini, ogGeorge Washington kringsettibretsku herdeildirnar frá landi.
Tey trettan hjálondini samtyktu uppskotið hjáThomas Jefferson 4. juli 1776 íPhiladelphia,Pennsylvania.
George Washington heldur fyrstu røðuna sum forseti.
George Washington siglir um Delaware-ánna jólanátt 1776.

Les eisini greininaAmerikanska Kollveltingin

Í18. øld høvduhjálondini í USA minni samband viðBretland enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnirírar,skotar,týskarar ogfraklendingar. Hóasthjálondini enn vóru undirbretskum harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.

Bretar vóru ikki sinnaðir at latahjálondini gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helstbummull. Bretska tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sumVesturindia sendi hjálondunum, skuldu verða tollaðar.

Tollurin fór tilBretlands. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í hjálondini, hóast tey høvdu ikki umboð í bretska tinginum.

Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum bretar fluttu inn og aftur selduhjálondunum. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at bretska tingið tók sær rættin at skatta hjálondini.

Í 1773 fóru nakrirbostonbúgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.

Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og4. juli1776 samtykti tjóðartingið fyribilsAmerikonsku Frælsisyvirlýsingina. Trettan hjálond høvdu tikið loysing fráBretlandi.

Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta viðBretland. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, ogFrakland, gamli fíggindi Bretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000týskarar vóru í ein góðseigari úrVirginia, stóð á odda fyrihjálandaherinum.

Skamt eftir, atAmerikanski Frælsisbardagin ímótibretum var brostin á, útnevndi tingið íhjálondunum herovastinGeorge Washington úrVirginia sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úrBoston, og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtókKongressinFrælsisyvirlýsingina, sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, menWashington og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.

Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úrVirginia,Thomas Jefferson (13. apríl 1743 – 4. juli 1826), skrivaðiFrælsisyvirlýsingina. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjáenskaheimspekinginumJohn Locke (29. august 1632 – 28. oktober 1704), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoyttiJefferson uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotiniBretlandskongur hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar íhjálondunum. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu tilKanada. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varðtrælahaldið tikið av við lóg í 1804.

UndirFrælsisbardaganum fingust konufólk íhjálondunum við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømisMolly Pitcher ið stríddist á vígvøllinum.

Lond íEvropa nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. MenAmerikanska Kollveltingin broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enntrælir, og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið.

Á vári 1781, eftir bardagan ímillumbretsk og amerikansk herlið við Guilford Court House íNorth Carolina, gavCorwallis herovasti hjábretsku herliðunum boð um at taka seg aftur tilYorktown íVirginia. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir tilYorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í oktober gavCornwallis seg upp í hendurnar áWashington herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum íParís í 1783 vórðu hjálondini, ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í mai 1787 buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA.

Borgarakríggj

[rætta |rætta wikitekst]

Les eisini greininaAmerikanska Borgarakríggið

11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaðiSameindu Amerikonsku Suðurríkjunum (CSA).

Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, ogtrælahaldið var avtikið. Í suðurríkjunum varlandbúnaður høvuðsvinna og trælirnir gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í 1860 varðAbraham Lincoln (12. februar 1809 – 15. apríl 1865) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at trælahald skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, atLincoln fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðuSameindu Amerikonsku Suðurríkini (CSA). Í apríl 1861 var fyrsti samanbresturin við Fort Sumter íSouth Carolina. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis viðStonewall Jackson (21. januar 1824 – 10. mai 1863) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í 1865 legði herovasti teirra,Robert E. Lee (19. januar 1807 – 12. oktober 1870), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í 1865 tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir trælir vóru frælsir.

Grundarlagið undirbúskapinum í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyritrælunum. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð trælahald bannað við lóg - Í januar 1863 varð trælahald bannað við "theEmancipation Proclamation". Frælsisloysingin gav teimum rætt til egið arbeiði og rættin til at eiga jørð, men tað vóru stórir trupulleikar knýttir at hesum frælsi, tey vóru ólærd og tey flestu vóru analfabetar. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan.

Borgarakríggið í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í20. øld: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum.

17. desember 1903 varð tann fyrsta flogferðin gjørd, og hon vardi í 13 sekund. Brøðurnir Wright í Norðurcarolina hevjaðu seg 1 meter upp frá jørðini í flogfarinum.
AmerikumenninirOrville- ogWilbur Wright smíðaðu fyrstaflogfarið, sum fleyg við motori, og sum var undir ræði flogskiparans.

Seinna helming í19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úrEvropa seg vestan fyriMississippi. Vónríkir gullgravarar fóru tilKalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lóginHomestead Act frá 1862, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir tilKyrrahav, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar.

Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum 1900-1919. Hóast landið helt viðBretlandi ogFraklandi, fóru amerikanar ikki uppíFyrra heimsbardaga, fyrr enntýska kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. ÍSuðuramerika ogMiðamerika gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. ÍArgentina miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi.

Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í 1900 var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt.

Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar.

Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðuprotestantiskir innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úrNorðurevropa fyri harðari kapping frá ólærdumkatolikkum og øðrum innflytarum úrSuðurevropa, sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu.

Í 1903 takabrøðurnir Wright seg á flog íNorth Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknumflogfari. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr ennfyrri heimsbardagi brestur á íEvropa á sumri 1914. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga.

Ford setur heimin á hjól

[rætta |rætta wikitekst]
Henry Ford í sínum fyrsta bili, 1896.
Ford Modell T í 1908.

Amerikanski ídnaðarmaðurinHenry Ford (30. juli 1863 – 7. apríl 1947) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim.Ford stovnaði bilverksmiðju sína íDetroit íMichigan í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli,Modell T. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Ford Modell T. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í 1914 setti hann í gildi minstuløn – 5dollarar – fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum.

Henry Ford setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í 1908 høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í 1930 vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnumModell T. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan.

Heimskreppan

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Heimskreppan 1929

Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum íWall Street íNew York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum
Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, og allurTennesseedalur gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur

Eftirfyrra heimsbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin íNew York rapaði í 1929, og tað elvdi til einabúskaparkreppu, sum breiddi seg um allan heimin. Lond íLatínamerika, til dømisMeksiko ogPeru, royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. ÍBrasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall ákaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.

Í 1920 varð bann sett fyri at gera og seljarúsdrekka í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. RánsmannaovastinAl Capone (17. januar 1899 – 25. januar 1947) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni íChicago íIllinois, og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Íkreppuni broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og Al Capone varð settur ífongsul.

Stóra heimskreppan hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.

Búskaparkreppan ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í1920-árunum, og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetinFranklin D. Roosevelt (30. januar 1882 – 12. apríl 1945) tók við í 1933. Hann setti í gildi ”New Deal” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár.New Deal skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin.

Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdustoyðimerkur, og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru tilKalifornia at sóknast eftir arbeiði.John Steinbeck (27. februar 1902 — 20. desember 1968) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguniThe Grapes Of Wrath, ið varð gjørd tilfilm.

Alt fyri eitt,Roosevelt tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í 1933 varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða verkætlanin varTennessee Valley Authority. Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, tá ið sett varð á í 1933, og allurTennesseedalur gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur.

Endamálið viðTennessee Valley-ætlanini var at gera byrgingar til tess at temja ánna og sleppa undan vatnflóð, bøta um landbúnaðin, gera siglingarveitir og gera ravmagn. Fleiri enn 20 byrgingar vórðu gjørdar, og í1960-árunum veitti skipanin 6 prosent av allari ravmagnsnýtsluni í USA.

