Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Tunesia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
الجمهورية التونسية
Al-Jumhūriyyah at-Tūnisiyyah
Flagg Tunesia
(Flagg Tunesia)
Skjaldarmerki Tunesia
(Skjaldarmerki Tunesia)
Tjóðarslagorð:Hurriya, Nidham, 'Adala
Tjóðsangur:Himat Al Hima
Alment málArábiskt
HøvuðsstaðurTunis
ForsetiKais Saied
LøgmaðurSara Zaafarani
Fullveldi20. mars1956
(fráFrakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
163,61 km²
5,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans2024
 -tættleiki
 
11 887 412
79/km²
GjaldoyraTunesiskur dinarur (TND)
TíðarøkiUTC +1
Økisnavn á alnetinum.tn
Telefonkota+216

Tunesia (arábiskt:الجمهورية التونسية ellaAl-Jumhūriyyah at-Tūnisiyyah) er ímillumAlgeria ogLibya og er minsta land íÚtnyrðingsafrika.Høvuðsmálið erarábiskt. Ferðavinnan hevur stóranbúskaparligan týdning. Størsi býurin oghøvuðsstaður erTunis. Aðrir stórir býir erSfax,Ariana,Sousse og fornaldar býurinKarthago.

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Til stóra prísfallið var á olju í1980-árunum, vóruolja oggass nógv størsta inntøkukelda hjá Tunesia. Nú eru klæði og landbúnaðarvørur eisini vorðin týðandi táttur íbúskapinum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest avkalsium-fosfati, ið verður nýtt í evnafrøðiídnaði og til handilsstøð. Mesti ídnaðurin er í høvuðsstaðnumTunis og uttan um hann.

Um tveir triðingar av landinum eru búnaðarlendi, men lítið avfall ger, at nógvastaðni hevur verið neyðugt at leggja vatnveitingar. Mest verður dyrkað av hveti og byggi, aldinfruktum, vínberum, fikum, dadlum og oljuberum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av olivinolju. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandimatvørur.

Lýggir vetrar og mangirsøguligir staðir lokka á hvørjum ári mong ferðafólk til Tunesia. Til 1976 var ferðavinnan tann vinnugrein, ið gav landinum mest av fremmandumgjaldoyra. Fyrst í 1980-árunum kom stígur í ferðavinnuna, men nú gongur framá aftur, og 4 milliónir fólk koma hagar um árið. Landsmyndugleikarnir hava stuðlað at byggja út frítíðarstaðir og gistingarhús, tí vinnan veksur so skjótt. Mangir túsund tunesar starvast í ferðavinnuni.

Flestu ferðafólk koma úr grannalondunum,Libya ogAlgeria, og úrEvropa. Bíligir flogferðaseðlar og longsulin eftir fremmandum frítiðarstaðum hava gjørt, at nógvirevropearar fara til Tunesia at ferðast.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Síðan fornøld hevur Tunesia havt tætt samband viðEvropa. Tað var miðdepil í stórveldinumKarthago í 4. øld f. Kr. og gjørdist seinni partur í máttmiklaRómverjaríkinum. Í 7. øld e. Kr. gjørdumuslimskir arábar innrás í Tunesia, og fyrst í1880-árunum tókufranskar herdeildir landið. Tunesia gjørdist frælst ríki í 1956. Síðan tá hevur landið fingið nýggja stýrisskipan, og fleirflokkatingræði er sett í gildi.

Tunesia fór fráeinaveldi tildemokrati í 2011, aftaná ein uppreistur, sum kollvelti Tunesia og eisini legði lunnar undir, at fólk í Egyptalandi, Yemen, Bahrain, Libya og Syria, gjørdu uppreistur. Í summum londum bleiv uppreisturin sera ógvusligur, men í Tunesia gekk broytingin frá einaveldi til demokrati væl.

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]
Nalja Bouden Romdhane er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Tunesia.

Trúarfrælsi

[rætta |rætta wikitekst]

Í 2014, trý ár eftir, at Arábiska várið byrjaði í Tunesia, er grundlógartingið nær við at staðfesta eina nýggja grundlóg. Nýggja grundlógin hevur ikkiislam sum týdningarmestu rættarkeldu, men sum sigur, at landið skal verja tað heilaga. Pláss er ikki fyrisharialóg í grundógini, og tað er nakað, sum átrúnaðarligir minnilutar siga er kærkomið. Grein seks í lógini bannar allari ákæru um fráfall og eggjan til harðskap, samstundis sum bæðiKoranin ogMuhammedslæra verða frávístar sum rættarkelda. Umframt at landið í grundlógini skal “verja tað heilaga”, so skal tað sambært henni eisini hava ábyrgd av átrúnaði og samvitskufrælsi.Rómversk-katólska kirkjan hevur sagt seg stuðla nýggju lógini, tí hon sær út til at tryggja trúarfrælsi[1].

Mentan

[rætta |rætta wikitekst]

Tunesisk matgerð er ávirkað av arábiskum,turkiskum ogfronskum matsiðum. Tjóðarrættur ercouscous, ið er blandingur av semuljagrýnum, kjøti og grønmeti. Sterkt kryddaðir grýturættir,tajines, kókaðir í leirgrýtu, er eisini væl dámdurmatur. Omaná eta tunesar frukt, dadlur fyltar við mandludeiggi ella baklava, ið er nøtar- og hunangskøka. Vanligasti drykkur er sterkt, svart kaffi ella myntte. Siður er, at eftir arbeiðstíð fara mong mannfólk á kaffistovu at hitta vinir og drekka kaffi.

List og handverk

[rætta |rætta wikitekst]
Landslutir í Tunesia.

Lívligastu býarpartarnir í einum tunesiskum býi eru marknaðirnir, nevndirsouk. Teir eru sum villiniborg av smølum, krókutum gøtum, har ið yður í keypmonnum og handverkarum, sum selja vørur sínar. Her ber til at keypa alskyns lutir, ið eyðkenna tunesiska list og handverk, til dømis koparketlar, teppi, leðurvørur, prýði og baldýrkað klæði. Í øðrum búðum selja teyfisk, kjøt, frukt og grønmeti.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]

Meginparturin av teimum 10 milliónum fólkunum í Tunesia búgva í smala strandgeiranum út ímótiMiðjarðarhavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið: tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Tunesia hevur mark viðLibya ogAlgeria.

Landslutir í Tunesia

[rætta |rætta wikitekst]

1.Ariana
2.Béja
3.Ben Arous
4.Bizerte
5.Gabès
6.Gafsa
7.Jendouba
8.Kairouan
9.Kasserine
10.Kebili
11.Kef
12.Mahdia
13.Manouba
14.Medenine
15.Monastir
16.Nabeul
17.Sfax
18.Sidi Bou Zid
19.Siliana
20.Sousse
21.Tataouine
22.Tozeur
23.Tunis
24.Zaghouan

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://www.nytimes.com/2012/03/27/world/africa/tunisia-says-constitution-will-not-cite-islamic-law.html?_r=0

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Tunesia&oldid=384552"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp