Tynwald (á mannskum: Tinvaal) er gamla navnið a lógar-tinginum áMann, tað formliga navnið nú á døgum er High Court of Tynwald. Gamla navnið er runnið úr norrønum,Þingvǫllr, og er av sama uppruna sum íslendska orðiðÞingvellir. Tynwald er eitt parlament við tveimum kømrum. Á hvørjum árið er hátíðarhald í býnum St. John's, sum liggur mitt á oynni. Hátíðarhaldið er vanliga 5. juli og er hildið uttandura. Burtursæð frá hesum degi, tá tingið er flutt til St. John's, so halda bæði kømrini til íDouglas. House of Keys tekur sær mest av at smíða lógir. Legislative Council hevur 11 limir og er lóggevandi. Limirnir mugu vera í minsta lagi 21 ára gamlir og búgva á Mann. Átta av teimum eru valdir av undirhúsinum, Keys. Tað eru tríggir fastir limir: Biskoppurin av Sodor og Man, Forsetin av Tynwald og Stjórnaradvokaturin. House of Keys hevur beinleiðis valdir limir, 24 í tali. House of Keys varð fyrstu ferð nevnt í søguligum skjølum í 1417, sum varð skrivað av einum enskum vísindamanni, sum skrivaði á latíni umClaves Mann and Claves Legis ("The Keys of Mann" og "The Keys of Law").