Talufilmarnir komu um somu tíð, sum heimskreppan tók seg upp. Hjá mongum gjørdust kykmyndirnar vøkkultur uggi at flýggja undan harða og gleðileysa gerandislívinum. Filmstríðarritini høvdu góðar dagar. Íspunnu, prangandi frásagnir teirra um marglætislív filmsleikaranna fingu lesararnar at halda, at teir eisini skuldu uppliva ”amerikanska dreymin”.

Seinni heimsbardagi og kalda kríggið

[rætta |rætta wikitekst]

Les eisiniSeinni heimsbardagi ogKalda kríggið

Týskland varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA,Bretland,Frakland ogSovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki

Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor íHawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA íKyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnarIwojima ogOkinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býinHiroshima, og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvirNagasaki. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini.Annar heimsbardagi var av.

Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA ogSovjetsamveldið – stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevndKalda kríggið, tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis íKorea,Vjetnam,Miðeystri ogAfrika.

Meðan londini íLatínamerika kannaðu sær útvegir at menna búskap sín, gjørdust USA ríkasta land í heiminum. Men ríkidømið varð ójavnt býtt: Svartir amerikanarar vórðu javnan fyri bæði fíggjarligum og samfelagsligum vanbýti. USA kappaðist viðSovjetsamveldið um at vinna sær vald og ávirkan í hvørjum króki í heiminum og nýtti mangar milliardir dollarar til vápn og búskaparhjálp til sameindu lond síni.

Javnrættindi

[rætta |rætta wikitekst]
Martin Luther King var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít ogsvørt

Borgararættindastríðið í1950-árunum og60-árunum er ein av størstu hendingunum í amerikanskari søgu í20. øld. Rættindi og lívskor teirrasvørtu samsvaraðu ikki lyftunum í Frælsisyvirlýsingini og Grundlógini. Tey svørtu vóru – 100 ár eftir attrælahaldið varð avtikið – enn bundin av tí trældómi, ið teirra forfedrar í so mong ár, sum trælir hjá hvíta manninum, høvdu livað við. Í suðurstatunum var segregatión og tey svørtu í norðurstatunum vóru partvís integrerað í verðina hjá hvíta manninum.

Í1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. Til dømis noktaðu fólk íAlabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturinMartin Luther King (25. januar 1929 – 4. apríl 1968). Í 1963 ginguKing og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhúsið íBirmingham íAlabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100 000 borgararættindafólk mótmælisgongu tilWashington DC. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur var gjørdur ásvørtum og hvítum.

Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part í USA í1950- og1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdist fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sumMalcom X (19. mai 1925 – 21. februar 1965), ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart í móti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Í USA hava vit nú havt 2littar uttanríkisráðharrar undirGeorge W. Bush (R), hin fyrriColin Powell og síðanCondoleezza Rice. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. januar í 2009, táBarack Obama, sum er littur, gjørdist tann 44. amerikanskiforsetin.

Borgararættindastríðið hjá teimum svørtu í1960-árunum eggjaði eisini øðrum til at stríðast ímóti órættvísi. Eftir atNational Organization For Women varð stovnað í 1966, gingu konufólk saman í stríðnum fyri somu løn og somu arbeiðsmøguleikum, betri heilsuverki og rætti til fríafosturtøku. Nýggjar lógir bannaðu kynságangi á arbeiðsmarknaðinum, men javnarættindalógin varð ikki viðtikin í so mongum ríkjum, at hon varð tikin við í stjórnarskipanarlógina í USA.

Seinast í1960-árunum fórusamkynd konufólk og mannfólk at stríðast fyri javnrættindum. Einkjan eftirMartin Luther King,Coretta King, arbeiðir enn fyri borgararættindum í USA. Hon sigur atMartin Luther King í síni dreymasjón eisini hevðisamkynd við borðið. Hon samanberhomofobi viðantisemitismu ograsismu[7].

Kubakreppan

[rætta |rætta wikitekst]
21. juli 1969 fórNeil Armstrong (f. 5. august 1930) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin ámánan, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.

Í 1945 tveitti USA kjarnorkubumbur niður yvirHiroshima ogNagasaki íJapan, báðir býir vórðu fullkomiliga lagdir í oyði. Hetta prógvaði, hvørja megi hesi nýggju vápn høvdu.Annar heimsbardagi endaði tí alt fyri eitt av hesi orsøk, men brátt var friðurin aftur í vanda av spentu støðuni ímillum USA ogSovjetsamveldið. Við ringum tannabiti sóu amerikanarar, hvussuSovjetsamveldið tók sær harradømið íEysturevropa, og í 1947 gjørdi USA av at stuðla øllum londum, sum settu seg upp ímótisovjetiskum trýsti. Bæði stórveldini gjørdu nógv kjarnorkuvápn, ið vóru so sterk, at einki annað land vágaði sær at leypa á tey. Henda ”ræðslujavnvágin” var vernd fyri friði. Í 1959 tókFidel Castro (f. 13. august 1926) ræðið íKuba. Hann knýtti samband við Sovjetsamveldið og bað um sovjetiska verju, tá ið flýddir kubanar, hervandir í USA, royndu at gera innrás í 1961. Í 1962 varnaðist amerikanska fregnartænastan sovjetskar kjarnorkurakettir í Kuba.Kennedy gav flotanum boð um at avbyrgja Kuba. Allur heimurin bivaði av ræðslu fyri kjarnorkukríggi, men Sovjetsamveldið slakaði og tók vápnini niðuraftur. Ríkisovastar um allan heim sóu, hvørjum vanda heimurin hevði verið í, og í 1963 skrivaðu teir undir at minka um kjarnorku-royndarspreingingarnar.

Rúmdarmenn á mánanum

[rætta |rætta wikitekst]

Í øldir høvdu fólk droymt um at fara út í rúmdina. Síðan í17. øld høvdu vísindamenn eygleitt og granskað rúmdina við landkikara, men ikki fyrr enn eftirannan heimsbardaga, tá ið ferð kom á rakettmenningina, bar til at granska rúmdina beinleiðis. Í 1957 sendiSovjetsamveldið fyrsta gjørda fylgissveinin,Sputnik 1, í ringrás umjørðina. Amerikanarar vórðu ógvuliga illa við, og tað var ein dyggur smeitur fyri stoltleika teirra. Teir kvíddu fyri, at stóra rakettin, sum bar fylgissveinin, eisini kundi bera eina kjarnorkubumbu vestur umAtlantshav. ”Kappingin um rúmdina” ímillum stórveldini tók dik á seg. Sovjetiski rúmdarmaðurinJurij Gagarin (9. mars 1934 – 27. mars 1968) var fyrsti maður, sum í rúmdarfari fór ringrás umjørðina (1961), men í 1969 var amerikanski rúmdarmaðurinNeil Armstrong (f. 5. august 1930) fyrsti maður ámánanum. Seinni hava amerikanskir vísindamenn lagt dent á at skjótafylgissveinar út í rúmdina, sum til dømis verða nýttir at granska verðurlagið, at eygleiða hernaðarvirksemi og til samskiftiskervið, til dømissjónvarp.

Vælferðarsamfelagið

[rætta |rætta wikitekst]
Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin.

Búskapurin í USA ferfaldaðist frá 1945-1970, og keypiorkan hjá einum amerikonskum miðalhúski meira enn tvífaldaðist. Amerikanarar fingu ráð til at keypa meira av øllum. Á hvørjum ári vórðu fleiri enn ein mió. hús bygd, mest í forstøðunum í stórbýunum. Bilsølan varð tvífaldað, og tingið játtaði, at túsundtals kilometrar av høvuðsvegi vórðu lagdir. Amerikanarar keyptu nýtsluvørur fyri milliardir dollarar, til dømis vaskimaskinur, sjónvarpstól, uppvaskimaskinur og myndatól. Men øll áttu ikki lut í vælferðini. Í hvørjum einasta býi vóru fátækrabýlingar, har fátæk og arbeiðsleys búðu, eins og lægri inntøkur í landbúnaðinum elvdu til fátækradømi í landbúnaðarøkjunum.

Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarpið gav síggjarum sínum høvi til við egnum eygum at fylgja við týðandi tilburðum, politikki,ítrótt og undirhaldi. Heimurin tyktist at vera minkaður, nú fólk kunnu kaga inn í øll herðashorn.

Í1960-árunum noktaðu summi ungfólk at arbeiða sum foreldur síni at fáa sær pening til hús og bilar.Hippiarnir, ið teir vórðu nevndir, løgdu dent á eitt lív í friði og kærleika, viðdrøgg, virknum kynslívi ogtónleiki. Hesin lívsháttur ávirkað milliónir um allan heim. Aðrir ungdómar fóru upp í politiskar bólkar, til dømis Studentar Fyri Fólkaræðiligum Samfelagi, sum var ímóti, at USA kríggjaðist íVjetnam.

Ríkar fyritøkur í USA nýttu nógvar milliónir dollarar at menna nýggjar vørur. Í1970-árunum lærdu granskarar at brenna túsundtals elektróniskar ravrásir, sum kundu goyma og viðgera ógvuliga mangar upplýsingar inni í erflísum. Tær vórðu bíligar at gera og vórðu nýttar í tólum, sum kollveltu tilveruna heima og í arbeiðslívinum, til dømis teldur, ídnaðartólmenni og telefaks.

Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð aveyðkvæmi. Í 2010 vóru tilsamans 1 106 400 tilburðir skrásettir í USA.

Amerikanarar vórðu skelkaðir, tá ið granskarar gjørdu vart við í 1980, at ein nýggj sjúka hevði tikið seg upp í USA. Fólk, ið annars høvdu verið frísk og ferðig, fingu brádliga eina ávísa, ókenda krabbasjúku ella sjáldsamar ígerðarsjúkur, og í 1981 varð skrivað um nýggju sjúkuna í einum amerikonskum læknavísindariti. Í 1982 fekkð sjúkan navnið –Acquired Immune Deficiency Syndrome (AIDS), áføroyskum nevndeyðkvæmi. Sjúkan breiddi seg skjótt. Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av eyðkvæmi, alt fleiri fólk vórðu smittað um allan heim. Eyðkvæmi stendst av, at eitt virus, -Human Immunodeficiency Virus (HIV), oyðileggur mótstøðuføri í mannakroppinum. Læknar staðfestu fyrst eyðkvæmi ímillumsamkynd ogtvíkynd mannfólk. Skjótt kom fram, at bløðarar og tey, ið sprændu seg viðdrøgg, og onnur, ið høvdu fingið blóð, eisini vórðu HIV-smittað. Síðan er staðfest, at HIV smittar við blóðflutningi og kynsligum sambandi. Enn vita granskarar ongan heilivág, sum kann lekjaeyðkvæmissmittað, tó kunnu tey nú liva nógv longri við sjúkuni, enn tey kundu í fyrstani. Við røttu viðgerðini gongur eisini longri tíð, áðrenn AIDS sjúkan brýtur út hjá teimum sum hava fingið staðfest, at tey eru HIV-positiv. Átøk vóru gjørd og verða enn gjørd, fyri at fáa fólk at verja seg móti smittuni eitt nú við at nýta hít og við at lata vera við at brúka sproytur ella nálir, sum onnur hava brúkt áðrenn.

Felagsskapir hjá samkyndum monnum tóku skjótt greiða støðu í spurninginum um eyðkvæmi og stovnaðu grunnar og vístu á, hvussu fólk kundu verja seg fyri smittuni. Kortini vórðu bæði fólk og miðlar í USA merkt av fordómum ímóti samkyndum. Stjórnin hjáRonald Reagan (6. februar 1911 – 5. juni 2004) tók heldur ikki málið í álvara. Og ikki fyrr kenda filmstjørnanRock Hudson (17. november 1925 – 2. oktober 1985) doyði av eyðkvæmi í 1985, og hann og vinfólk hansara tosaðu opið og ærliga um sjúkuna, kom broyting í.

Í 2010 vóru í USA fráboðaðir 1 106 400 tilburðir aveyðkvæmi, og av hesum vóru 25,2 % kvinnur, 583 298 vóru deyð[8]. Áhugavert er at vita, at av teimum AIDS-sjúku búgva 184 429 íLos Angeles-økinum, 92 669 íNew York City og til dømis bara 40 íNorth Dakota[9].Samkyndir menn fingu sjúkuna fyrst. Men nú eru eisini onnur enn samkyndir menn, ið fáa AIDS. Av hvørjum fýra tilburðum eru nú bert 2 samkyndir menn[10]. Hinir tilburðirnir fyrst og fremst í teimum serligu vandabólkunum, t.d. bløðarar, sproytunarkomanar og børn hjá narkomanum. Tó eru myndugleikarnir við at fara burtur frá at tosa um vandabólkar, tí sjúkan nú er so útbreidd millum fólk sum ikki hoyra til nakran av so-nevndu vandabólkunum. Ein annar kendur amerikanari, sum doyði av eyðkvæmi er sangarin og tónleikarinFreddie Mercury, sum doyði í 1991. Hann var forsangari í tónleikabólkinumQueen.

Yvirgangsatsóknin 9/11

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Yvirgangsálopið 9/11

Atsóknirnar á 9/11 kravdu umleið 3000 mannalív.

Yvirgangsatsóknin 9/11 kostaði uml. 3000 mannalív. Tað var 11 septembur í 2001, at 2 flogfør rendu í bygningarnarWorld Trade Center, eisini nevnt, The Twin Towers (Tvíburðatórnini) áManhattan íNew York City,New York. Hetta vóru yvirgangsmenn hjáAl-Qaeda, sum høvdu yvirtikið flogfør og rendu á bygningarnar. Tvey teirra flugu inn í bæði World Trade Center tornini og gjørdust á tann hátt ímyndin um sjálvt álopið, men eitt annað flogfar rendi á Pentagon-bygningin íArlington,Virginia (nær viðWashington, D.C.)[11][12]. Líka síðan hevur verið leitað eftirOsama bin Laden, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddiBarack Obama forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad íPakistan.

Yvirgangsatsóknin 11. september var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið íAfganistan ogIrak var grundað á álopini 9/11.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Amerikonsk landafrøði

ÍKyrrahavi ræður USA fyri nøkrum oyggjaflokkum. Tann gitnasti av teimum er Hawai'i.
Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einumfylgisveini.
Amerikamonnum dámar væl at standa á skíðum íColorado, og skíðbakkar eru í næstan øllum býum í statinum.
Størsti parturin av statinum Washington er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa.
Stór øki íNevada ogArizona eru oyðimerkur.

USA er stórur partur ánorðuramerikanska meginlandinum. USA er vestan úrAtlantshavi, eystur íKyrrahav, norðan úrMeksiko og suður úrKanada. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri ennFøroyar.Í so stórum landi er stórur munur á veðurlagnum. ÍNorðuralaska er tað kaldasta, ið veðurfrøðingar hava mált, heilt niður á -62,2 °C (-80°F), meðan tað hinvegin íDeath Valley,Kalifornia er mált upp á 56,7 °C (134 °F), ið er tann næsthægsta hitamáting í øllum heiminum.

