Lýðveldið Kina (kinesiskt: 中華民國 Zhōnghúa míngúo) ellaTaivan, Á hesi oyggj búgva um 23,5 mió. fólk.
Lýðveldið Kina hevur verið avbyrgt frákinesiska meginlandinum síðan1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði taptborgarakríggið ímótikommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, ogFólkalýðveldið Kina sigur Taivan verðakinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki.
Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan[2].
Tá iðportugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í1590, nevndu teir oynnaIlha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.[3]
Langt fyri atkinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egiðmál, men mangir siðir og gerandislív líktist.Kinverjar komu hagar í17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú eramifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur.Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
Størstuátrúnaðirnir í Taivan erubuddisma,taoisma ogkonfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum.Taoisman, ið tók seg upp íKina um300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).