Lýðveldið Turkaland (Turkiskt:Türkiye Cumhuriyeti) er bæði íEvropa ogAsia, og smalt sund er ímillumevropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark viðSvartahav í norðri,Bulgaria ogGrikkaland í vestri,Sýria ogIrak í suðri, og viðIran,Armenia,Aserbadjan ogGeorgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmiklaOsmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæðiislamskir ogkristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr íIstanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður erAnkara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands.BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er$ 12,900 (sbrt.CIA World FactbookArchived 2016-05-27 at theWayback Machine). Tjóðardagur er29. oktober.
Fyrri heimsbardagi gjørdi enda áOsmannaríkinum.Arábisku landslutirnir fingu sjálvræði, og ríkið misti øll landøki síni íEvropa uttanKonstantinopel, og í1923 legði seinasti osmanniski sultánurin,Mohammed 6., frá sær. Íoktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, ogMustafa Kemal (19. mai1881 –10. november1938) varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum.Mustafa varð afturvaldur í1927,1931 og1935; hann varð nevndurAtatúrk, sum merkir "faðir turkanna", og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk,latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga íevropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-árabúskaparætlan.Kemal Atatúrk doyði í1938.
Í2007 var val í Turkalandi, og samstundis harðnaði andstøðan millumkurdar og turkisku stjørnuna, ið hevur ført við sær eina øking av bæði yvirgangi og av turkiskari nationalismu.
Í2004 byrjaðu samráðingar umES-limaskap. Tað eru 32 samráðingarøki, ið skulu góðkennast. Samráðingar um seks av hesum økjum eru byrjaðar. Bert eitt av hesum økjum er í dag góðkent, tað er "tøkni og vísindi".
At byrja við gekk tað væl við kjakinum umES-limaskap, serliga tí Turkaland hevði eina sterka alliansu viðBretland, sum viðTony Blair á odda hevði formanskapin íES. Í dag er taðNicolas Sarkozy, sum situr við formansskapinum íES, ogFraklandi er einamest móti turkiskum limaskapi. Forsætisráðharrin íBretlandiGordon Brown, er heldur ikki so heitur fyri turkiskum limaskapi.
Turkiska nationalisman er einamest við til at seta fóti fyri øllum samráðingunum um turkiska limaskapin íES. Eitt stórt problem í mun til hetta er, at turkiski herurin er alt ov sterkur. At turkar enn forfylgja minnilutum, so sumkurdum,kristnum og sínum egnu atfinnarum, við lógini móti at tosa niðursetandi um alt, sum er turkiskt. Enn vil Turkaland ikki viðurkennaKýpros og vil ikki loyva skipum úr Kýpros at leggja at í turkiskum havnum, bert við hesi avgerð brýtur Turkaland við 8 økir, ið skulu góðkennast avES.
Gamli býurinEfesos á strondini í Vesturturkalandi er gitin fyri stóra uttanduraleikpallin, sum varð bygdur í 1. øld e. Kr. - har eru 24 000 sessir.
Marknaðir ella basarar eru vanligir í mongum turkiskum býum. Turkaland er gitið fyri listhandverk sítt, helst vøkru teppini, lutir úr leiri, leðurvørur og smíðaðar lutir úr kopari. Teppini verða knýtt av silkitráði og bummullartráði og hava vøkur mátað mynstur ella blómumynstur, ið ofta eru úr heimstaði vevarans.
Siður er, at fólk hittast á uttandurakaféum, helst mannfólkini. Teir koma hagar at drekka te ella turkiskt kaffi, roykja pípu og práta. Ofta spæla teir kort ella damma. Bara mannfólk roykja vatnpípu. Roykurin verður sogin ígjøgnum langa slangu. Sterkt, svart kaffi er væl umtóktur drykkur í Turkalandi.
Landafrøðisliga liggur bara 3 prosent av Turkalandi íEvropa. Restin liggur íAsia. Landslagið er fjølbroytt, og veðurlagið er skiftandi, nógvastaðni fruktar væl, og landið er sjálvbjargið viðmati.
Fleiri milliónir ferðafólk koma til Turkalands á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum og at síggja fornminni. Ferðavinnan er ein av høvuðsvinnuvegunum í Turkalandi.
Annaðhvørt fólk í Turkalandi arbeiðir í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. hveiti, bummull, tubbak, sukurrøtur og frukt. Fram við Svartahavi dyrka teir nógv te, tað er væl dámdur drykkur í Turkalandi. Konufólk gera mesta landbúnaðararbeiði. Nógv og góð búnaðarjørð er í Turkalandi, og landið dyrkar nóg mikið til egna nýtslu og til útflutnings.