Fimmti lutstatir eru í sambandsríkinum, tá eruAlaska, ið fer langt norður um pólkring, ogHawaii, langt vesturi íKyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru,Appalakkufjøll eystantil ogKlettafjøll vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur.

Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi íAlaska ogColorado,oyðimørk íNevada ogArizona og lýsbeltisveðurlag íHawaii ogGuam. ÍKyrrahavsstrondini flyta stórbýir sumSeattle,Portland ogSan Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisiniHollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, ogSilicon Valley íNorðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning.Sun Valley íIdaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.

Miðskeiðis í USA ogKanada eruStóru Grasfløturnar (enskt:Great Plains) ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.

Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her rennaMississippi og allar áirnar, sum renna í hana. ÍTexas ogOklahoma er nógvolja og gass, og íWyoming ogMontana er nógv kol. ÍKlettafjøllum eru stórirtjóðargarðar, til dømisYellowstone National Park ogGlacier National Park, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.

Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úrEvropa komu í16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a.New York City ogWashington DC, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnirChicago,Detroit ogCleveland viðStóruvøtn.

Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktuKlettafjøll og skógarklædduAppalakkufjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur.Klettafjøll eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi.Appalakkufjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.

Melduródnarbeltið

[rætta |rætta wikitekst]
Upprákið í ódnarsnyrlinum sýgur alt, sum fyri er, til sín. Upprákið í ódnarsnyrlinum dregur við sær t.d. vatn, dust og enntá bilar.

Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnumKansas,Oklahoma ogMissouri. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úrMeksikoflógva og turr, køld luft úrKanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini viðMeksikoflógva ogAtlantshav, stóran skaða.

Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdiðLa Nina, sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunumMississippi ogVirginia[13].

Sjá eisinilisti yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali

Í USA erNew York City,New York tann størsti býurin.
Los Angeles,Kalifornia er næststørsti býur íSameindu Statunum.

Heili 82 % av fólkinum búgva í býum[14], og USA verður eisini mett at vera eitt tað mesturbaniseraða landið í heiminum.New York City íNew York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru taðLos Angeles íKalifornia ogChicago íIllinois. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir t.d.Little Italy ellaChinatown. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella íkirkju.

Býur, StatÍbúgvar
1New YorkNew York City,New York8 214 426
2KaliforniaLos Angeles,Kalifornia3 849 368
3IllinoisChicago,Illinois2 833 321
4TexasHouston,Texas2 144 491
5ArizonaPhoenix,Arizona1 512 986
6PennsylvaniaPhiladelphia,Pennsylvania1 448 394
7TexasSan Antonio,Texas1 296 682
8KaliforniaSan Diego,Kalifornia1 256 951
9TexasDallas,Texas1 232 940

Landafrøðiligt sundurbýti

[rætta |rætta wikitekst]

Sjá eisinilisti yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika.

Fimmti stakríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. HøvuðsstaðurinWashington er staddur í samveldisøkinumDistrict of Columbia (DC), sum ikki er stakríki.

Kort yvir Sambandsríkinum Amerika (trýst á myndina)
Landið er býtt sundur í 3 144 fylki (counties á enskum;parishes íLouisiana ogboroughs íAlaska) í 50 statir
Alabama
Alaska
Arizona
Arkansas
Colorado
Connecticut
Delaware
Florida
Georgia
Hawaii
Idaho
Illinois
Indiana
Iowa
Kalifornia
Kansas
Kentucky
Louisiana
Maine
Maryland
Massachusetts
Michigan
Minnesota
Mississippi
Missouri
Montana
Nebraska
Nevada
New Hampshire
New Jersey
New Mexico
New York
North Carolina
North Dakota
Ohio
Oklahoma
Oregon
Pennsylvania
Rhode Island
South Carolina
South Dakota
Tennessee
Texas
Utah
Vermont
Virginia
Washington
West Virginia
Wisconsin
Wyoming

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]
Ríkastu lond í heiminum í 2012 eftirBTÚ (sbrt. CIA World Factbook, Central Intelligence Agency)[15]
Børsurin íNew York City, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin
Ein gøta íThousand Oaks,Kalifornia

Amerikanskibúskapurin er heimsins størsti búskapur, og tað ger, at broytist hesin í styrki, ella broyta amerikumenn atburð, so merkjast árinini kring allan heim. Amerikanskibúskapurin er ikki lutfalsliga eins stórur nú, sum hann hevur verið. Men kemur búskaparligur stígur í, so fer tað merkist íEvropa og eisini íFøroyum. USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður hevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk. Fíggjarstøðan í USA hevur støði íkapitalismu, og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av búskapinum um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum londum íVesturheiminum.

Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av USA við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiskaKina kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurinInternational Monetary Fund (IMF) spáar nú, at í 2018 hevur landið lagt USA aftur um seg. Og lagnunnar speisemi má tað sigast vera, at tað júst eru amerikanskir borgarar, ið eru orsøk til, atKina leggur seg á odda, tí eingin keypir fleiri vørur við merkinum "Made in China" enn júst amerikanar. Til samanberingar nevnirThe Daily Mail, at tá búskapurin íSovjetsamveldinum á sinni náddi tindinum, framleiddi landið bert triðingin av tí, sum USA megnaði. Og táJapan náddi tindinum, var framleiðslan helvtina minni enn tann amerikanska. Fyri bert tíggju árum síðan var amerikanski búskapurin tríggjar ferðir so sterkur sum tann kinverski. Tí kemur metingin hjáIMF óvart. Í metingum sínum leggja búskapargreinarar hjáIMF seg serstakliga eftir inntøku og brúki hjá fólki í londunum, teir kanna búskapin hjá.

Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunumOregon ogWashington. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul.

USA er tað land í heiminum, ið letur mest ímenningarhjálp, meiri enn 22,7 milliardirdollarar árliga[16].

Amerikanskur oljuboripallur við Santa Barbara íKalifornia. USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014[17].

USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014 og hevur harvið yvirhálað bæðiRussland ogSaudiarábia[18][19]. USA er tí størstaoljuland í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, til dømis bensin. Hetta var heilt óhugsandi fyri 10-20 árum síðani, núRussland hevur ræði á nærum óavmarkaðum og risastórum olju- og gassgoymslum. Exxon Mobil metir, at um 40 ár er framleiðslan av olju í USA 11 faldað í mun til í dag. Í eini langtíðarprognosu, sum Exxon Mobil hevur kunngjørt í 2013, sigur forstjórin, Kenneth Cohen, at tíðin við oljutroti er farin. Hann grundgevur millum annað við skiferoljuni, sum er eitt serligt slag av olju sum liggur sera djúpt í undirgrundini, og sum higartil ikki hevur verið gjørligt at fingið hendur á[20]. Amerikanska oljuframleiðslan fer framvegis at veksa í komandi tíðum, og sambært teimum seinastu metingunum hjá orkumálaráðnum (U.S. Energy Department) íDistrict of Columbia kemur framleiðslan upp á 9,6 milliónir tunnur um dagin í 2016[21]. Tað merkir, at amerikanska framleiðslan fer skjótt at nærkast metárunum ísjeytiárunum. Til sammetingar er framleiðslan íKina 4,0 milliónir um dagin. Tann dagliganorska framleiðslan er um tvær milliónir tunnur[22][23]. Metingin hjá amerikanska orkumálaraðnum sigur, at oljuframleiðslan verður rættiliga støðug frá 2016 til 2020, men at hon so fer at minka eitt vet. Samstundis væntar orkumálaráðið, at framleiðslan av gassi fer at veksa í komandi árum, og at vøksturin hetta til 2040 verður um 55 prosent.

