Thiamin ellavitamin B1 er eitt litleyst evni við frymilinum C12H17N5O4S. Tað kann upploysast í vatni, men ikki íalkohol. Thiamin er alneyðug í niðurbrótingini avkolhydratum.
Thiamin verður brúkt til at umskapakolhydratir til drúvusukur (glukosu). Tá drúvusukur verður umskapa í kroppinum, skapast orka, sum er týdningarmikil fyrihjarta,heilan ogvøddarnar.
Mangul av thiamin kann elva til nervadegeneratión, svinn og deyða. Mangulin kann m.a. koma av rúsdrekkamisnýtslu og skeivari føði ella hungri. Tekin uppá thiaminmangul eru versnaður matarhugur, møði, ørkymlan og konsentratiónstrupulleikar. Viðvarandi mangul kann elva til sjúkurnarberiberi ogKorsakoffs sinnissjúku.
Mangul er tó sera óvanligt og sæst her á landi bert hjá persónum við stórari rúsdrekkamisnýtslu.