Týskt (Deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt avvesturgermansku málunum og er millum heimsins størstumál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa íEvropa. Týskt er samstundis størsta mál íEvropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftirrussiskt. Í m.a.vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt ogføroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øllnavnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæðifallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týskmállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegisdanskt.
125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað íTýsklandi,Eysturríki,Liktinstein,Luksemborg í 2/3 avSveis, í 2/3 avSuðurtyrol (Südtirol) íItalia, íEysturbelgia og í nøkrum býum íSuðurjútlandi íDanmark. Eisini íNamibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast íAfrika og summastaðni íSuðuramerika (t.d.Espírito Santo íBrasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. ÍNamibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. íPennsylvania íUSA.
Á týskum, sum áføroyskum, eru fýraføll. Fall merkir her formur hjákenniorðum,lýsingarorðum,navnorðum og fornøvnum. Tey einstøku liðini í setninginum krevja sítt fall. Grundlið og umsagnarlið til grundlið standa í hvørfalli, hvønnfalsávirki stendur í hvønnfalli, og hvørjumfalsávirki stendur í hvørjumfalli.
Tað óbundnakenniorðið er ein (kallkyn), eine (kvennkyn) og ein (hvørkikyn), og tað bundna kenniorðið er der (kallkyn), die (kvennkyn), das (hvørkikyn) og die (fleirtal).
Á týskum eins og á føroyskum hava vit fýraføll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Á føroyskum broytastnavnorðini eftir tí falli, tey standa í, bæði tá tey eru bundin og óbundin. Á týskum fær bundna navnorðið ikki knýtt ending aftur at sær, men bundna kenniorðið, der, die, das ella die verður sett frammanfyri navnorðið og fallbent. Í hvørfalli stendur grundliðið. Grundliðið er tað ella tann, sum er ella ger okkurt. T.d.Hann er glaður, tíhon bakar pannukøkur. Umsagnarlið til grundlið stendur eisini í hvørfalli. T.d.: Hann erein góður lækni. Í hvønnfalli stendur tann ella tað, sum nakað verður gjørt við. Vit kalla tað liðið fyri hvønnfalsávirki. T.d.: Hann málarbátin.
Her eru dømi um, hvussu navnorð bendast bundin á týskum:
Endingin á óbundna kenniorðinum í flestu føllum er júst sum endingin á bundnakenniorðinum. Tó hevur kallkyn í hvørkikyn og hvørfalli í hvør- og hvønnfalli onga ending. Legg til merkis har sum1 stendur, er eingin ending. Annars eru endingarnar tær somu sum hjá tí bundna kenniorðinum. Tað óbundna kenniorðið ein bendist soleiðis:
Navnorð kunnu vera óbundin (ein bilur) og bundin (bilurin). Tey kunnu vera eintal (bilur, bilurin) og fleirtal (bilar, bilarnir). Á týskum verður bundna kenniorðið sett frammanfyri navnorðið og bent íføllum. Eitt bundið navnorð áføroyskum hevur ending: bátur-in, bátar-nir. Á týskum hevur navnorðið tað bundna eyðkennið frammanfyri: t.d.das Boot,die Boote. Hesi smáorðini nevna vit kenniorð. Navnorð verða altíð skrivað við stórumbókstavi.
Sum á føroyskum benda vitsagnorðini í trimum persónum í eintali og í fleirtali og í fimm tíðum. Vit býta sagnorðini sundur í bólkar:
Hjálparsagnorðni eru trý: haben (at hava), sein (at vera) og werden (at verða, at gerast).
Tey veikt bendu eru tey allar flestu.
Tey sterkt bendu eru umleið 150 í tali, men tey verða nógv brúkt.
Tey blandbendu eru átta: kennen (at kenna), nennen (at nevna), brennen (at brenna), rennen (at leypa), wenden (at venda), senden (at senda), denken (at tenka) og bringen (at taka við). T.d.: sie kennt - sie kannte - sie hat gekannt.
Háttarsagnorðini eru seks: sollen (at skula), wollen (at vilja), dürfen (at sleppa), müssen (at noyðast), können (at kunna) og mögen (at dáma). Háttarsagnorðini eita soleiðis, tí tey siga nakað um háttin, mátan. Tey standa vanliga saman við vanligum sagnorðum og ávirka tey. T.d.: “eg má fara”, “tú kanst koma”, “hann vil sova”, “tey duga at svimja”.
Fyrisetingar eru smáorð, ið sum oftast standa frammanfyrinavnorð ella fornøvn og stýra teimum, t.e. gera av, hvørjumfalli tey skulu standa í. Nøkur dømi: í hagan, hjá ommu, undir borðinum, til borðs, til Noregs. Fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli eru: durch (ígjøgnum), für (fyri), gegen (ímóti), ohne (uttan) og um (rundan um).
Lýsingarorðini standa saman við navnorðum og lýsa tey. Tey kunnu standa bæði frammanfyri og aftanfyri navnorðini: t.d. eingrønur frakki. Frakkin ergrønur. Á týskum bendast lýsingarorðini ikki, tá ið tey standa aftanfyri, t.e. sum umsagnarlið til grundlið. T.d.: hann er stórur (er ist groß) ella hon er stór (sie ist groß). Men tá ið tey standa frammanfyri navnorðini, bendast týsk lýsingarorð líka nógv sumføroysk: Vit benda lýsingarorðini sterkt og veikt.
Fornøvn eru orð, sum vit seta ístaðin fyrinavnorð og nøvn. T.d.: Hvar er Hans?Hann er í býnum. Hann er eitt persónsfornavn. Sum áføroyskum bendast fornøvnini í øllumføllum í eintali og fleirtali.
Eintal
1. pers.
2. pers.
3. pers.
Hvørfall
ich eg
du tú
er hann
sie hon
es tað
Hvønnfall
mich meg
dich teg
ihn hann
sie hana
es tað
Hvørjumfall
mir mær
dir tær
ihm honum
ihr henni
ihm tí
Hvørsfall
meiner mín
deiner tín
seiner hansara
ihrer hennara
seiner tess
Fleirtal
1. pers.
2. pers.
3. pers.
Hvørfall
wir vit
ihr tit
sie teir
sie tær
sie tey
Hvønnfall
uns okkum
euch tykkum
sie teir
sie tær
sie tey
Hvørjumfall
uns okkum
euch tykkum
ihnen teimum
ihnen teimum
ihnen teimum
Hvørsfall
unser okkara
euer tykkara
ihrer teirra
ihrer teirra
ihrer teirra
Tygum (Sie) er fleirtal sum á føroyskum og bendist soleiðis:
Hvørf.
Sie
tygum
Hvønnf.
Sie
tygum
Hvørjumf.
Ihnen
tygum
Hvørsf.
Ihrer
tygara
Hvørfallsformurin hjá persónfornøvnunum verður ikki so nógv brúktur. Men vit siga tó á føroyskum: tilmín, tiltykkara, tilteirra. Á týskum eitur tað til dømis “Er kamstatt deiner" (hann kom ístaðin fyri teg) og “Ernahm sich ihrer an” (hann tók sær av henni).