USA, sum leingi hevur verið heimsins størsti brúkari av orku, hevur seinastu árini økt munandi um framleiðsluna av olju og gassi fyri eitt nú at nøkta sín egna eftirspurning. Framleiðslan er vorðin so mikið stór, serstakliga orsakað nýggja skifurgassinum og skifuroljuni, at hetta hevur gjørt USA til útflytara av orku eisini. Um somu tíð er amerikanski innflutningurin av gassi og olju minkaður munandi seinastu árini; USA er í 2014 mestsum sjálvhjálpið við olju. Fyri fyrstu ferð síðani 1982 hevur USA í 2013 tikið meira gass upp úr undirgrundini enn Russland, vísa tøl frá International Energy Agency (IEA)[24][25]. Olja varð fyrst funnin íTexas í19. øld, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næstAlaska at vinna út olju. Oljuprísurin í USA liggur væl undir prísinum á heimsmarknaðinum, tí USA í 40 ár hevur havt útflutningsforboð[26].

Landbúnaður

[rætta |rætta wikitekst]
Appelsinir,jarðber, greypfrukt, sitrónir, o.a. vaksa t.d. væl íSuðurkalifornia.
Landbúnaður er høvuðsvinna íSuðurdakota. Bøndurnir dyrka m.a. mais, hveiti, bummull ogtubbak.

Víðu fløturnar ímillumKlettafjøll ogMississippi, sum áður vóru beitilendi hjá millióntals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við.

Á grasfløtunum og vestur atKlettafjøllum er nógv neytahald. Fyrr róku cowboyar á rossabaki neytafylgini av einum belti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði.Filmar úrHollywood lýstu cowboyar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einum 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnar ikki so stórir, og lastbilar koyra nú cowboyar ogrossini á beitilendini.

Miðskeiðis í19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vórutrælir úrAfrika, sum hentaðu hana við hond. Trælahaldið í USA varð avtikið í 1865. Bummull er enn týdningarmikil grøði; men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar tilolju.

Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Bummull verður spunnin og vovin til klæði og til dømis nýtt til skjúrtur, buksur og handklæði.

Uttanlandshandil

[rætta |rætta wikitekst]

Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2012, sær soleiðis út sambærtCIA World Factbook:[27]

ÚtflutningurInnflutningur
1.KanadaKanada 18,9 %Fólkalýðveldið KinaKina 19,0 %
2.MeksikoMeksiko 14,0 %KanadaKanada 14,1 %
3.Fólkalýðveldið KinaKina 7,2 %MeksikoMeksiko 12,0 %
4.JapanJapan 4,5 %JapanJapan 6,4 %
5.Stóra BretlandStóra Bretland 4,3 %TýsklandTýskland 4,7 %
6.TýsklandTýskland 4,1 %SuðurkoreaSuðurkorea 3,0 %

Handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA

[rætta |rætta wikitekst]

USA er ein sera týdningarmikil marknaður fyri føroysku alivinnuna. Tann amerikanski marknaðurin er rættiliga týðnandi fyriføroyskan útflutning av aldum laksi[28]; í 2013 útflutti føroyska alivinnanlaks til USA fyri yvir 630 mió. kr., tvs. at fjórðihvør laksur endaði í USA. Av vørum, ið Føroyar útflyta til USA, telur laksurin heili 99 prosent av útflutninginum til USA, tvs. at bara 1% eru aðrar vørur.[29] Í USA fær føroyskur laksur eisini hægri prís enn annar laksur og á matstovum í USA er føroyskur laksur ofta á mátskránni - serliga á sushi matstovum har góðskan skal vera í hásæti.[30]

Mentan

[rætta |rætta wikitekst]
Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi íBerkeley íKalifornia, har bilferðslan elvir til ovurstóradálkan.

Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin.Snarføði, sum burgari, hot dogs og kola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum ogfilmum, eru kend úrBerlin tilBeijing. Fólk i øllum londum hoyra amerikanskan tónleik, og amerikanskir filmar verða sýndir um allan heim. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyribúskapin í USA.

Nógvartónleikagreinar, sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við tónleik at gjørt. Tónleikagreinar sumblues,country ogrock koma upprunaliga harfrá;jazz- ogbluestónleikur eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum.Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið íKentucky ogTennessee.

Best dámduítróttir í USA eruamerikanskur fótbóltur (NFL),hornabóltur (MLB),kurvabóltur (NBA) ogíshockey (NHL). Størsta ítróttarhendingin í USA erSuper Bowl, sum er finalan íamerikanskum fótbólti. Síðaniboksing varð til einaítróttargrein, hevur USA altíð verið ein av bestu tjóðunum í boksing. Bæði innan amatør og professionella boksing.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Miðallívsævin í landinum er 80,51 ár, og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør[31]. Arbeiðsloysið í USA var í januar mánað 2014 6,6 prosent, ið er tað lægsta, tað hevur verið í fimm ár - síðani 2008[32]. Arbeiðsloysið er størst íRhode Island (9,1 %)[33]. Arbeiðsloysið er lægst íNorth Dakota (1,9 prosent) fylgt avNebraska (3,6 prosent).

Í 2013 vóru skrásett 630 000 heimsleys í USA[34].

Fólkasløg

[rætta |rætta wikitekst]
Fólkasamansetning
Hvít72,4 %
Svørt12,6 %
Ásiatar4,8 %
Indiánar1,5 %
Onnur8,7 %
Átrúnaðir
Protestantiskar51,3 %
Katolikkar23,9 %
Mormonar1,7 %
Jødar1,7 %
Buddistar0,7 %


Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úrEvropa ogÁsia. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í USA. Málini eru fleiri, til dømischerokesiskt íOklahoma,franskt íLouisiana,spanskt íNew Mexico ogtýskt íPennsylvania.

Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan ínorðuramerikanska samfelagnum. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frátrælum, sum vórðu seldir til USA í17.,18. og19. øld. 12 % av fólkinum eru afroamerikanarar. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úrMeksiko. Teir verða nevndirhispanics (latínoamerikanarar) og talaspansk, tí at forfedrar teirra komu úrSpania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Hispanics eru eisini fluttir hagar úrPuerto Riko,El Salvador ogKuba.

Tey størstu málini í 2007[35]
Enskt82,1 %
Spanskt10,7 %
Kinesiskt0,8 %
Franskt0,6 %
Týskt0,5 %
Tagalog0,5 %
Vjetnamesiskt0,4 %
Italienskt0,4 %
Koreanskt0,3 %
Russiskt0,3 %
Ymisk indiánamál0,2 %

Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úrLatínamerika: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar ogásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum[36]. Men sambært blaðnumLos Angeles Times vísa tøl, at tað eru ikki so nógvirlatínamerikanar, sum hava hug at fara norður um markið longur[37]. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur íMeksiko at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini.

Upprunafólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Enn livaindiánsk fólkasløg í USA. Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara uml. 1,5 % av øllum fólkinum. Síðanevropeararnir komu í16. øld, hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur.

