Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Tasmania

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tasmania
Landafrøði
Vídd90,758 km²
Vatn24.63 %
Umsiting
LandAvstraliaAvstralia
Íbúgvalæra
Fólkatal512,100(2012)
Íbúgvatættleiki7.36 /km²

Tasmania er einoyggj, hon liggur í ein landsynning úrAvstralia. Hon er minsta landið í Avstralska samveldinum, og har búgva eini 512 000 fólk. Sundið millum Tasmania og Avstralia eitur Bass-sund. Veðurlagið í Tasmania er temprað, og avfallið nóg mikið til allan vøkstur. Har veksur bæði savanna og regnskógur. Vetrarnir eru mildir, og sumrini nakað sum í Vesturevropa. Veðurlagið er vátligari og svalligari enn aðrastaðni í Avstralia, og oyggin er gitin fyri grønmeti, seyðahald og frukt. Tey hava eisini silvur, tin og aðra námsvinnu. Stórir partar av vestarlaga á oynni eru óbygdir. Har eru tættir skógir og nógv høg fjøll. Her halda nøkur av teimum villu upprunadjórunum til enn, til dømisposadevulin.

Oyggjarbúgvarnir eru bøndur og ídnaðarmenn. Bøndurnir hava stórar súreplagarðar, og frukt er ein munandi útflutningsvøra. Teir hava eisini stórar veltur av humlu, sum fer til ølgerð. Teir velta eisini korn, epli og alskyns grønmeti. Seyðurin er nógvur í haganum og neytini við, og í skógunum vaksa nógv virðismikiltrø. Trøini verða í býunum gjørd til hús og býnyttur, men mongdin fer til pappírsídnað. Landbúnaðurin og dýrahaldið geva ráevni til ídnað.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Fyrst í17. øld finguniðurlendingar alt størri ræði sum sjófaranditjóð íAsia,Avstralia og íKyrrahavsoyggjum. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úrSuðurafrika tilIndonesia sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinumAvstralia. Í 1616 fórDirck Hartog skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdiAnthony van Diemen, stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri íJakarta, at lataAbel Tasman standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður íKyrrahav, og at finna eina styttri siglingarleið tilSuðuramerika. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hanaVan Diemens Land. Síðan kom hann eisini tilNýsælands,Fiji ogTonga. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrondAvstralia. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið.

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Tasmania&oldid=367317"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp