Tvøroyrar Bóltfelag | |||
Navn | Tvøroyrar Bóltfelag | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | TB | ||
Stovnað | 1892 | ||
Leikvøllir | Trongisvágur | ||
Formaður | ![]() | ||
Høvuðsvenjari | ![]() | ||
Liga | 1. deildin | ||
2024 | 3. (1. deild) | ||
Heimasíða | http://www.tb.fo | ||
Tvøroyrar Bóltfelag ellaTB er eitt fótbóltsfelag avTvøroyri, sum varð stovnað13. mai1892. TB er elsta bóltfelag íFøroyum. Umframt at TB er eitt fótbóltsfelag er tað eisini eitt flogbóltsfelag. TB fótbóltur og TB flogbóltur hava tó hvør sína nevnd.[1][2] Onnur ítróttarfeløg á Tvøroyri og økinum kringTrongisvágsfjørð eruTvøroyrar Borðtennisfelag (TBF),Froðbiar Sóknar Róðrarfelag ogSusvim (Susvim er fyri alla oynna).
Í 2012 spælir TB aftur í bestu fótbóltsdeildini. TB gjørdist nummar tvey í 1. deild í 2011,FC Suðuroy gjørdist nummar eitt. Tað var sera stórur spenningur um 2. plássið millum TB ogAB, men TB vann tann dystin. Bæði liðini endaðu við sama stigatali, sum var 61 stig og við sama málmuni sum var 55, tó hevði TB 81 vunnin mál og 26 tapt mál, meðan AB hevði 80 vunnin og 25 tapt mál. Tað at TB hevði skorað eitt mál meira enn AB, gjørdi at TB flutti upp í bestu deildina og AB bleiv verandi í 1. deild. Í 2010 gjørdist TB nummar 3 í 1. deild. TB hevur vunnið FM heitið 7 ferðir, tað var árini 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. TB hevur vunnið Løgmanssteypið (fyrr Ísafjarðarsúlan) 5 ferðir, tað var árini1956,1958,1960,1961 og1977.
Síðani TB varð stovnað og til16. oktober2010 hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamannadeildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur áSevmýri, TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímótiNSÍ og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TBÁ Skørinum íHvalba.[3] Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni íTrongisvági beint eystanfyrihøllina í Trongisvági.[4] Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur,[5] men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt, og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012.[6] TB vann henda fyrsta dystin 1-0.
v • k • r Føroyskur fótbóltur hjá monnum | ![]() |
---|---|
Betrideildin | |
07 Vestur |AB |B36 |B68 |EB/Streymur |HB |ÍF |KÍ |TB |Víkingur | |
1. deild | |
B36 II |B68 II |B71 |EB/Streymur II |FC Hoyvík |HB II |KÍ II |NSÍ |Skála |Víkingur II | |
Onnur feløg | |