Fjølmentastu fólkasløgini

[rætta |rætta wikitekst]
Upprunalond
PlássUpprunaland
(etniskan uppruna)
%
(av fólkatalinum í USA)
FólkatalPlássUpprunaland
(etniskan uppruna)
%
(av fólkatalinum í USA)
Fólkatal
1.Týskland15,2 %42 885 16213.USA (indiánar)1,5 %
2.Írland11,9 %36 278 33214.Puerto Riko1,4 %4 411 604
3.Meksiko10,0 %31 673 70015.Svøríki1,4 %3 998 310
4.Ongland8,7 %24 515 13816.Somalia1,3 %1 753 794
5.Italia5,6 %15 723 55517.Grønhøvdaoyggjarnar1,1 %1 430 897
6.Frakland3,9 %10 846 01818.El Salvador1,1 %1 736 221
7.Pólland3,2 %8 977 44419.Kina1,0 %2 432 585
8.Nigeria3,1 %8 309 66620.India0, 9%2 602 676
9.Etiopia2,4 %8 309 66621.Filipsoyggjar0,8 %2 475 794
10.Skotland1,7 %4 890 58122.Kuba0,6 %1 677 158
11.Niðurlond1,6 %4 542 49423.Danmark0,6 %1 430 897
12.Noreg1,6 %4 477 72524.Vjetnam0,6 %1 481 513
Kelda: 2000 United States Census Bureau

Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella íkirkju.

Meira enn 75 % av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið hava røtur úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir til dømisLittle Italy ogChinatown. Nógvarkirkjur eru í øllum stórbýum.

Átrúnaður

[rætta |rætta wikitekst]
Buddistiskt tempul íKalifornia.

Høvuðsgrein:Átrúnaður í USA

Seks av 10 amerikanarum meina atreligión er umráðandi í gerandisdegnum.

Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar erukristnar. 1 % av teimum hoyra til tað grikskt-ortodoksu kirkjuna, og yvir 23 % eru katolikkar. Tað eru 51,3 prosent protestantar. Í USA eru eisini umleið sjey miljónirmuslimar og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Í USA eru statur ogkirkja skild sundur.

Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í Sambandsríki Amerika íBíbliuni í 2007. Einans 20 prosent avspaniólum hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent avfranskmonnum lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond – USA,Stóra Bretland,Pólland,Týskland,Spania,Frakland,Holland,Russland, ogItalia - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent avfranskmonnum bóðu í 2007.[38]

Skúlaskapur

[rætta |rætta wikitekst]

USA er kent fyri sínar góðu útbúgvingar. Sum sæst á m.a. stuðulsskipanum, leggur USA stóran dent á, at fólkið útbúgvir seg. Hvørt ríki skipar fyri sínum skúlaskapi, og kommunur (municipalities) ella einstøk fólk ella feløg eiga nógvar av skúlunum. Tað kann tí vera rættiliga ymiskt, hvussu skúlaskipanin er í teimum ymsu plássunum. Men vanliga eru børnini í barnagarði, frá tí at tey eru 4 til 6 ár, frá 6 til 14 ár í fólkaskúlanum (elementary school), og framhildið kann so verða frá 14 til 18 ár í hægri skúla (junior high school oghigh school) og síðani 18 til 22 ár ícollege og eftir tað áuniversiteti. Tey gitnastu av hesum eruHarvard University íBoston,MA ogColumbia University íNew York City,NY.

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]

Sjá eisinilista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika ogforseti Sambandsríki Amerika.

Kongressin er lóggevandi valdið. Kongressin hevur tvey kømur:Umboðsmannatingið ogSenatið.
Austin er høvuðsstaður í statinumTexas. Í hesum húsinum í býnum heldur ríkisstjórnin íTexas til.

Amerikanskir politikarar taka avgerðir, sum ávirka allan heimin. Hvør statur hevur egið lóggávuvald og senda umboð tilKongressinaenskumCongress), so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Kongressin er býtt í tvey:Senatið ogUmboðsmannatingiðenskumHouse of Representatives). Hvør statur velur tveir limir í Senatið, men til Umboðsmannatingið verður valt eftir íbúgvatali. Onkuntíð er ósemja ímillum summir statir og kongressina. Í USA erfólkaræði ogtalufrælsi. Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar,Republikanski Flokkurin (GOP) ogDemokratiski Flokkurin. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru Republikanararafturhaldssinnaðir og Demokratar tað, sum amerikanarir kalla «liberalir» (vinstrahallir). Liberali vongurin og afturhaldssinnaði vongurin eru polariseraðir. Sjónvarpsrásirnar senda valfundir hjá flokkunum, skipaðar dystir millum valevni umframt lýsingar. Tað er tíðuligt atMSNBC er seraDemokratiskt litað[39], meðan til dømisFox News hellur meira tilRepublikanarnar[40]. Annars eru strandastatirnir í vestri ogNew England meira Demokratiskir, meðan miðstatirnir og suðurstatirnir stuðla Republikanarnum.

Vallutøkan í USA er lág í mun til onnurVestanlond; valluttøkan hevur verið minkandi síðani valið í 1964, tá 61,9 % av amerikanarum atkvøddu.[41] Vit kunnu á løgtingsvalum fegnast um, at valluttøkan íFøroyum er sera høg. Fleiri enn 90 % av veljarunum velja at luttaka. Í 2012 atkvøddi 58,2 % prosent í USA, meðan tað í 2008 vóru 61,6 % prosent av øllum veljarum, ið fóru á val.[42] Hægsta valluttøka var íMinnesota, har fleiri enn 75 % vóru á vali. Lægst var valluttøkan íUtah, nevniliga 52 %.[43] Hægsta valluttøka í USA var til forsetavalið í 1860 tá 81,2 % greiddu atkvøðu.[44]

Stríðið Ímóti Yvirgangi kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv.

Stjórnarskipan

[rætta |rætta wikitekst]
Donald Trump er nummar 47 í røðini avforsetum, ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 5. nov. 2024.

Valdið í USA kann býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hettatríbýtið av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið viðJames Madison á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum:All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives. Lóggevandi valdið hevur tíKongressin viðUmboðsmannatingið ogSenatið, útinnandi valdið er í hondunum áforsetanum, og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d.republikanarar hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin erdemokratur. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet. Í Umboðsmannatinginum sita 435 umboð, og eru hesi deild út á statirnar í mun til fólkatalið í statinum. Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er einans 2 ár, og verður alt Umboðsmannatingið endurvalt samstundis. Í Senatinum eru 100 umboð, har hvør av teimum 50 statunum hevur 2 umboð í part. Valskeiðið í Senatinum er 6 ár, men ein triðingur av hesum umboðum standa fyri vali 2. hvørt ár.

Lóggávuvaldið er soleiðis háttað, at tað er deilt í tvey kømur: eitt Umboðsmannating og eitt Senat. Saman verða hesi kallað Kongressin.

Stýrismátin í USA ersambandslýðveldi við einumforseta á odda. USA er eitt ríki samansett av fleiri ríkjum sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømisløgregla, sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Á odda fyri stýrinum í hvørjum ríki stendur ein guvernørur. Statirnir hava heimastýri við egnari stjórn og egnumhøvuðsstaði. Fyrr vóru statirnir at kalla sjálvstøðugir, men síðan er meiri vald lagt undir samveldisstjórnina við forsetanum á odda. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál oggjaldoyra. Á odda fyri stjórnini stendur ein forseti, sum verður valdur av øllum fólkinum. Stjórnin heldur til íWashington DC, har forsetin og húski hansara búgva íHvítu Húsunum. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár.Donald Trump úrFlorida er 47. og núverandi forseti í USA. Hann hevur nógv persónligt vald, til dømis uttanríkisviðurskiftum viðvíkjandi. Í USA verður ikki valt eins og íFøroyum, har fólk atkvøða fyri hvør sínum valevni. Amerikanarar hava tveir kandidatar at velja ímillum: umboðið hjáDemokratiska flokkinum og umboðið hjáRepublikanska flokkinum.

