Estimates for this country explicitly take into account the effects of excess mortality due to AIDS; this can result in lower life expectancy, higher infant mortality and death rates, lower population and growth rates, and changes in the distribution of population by age and sex than would otherwise be expected.
Lýðveldið Togo (franskt:République Togolaise) er eitt land íVesturafrika. Togo hevur mark viðBenin,Gana ogBurkina Faso. Landið hevur 8.703.961 íbúgvar (2023).[2]Lomé er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Togo og liggur út tilGuineavíkina har suðuri í landinum. Togo liggur innibygt ímillum Gana og Benin; landið var fyrr franskthjáland og gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960. Fólkið er blandað, og fleiri enn 30 fólkasløg eru í landinum. Fjølmentast eru ewefólkið fyri sunnan og dagomba fyri norðan.Fosfat - steinslag nýtt sum ráevni í handilstøðum - er helvtin av útflutningsinntøkunum í Togo. So eintáttað inntøkugrundarlag ger búskapin í landinum óstøðugan, tí at fosfatprísurin á heimsmarknaðinum er óstøðugur. Høvuðsstaðurin í Togo, Lomé, er týdningarmesti havnabýur í Vestur-Afrika.
Hóast Togo er blóðfátækt land, er landið sjálvbjargið viðmati. Um 75% av fólkinum búgva á bygd og liva avlandbúnaði. Tey dyrkamais, jamsrót,rís og maniok til egna nýtslu ogkaffi,kakao ogbummull at selja og flyta út. Nógv fólk við strendurnar livir av útróðri.