Tianjin, fyrr romaniserað sumTientsin, er ein metropolbýur í norðari partinum av Kina via havið. Býurin er ein av seksNational Central of China. Talið á kommunum 15.469.500.[2]
Jørðin har ið Tianjin liggur í dag, varð skapað í fornøldini við botnseting frá ymiskum áum, ið runnu út í sjógvin við Bohai-flógvan, teirra millumYellow River ið rann út í havið á hesum øki fyrr í tíðini. Áðrenn tað var her opið hav.
Tá iðGrand Canal varð gjørd gjøgnum Sui-kongsríki mentist Tianjin til ein handilsmiðdepil.
Í 1856 tóku kinesiskir hermenn seg umborð áThe Arrow, ið var eitt skip ið kinesarar áttu, men var skrásett íHongkong, men nýtti bretska flaggið og var undir illgruna fyri sjóræning, at smugla og fyri at handla við opium. Teir fangaðu 12 menn og fongslaðu teir. Sum aftursvar sendu bretar og franskmenn kanónskip undir leiðslu av Admiráli Sir Michael Seymour at takaTakuborgirnar nærindis Tianjin í mai 1858. Síðst í fyrra parti avSeinna Opiumkrígnum í juni sama ár vunnu bretar og fraklendingar, ogTianjin-sáttmálin varð undirskrivaður. Sáttmálin læt upp fyri handli millum Tianjin og onnur lond. Sáttmálarnir vórðu staðfestir avkeisaranum í Kina í 1860, og Tianjin varð formliga latin upp fyri Stórabretlandi og Fraklandi, og á tann hátt eisini til umheimin. Millum 1895 og 1900 komuJapan,Týskland ogRussland afturat, og seinni komu eisini lond sumEysturríki-Ungarn, Italia ogBelgia, ið ikki høvdu serloyvi til handilsvinnu í Kina, og stovnaðu teirra egnu øki í Tianjin, hvørt land hevði síni egnu fongsul, skúlar, barakkir og sjúkrahús.[3] Søguligu slóðirnar eftir hesum stýri síggjast í arkitekturinum, t.d. kirkjur og í túsundatalið av sethúsum.
Tianjin liggur við vesturstrondina áBohaiflógvanum, mótsattu megin eru landslutirnirShandong ogLiaoning. Tianjin hevur mark tilBeijing 120 kilometrar í ein útnyrðing, og burtursæð frá móti eystri, so er býurin umgirdur til allar síðir avHebei.
Hesi øki og lond eru býtt sundur í smærri eindir, per 31 desember 2004 (2004 -12-31)[update], í 240 eindir á township støði, teirra millum 120 býir, 18 townships, 2 etnisk townships og 100 undirøki.
↑shi, Guo wu yuan ren kou pu cha ban gong; council, Guo jia tong ji ju ren kou he jiu ye tong ji si bian = Tabulation on the 2010 population census of the people's republic of China by township / compiled by Population census office under the state; population, Department of; statistics, employment statistics national bureau of (2012).Zhongguo 2010 nian ren kou pu cha fen xiang, zhen, jie dao zi liao (Di 1 ban. ed.). Beijing Shi: Zhongguo tong ji chu ban she.ISBN978-7-5037-6660-2.