Í USA verður ikki talað um einkultatkvøður, men heldur um samlaðu atkvøðurnar hjá hvørjum stati. Hvør statur hevur nevniliga eitt ávíst tal av valmonnum (áenskum "'Electoral college'"), alt eftir hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum – jú fleiri íbúgvar, jú fleiri valmenn. Tan lítli staturin,Vermont, har 626 000 fólk búgva, hevur til dømis bara 3 valmenn, meðan tann fólkaríkasta staturin,Kalifornia, hevur 55. Og gandatalið fyri at vinna valið er 270 atkvøður av teimum samlaðu 538. Klárar annað av valevnunum at koma uppá hetta talið, so er valið avgjørt. Tá so funnið er fram til, hvønn meirilutin í statinum atkvøðir fyri, hava hesir valmenninir skyldu til at atkvøða fyri tí valevninum á valdegnum. Hetta kann kallast fleirtalsval. Tað vil altso siga, at í øllum statum verða atkvøðurnar taldar saman, og tað forsetavaldømið, sum hevur fingið flest valmenn, vinnur so allar valmenninar í tí statinum. Um eitt forsetavalevni altso fær meirilutan (t.d. 50,1 %) av teimum 55 valmonnunum íKalifornia, so vinnur hann allar tær 55 atkvøðurnar. Í USA hevur verið forsetaval sum t.d. í 2000,George W. Bush (R) vann (271 valmonnum, 47,9 % atkvøðum), meðanAl Gore (D) fekk samanlagt fleiri atkvøður enn Bush (266 valmonnum, 48,4 % atkvøðum). Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna.

  • Forsetavalið 2016  Clinton (D) 232 valmenn (48,0 %)  Trump (R) 306 valmenn (46,1 %)
    Forsetavalið 2016
      Clinton (D)
    232 valmenn (48,0 %)
      Trump (R)
    306 valmenn (46,1 %)
  • Forsetavalið 2012  Obama (D) 332 valmenn (51,1 %)  Romney (R) 206 valmenn (47,2 %)
    Forsetavalið 2012
      Obama (D)
    332 valmenn (51,1 %)
      Romney (R)
    206 valmenn (47,2 %)
  • Forsetavalið 2008  Obama (D) 365 valmenn (52,9 %)  McCain (R) 173 valmenn (45,7 %)
    Forsetavalið 2008
      Obama (D)
    365 valmenn (52,9 %)
      McCain (R)
    173 valmenn (45,7 %)
  • Forsetavalið 2004  Kerry (D) 251 valmenn (48,3 %)  Bush (R) 286 valmenn (50,7 %)
    Forsetavalið 2004
      Kerry (D)
    251 valmenn (48,3 %)
      Bush (R)
    286 valmenn (50,7 %)
  • Forsetavalið 2000  Gore (D) 266 valmenn (48,4 %)  Bush (R) 271 valmenn (47,9 %)
    Forsetavalið 2000
      Gore (D)
    266 valmenn (48,4 %)
      Bush (R)
    271 valmenn (47,9 %)

Ein av hvørjum hundrað sitafongslaði í USA í 2008. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9[45].

Deyðadómur

[rætta |rætta wikitekst]
Ravmagnsstólurin verður enn nýttur í m.a.Tennessee ogNebraska.

Í USA erdeyðadómur; USA er einasta landi áamerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstrirættur hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini[46]. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Síðan tá eru 1303 fólk avrættað í USA - av teimum umleið triðingurin íTexas[47].Texas er tann lutstaturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum[48]. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í1990-unum[49]. Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt at havadeyðarevsing, og meiri enn annar hvør amerikanari heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakanning hjá Gallup í 2006 siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing, og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyðadóm. Tað eru serligarepublikanskir veljarar, sum eru fyri deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljarunum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava somu hugsan.

Maryland avtók deyðarevsing í 2013, og sostatt eru nú 18 amerikanskir statir, har deyðarevsing ikki er ein møguleiki. Roknað verður við, at 3 aðrir statir –New Hampshire,Delaware, ogColorado – komandi ár fara at taka deyðarevsingina upp til politiska viðgerð og møguliga avtaka hana. Seinastu seks árini hava seks statir – ein um árið – avtikið deyðarevsingina, sum nú er galdandi í 32 av teimum 50 amerikansku statunum. Í 2013 vórðu 80 fólk deyðadømd í USA, og hóast tað er eitt vet fleiri enn í 2012, er tað væl færri enn miðskeiðis í1990-unum, tá tað var vanligt, at fleiri enn 300 fólk vórðu dømd til deyðan um árið.

Í 1987 gekk ein hálv mió. fólk tilWashington DC at mótmæla, at ov lítið varð gjørt at vissasamkyndum betri umstøður.

Harðskapur orsakað av kynsligu orienteringini hjá offrinum verður bólkaður sum hatursbrotsverk í USA, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er úrslit av einari søguligari nýggjari lóg, sumSenatið hóast stóru mótstøðu fekk góðkent í2010. Uppskotið kom fyriSenatið, eftir at 237demokratar og 44republikanarar íKongressini høvdu stuðla uppskotinum; 131 republikanarar og 15 demokratar vóru ímóti.

Við nýggju lógini verður skilmarkingin avhatursbrotsverki frá1960unum, sum higartil hevur umfatað rasu, húðalit,religión og uppruna, víðkað við kynsligari orientering, kyn, kynssamleika og brek. Felagskapir fyri borgararættindir hava stríðst fyri hesari víðkan í nógv ár, og hava minni víðgongd uppskot áður verið feld íKongressini.Afturhaldsinnaðir bólkar hava tó protestera móti lógini, sum teir meta, er brot á talifrælsi, og vilja hesir bólkar vera við, at hendan lógin er bert eitt stig á leiðini fyri fleiri rættindum tilsamkynd. Lógin er uppkallað eftir tveimum offrum fyri hatursbrotsverk:Matthew Shephard, ein 21 ára gamal samkyndur lesandi, sum í 1998 bleiv dripin íWyoming, ogJames Byrd, ein littur maður, sum doyði íTexas í 1998, eftir at tríggir hvítir menn høvdu bundið eina ketu um bein hansara og drigið hann eftir teirra pickupbili fleiri kilometrar.

Við nýggju lógini verður eisini meir almennur peningur fluttur til lokalar myndugleikar, soleiðis at teir kunna granska hatursbrotsverk, meðan landsmyndugleikarnir fáa møguleika at blanda seg, um teir ikki halda, at lokala løgreglan ger nokk við at basa haturbrotsverkum. Amerikanski hægstirætturin hevur avgjørt í juni 2015, at samkynd sleppa at giftast í øllum 50 statunum. Av teimum níggju hægstarættardómarunum í Amerika atkvøddu fimm fyri og fýra ímóti eini boyting av hjúnabandslógini. Áðrenn vóru homohjúnabond bert loyvd í 36 statum. "Avgerðin um homo-hjúnabond er eitt stórt stig móti javnrættindum", skrivar amerikanski forsetin,Barack Obama, áTwitter. Í juni mánaða 2013 avgjørdi amerikanski hægstirættur, at ein ikki kann definera hjúnabandið sum bara verandi ímillum mann og kvinnu. Hetta viðførdi, at samkynd kundu fáa somu rættindi sum hinkynd. Tó var tað upp til hvønn einstakan stat, um hjúnaband millum samkynd var lógligt. Men í 2015 er avgjørt, at øll samkynd sleppa at giftast.

Í USA hava samkynd loyvi at ættleiða íHawaii,Connecticut,Minnesota,Indiana,Oregon,Florida,Arkansas,Iowa,Illinois,Vermont,New Hampshire,Rhode Island,Maine,Kolorado,Nevada,Kalifornia,Massachusetts,Delaware,New Jersey,New Mexico,New York,Ohio,Washington,Wisconsin,Maryland,Washington DC,Guam,Pennsylvania, og ein samkyndur partnari kann ættleiða børnini hjá hinum partnaranum íMontana ogIdaho.

Heilsuskipanin

[rætta |rætta wikitekst]

Heilsuskipanin, sum varð samtykt 21. mars í 2010, er størsta og umfatandi heilsuskipan í USA síðaniLyndon B. Johnson í 1965 fekk sínar heilsuskipanir ígjøgnum. Síðani hava fleiriforsetar roynt at endurnýggja skipanina, uttan at tað hevur eydnast. Heilsuskipanin var eitt størstu vallyftunum hjáObama í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2008. Nýggja heilsuskipanin hevur við sær, at allir amerikanskir borgarar fyri fyrstu ferð í søgu landsins nú hava eina almenna sjúkratrygging. Higartil hava okkurt um 32 milliónir amerikanarar ikki verið umfataðir av sjúkratrygging. "Hetta er ein stórur sigur fyri alt tað amerikanska fólkið", segðiBarack Obama, forseti, í røðu sínari, táUmboðsmannatingið í mars 2010 samtykti heiluskipanina við 219 atkvøðum fyri og 212 ímóti.

Landsverja

[rætta |rætta wikitekst]
Amerikanskir hermenn íAfghanistan í 2008.

USA erhernaðarliga sterkasta ríkið í heiminum[50]. Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur heimins bestu verju, og landið er heimins einasta risaveldi. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla.

Í 1949 var USA við til at stovnaNATO. Aftrat londunum í NATO eru trý onnur lond, ið eru sameind við USA, umráðandi hjá USA:Ísrael,Japan ogAvstralia. Av NATO-londunum hevurStóra Bretland inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum.

20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15 % av samlaða talinum. Síðan 20. september 2001, táKríggið Móti Yvirgangi brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum íAfghanistan og íIrak. Meðalaldurin er 23 ár og flestallar eru giftar og eiga børn. Fyri ikki at tær skulu koma sær í óneyðugan vanda, skulu tær sambært amerikanskari lóg ikki sendast til hermóti ella arbeiða í servandum deildum, men í dag er tað ein stórur spurningur, hvar hermótið í grundini er. Í mars í 2016 gav fyrrverandi amerikanski forsetin,Barack Obama, kvinnum atgongd at røkja øll størv og embæti innan amerikanska herin.

Í 2011 førir USA heimsumfatandiKríggið Móti Yvirgangi, serliga íAfghanistan ogIrak. Hesi átta árini, USA hevur havt herfólk íIrak, hava 4 432 latið lív[51].Álopið á World Trade Center íNew York í 2001 og Kríggið Móti Yvirgangi hevur havt við sær eina nýggja trygdarstrategi, sum sigur, at USA skal vera størsta hernaðarveldið í heiminum, og ein og hvør sum kemur í nánd av USA á hesum økinum, verður mettur at vera fíggindi.

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://dictionary.reference.com/browse/america
  2. http://www.urbandictionary.com/define.php?term=superpower
  3. http://www.thehindu.com/news/article740679.ece
  4. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-12-27.https://web.archive.org/web/20181227071047/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html.Heintað 2010-03-28. 
  5. "Archive copy".http://www.cbc.ca/canada/story/2009/05/15/f-vp-gillespie.html.Heintað 2009-05-17. 
  6. http://www.dickshovel.com/ind.html
  7. http://www.usatoday.com/news/nation/2004-03-24-king-marriage_x.htm
  8. http://www.cdc.gov/mmwr/preview/mmwrhtml/mm5739a2.htm
  9. http://img.thebody.com/legacyAssets/33/89/northdakota_2004.pdf
  10. http://www.cdc.gov/hiv/topics/surveillance/basic.htm
  11. http://www.nrk.no/skole/artikkeldetalj?article=oid:T258529616
  12. http://snl.no/11._september_2001
  13. http://www.reuters.com/article/2011/04/28/us-usa-weather-tornadoes-idUSTRE73R5QY20110428
  14. http://www.guardian.co.uk/news/datablog/2009/aug/18/percentage-population-living-cities
  15. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html
  16. http://www.ssb.no/uhjelpoecd/
  17. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  18. http://online.wsj.com/news/articles/SB10001424052702303492504579111360245276476
  19. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  20. http://www.forbes.com/sites/robertlenzner/2011/05/14/exxon-mobil-ceo-says-oil-price-should-be-60-70-a-barrel/
  21. http://www.globalpost.com/dispatch/news/afp/131216/us-oil-output-approach-96-mn-bd-2016
  22. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06.https://web.archive.org/web/20160306113612/http://norskoljeoggass.no/pagefiles/6527/olf%20milj%c3%b8rapport%202007.pdf.Heintað 2014-03-02. 
  23. http://www.nrk.no/okonomi/2-mill.-fat-olje-per-dag-fra-norge-1.7091634
  24. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  25. http://online.wsj.com/news/articles/SB10001424052702303492504579111360245276476
  26. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05.https://web.archive.org/web/20160305073523/http://e24.no/energi/energibyraa-venter-oljerevolusjon-i-usa/20298667. 
  27. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12.https://web.archive.org/web/20070612213256/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html.Heintað 2008-06-17. 
  28. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-16.https://web.archive.org/web/20110816195449/http://www.dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=1095&M=NewsV2&Action=1.Heintað 2011-03-15. 
  29. http://aktuelt.fo/utflutningurin+til+russland+nogv+vaksin.html%5B%5D
  30. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-23.https://web.archive.org/web/20140723090915/http://industry.fo/Default.aspx?ID=32&Action=1&NewsId=1166&PID=4786.Heintað 2014-03-26. 
  31. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12.https://web.archive.org/web/20070612213256/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html.Heintað 2008-06-17. 
  32. http://data.bls.gov/timeseries/LNS14000000
  33. http://www.businessinsider.com/here-are-the-states-with-the-highest-and-lowest-unemployment-rates-2014-1
  34. http://www.guardian.co.uk/world/2013/apr/09/usa-homeless-numbers-spending-cuts
  35. https://www.census.gov/prod/2013pubs/acs-22.pdf
  36. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-04-17.https://web.archive.org/web/20090417195925/http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html.Heintað 2009-04-17. 
  37. http://articles.latimes.com/2011/nov/15/world/la-fg-mexico-migration-20111115
  38. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5289%5B%5D
  39. http://www.nytimes.com/2007/11/06/business/media/06msnb.html?_r=2&oref=slogin&pagewanted=print&oref=slogin
  40. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-14.https://web.archive.org/web/20110514024623/http://mediamatters.org/research/200407210007.Heintað 2011-05-20. 
  41. http://uselectionatlas.org/RESULTS/index.html
  42. http://www.huffingtonpost.com/michael-p-mcdonald/turnout-in-the-2012-presi_b_2663122.html
  43. https://www.census.gov/newsroom/releases/archives/voting/cb09-110.html
  44. http://www.presidency.ucsb.edu/data/turnout.php
  45. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=4770%5B%5D
  46. http://supreme.justia.com/us/408/238/case.html
  47. http://www.deathpenaltyinfo.org/number-executions-state-and-region-1976
  48. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-05-05.https://web.archive.org/web/20080505003851/http://www.123.fo/Default.aspx?articleid=5286.Heintað 2008-06-17. 
  49. http://www.amnesty.fo/00402/00793/%5B%5D
  50. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/country_profiles/1217752.stm
  51. http://www.defense.gov/news/casualty.pdf
Høvuðsstaðarøki
Statir
Hjáland
Lond
Sjálvstýrandi øki
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=USA&oldid=385776"
Bólkar:
Fjaldir bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp