Stóra Bretland ellaHitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt:United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland,United Kingdom ellaGreat Britain) fevnir um tey fýra londiniOngland,Wales,Skotland ogNorðurírland. Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí erenskt eittheimsmál. Høvuðsstaður erLondon og høvuðsmálið er enskt. Í Stóra Bretlandi búgva umleið 63,3 milliónir fólk (2013) á einum øki, ið er 242.910 km² til støddar.
Stonehenge. Henda steinklingran í Onglandi varð gjørd um 2800 f.Kr.
Ein stórrómversk herdeild gjørdi innrás í Stóra Bretland í 43 og kom at ánni Thames. Claudius keisari kom harafturat til hjálpar við eini herdeild úrGallia og tók tann týdningarmesta bretska býin,Colchester. Mangir bretskir valdsharrar góvu seg undir, og rómverjar fingu alt ræðið synnanfyriSkotland. Fyri at seta rómverskan dám á í Stóra Bretland, eggjaðu teir teimum múgvandi til at byggja býir eftir rómverskum sniði, læra seg latín og at seta rómverska lóg ogpeningaeind í gildi. Rómverska hersetingarvaldið legði fyrsta veruliga vegakervið. Mangir rómverskir heryvirmenn og embætismenn settust í búgv í Stóra Bretlandi.
Alfred gjørdist kongur íWessex í 871. Í9. øld var Wessex mætasta kongsríkið í Bretlandi. Fyrstu árini eftir, at hann varð kongur, bardist hann ímótivíkingum og gjørdi enda á høvuðsheri teirra í bardaganum viðEthandune í 878. Í 886 hevði hann tikiðLondon og varð viðurkendur sum kongur yvir øllum Onglandi. Víkingahøvdingurin Guthrum sat við valdinum í norðara parti í Onglandi, Danaløg, men mátti játta, at Alfred var yvirmaður sín. Alfred er einasti kongur í Onglandi, sum hevur havt heiti Mikli. Hann bøtti um lógirnar í Wessex og kveikti áhuga ímillum manna fyri vísindum, bygdi skúlar og setti lærarar í starv. Hann gav teimum boð um at savna tilfar til Angulsaksakrýniku, sum er søgan om enska fólkið.
Fyri at vita, hvussu stórar inntøkur, hann kundi fáa av ríki sínum, gav Vilhjálmur Sigrari í 1085 boð um at gera yvirlit yvir jarðarviðurskiftini í Onglandi undantikin greivadømini norðast í landinum. Skrásetast skuldu allar manntal, ognir, vídd og hvussu góð velta jørðin var, festararættindi og ognarviðurskifti. Landslutirnir vórðu skiftir sundir, og menn settir at halda skil á hvørjum øki. Fólk máttu undir eiði siga frá jarðarviðurskiftum sínum. Úrslitini av hesum uppmátingum, sum vórðu lidnar í 1086, vórðu skrivaðar niður í Domesday Book. Bókin var í tveimum bindum. Annað er um tey ríkastu greivadøminiNorfolk,Essex ogSuffolk. Í hinum stendur um øll onnur jarðarviðurskifti í Onglandi.
Magna carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti.Hjálond Onglands, 1921.
MeðanJohn 1. kongur ráddi í Onglandi, brast hart stríð á ímillum kong og lensharrar hansara, barónarnar. Teir vildu hava meiri ávirkan á landsins stýri, men kongur vildi hava alt valdið sjálvur. At tað gekst onglendingum so illa í krígnum við fraklendingar og ósemja kongsins við kirkjuna gjørdu, at vald hansara viknaði, og 15. juni í 1215 løgdu barónarnirMagna carta fyri hann í Runnymede. Hetta var eitt skjal við krøvum um størri rættindi, sum teir kravdu, at kongur skuldi játtað. Men pávin, Innocens 3., loysti hann frá eiðinum, ið hann hevði svorið, tá ið hann játtaði krøvunum, tí at pávin stóð við, at eingin salvaður kongur kundi verða noyddur at siga rættindi síni frá sær.
Stóra Bretland hevði frílynta stjórn, men hon umboðaði als ikki alt fólkið. Nýggir býir, sum vórðu reistir í ídnaðarkollveltingini, høvdu eingi umboð í Undirhúsinum, og mangir tingmenn keyptu sær atkvøður í fábygdum økjum at fáa sess í tinginum. Bara múgvandi mannfólk høvdu valrætt. Í 1832 læt stjórnin fleiri mannfólk úr miðalstættinum fáa valrætt, tí at hon kvíddi fyri, at lýðveldishugsjónirnar úrfronsku kollveltingini kundu fáa fastatøkur á fólkinum í Stóra Bretlandi. Í1867 legði Benjamin Disraeli, sum seinni gjørdist forsætisráðharri, fram uppskot um nýggja stjórnarlóg. Í lógini varð mæt til, at umskipa sessirnar í Undirhúsinum og ein millión mannfólk afturat fekk valrætt. Men enn sluppu konufólk ikki at velja.
Síðan í1890-árunum høvdu Stóra Bretland ogFrakland ligið í stríði um landøki íKyrrahavi ogAfrika, fiskiveiðirættindi viðNýfundland og búskaparlig áhugamál íEgyptalandi ogMarokko. Í 1904 var bretski kongurin Edvard 1. á væleydnaðari uttanlandsferð í Fraklandi, og stjórnirnar í báðum londunum gjørdu eina vinasamgongu, Entente Cordiale. Við hesum góvust Stóra Bretland og Frakland við stríðnum um hjálondini og samdust um ikki at leggja upp íhjálandapolitikkin hvørt hjá øðrum.
Stóra Bretland er ísøguligum høpi eitt av heimsins størstu og mætastu londum. Bretska kongaríkið fevndi eitt skiftið um meira enn ein fjórðapart av heiminum, og seinast í19. øld hevði ríkið lagt seg á odda á fleiri økjum, til dømis innan ídnað, sjóvegis flutning og altjóða handil. Í seinastu øld førdi afturgongd á ídnaðarøkinum til, at kappingarførið innan bretsku handilsvinnuna versnaði, samstundis sum sosialir trupulleikar fóru at gera vart við seg. Seinastu árini hevur aftur gingið framá. Við aldarmótið er Stóra Bretland í ferð við at staðfesta seg sum ein av týdningarmiklastu tjóðunum íEvropa við stórari ávirkan á politiska, handilsliga,búskaparliga og mentanarliga økinum, ogLondon er ein av týdningarmestu miðdeplum í heiminum.
Írar vildu ikki vita av enska yvirvaldinum, og í1922 vóru teir komnir so langt í frælsisstríði sinum, at stórar partur avÍrlandi fekk sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum. Í1949 gjørdistÍrland óheft lýðveldi.
Síðan1950-árini er Bretland vorðið alt meiri fjølmentað samfelag. Mong fólk úr gomlu bretskuhjálondunum íKaribia,Afrika ogIndia hava búsett seg í Bretlandi og ríkað bretskt andslív við fremmandu mentanum sínum.
Mangir bretar búgva í býarforstøðum, tí har er reinari og rúmligari og góðir samferðslumøguleikar inn í miðbýirnar, har nógv fólk starva. Bretar eru heimkært fólk, og teir flestu seta sær fyri at eiga egin hús. Bretum dámar betur at búgva í vanligum sethúsum og raðhúsum enn í stórum íbúðarhúsum, og í frítíðini dámar teimum væl at røkja urtagarðin og væla um uttandura og innandura. 89% búgva í býum og 11% búgva á bygd.
Swansea íWales er ein av teimum stóru havnabýunum í Bretlandi.
Bretska stjórnin situr íLondon íOnglandi; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði íSkotlandi,Wales ogNorðurírlandi.Norðurírar hava sítt egna ting, og tað fáaskotar ogvalisar um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangirskotar, sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt.
Trý viðurskifti eyðkenna serliga bretskan uttanríkispolitikk. Tey eru tætta sambandið viðUSA, tilknýtið til tey mongu londini, sum eru við íBretska Samveldinum (The Commonwealth) og sambandið viðEvropa, serliga viðEvropeiska Samveldið. Eftir valið í2001 fórRobin Cook frá sum uttanríkisráðharri, ogJack Straw, sum tók við starvinum, gjørdi beinanvegin vart við, at góða sambandið við bæðiUSA ogES skuldi varðveitast. Bretsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at globaliseringin og teir ágóðar og vansar, hon hevur við sær, á mangan hátt ikki akta vanlig landamørk. Tá ið tað ræður um umhvørvisspurningar, narkotikatrupulleikar og størri samskipaðan kriminalitet, er fragasta loysnin ofta at loysa trupulleikarnar í ymiskum altjóða felagsskapum.Yvirgangsatsóknirnar11. september2001 hava tó havt við sær, at meginparturin av bretska uttanríkispolitikkinum seinastu tvey árini hevur staðið í skugganum av hesari hending og bardaganum ímoti altjóða yvirgangi, har Bretland hevur verið hollasti stuðulin hjáUSA.
Føroyar og Stóra Bretland eru grannatjóðir og hava í mong ár samstarvað væl. Ísøguligum høpi hevur leingi verið samstarvað landanna millum á fiskivinnuøkinum, men seinastu tíðina er samstarv eisini fingið í lag til dømis íoljuvinnu, útbúgving, ferðing og mentan. Seinastu árini, hava ávísar broytingar eisini havt við sær, at møguleikarnir fyri meira samstarvi eru mentir. Í Stóra Bretlandi er ein av stóru broytingunum til frama fyri meira politiskum samstarvi helst, atskotska heimastýrið varð stovnsett; men eisinioljuleitingarvirksemið áføroyskumhavleiðum, øktir útbúgvingarmøguleikar og betri ferðasamband til grannan fyri sunnan munnu vera atvoldin til, atføroyska-bretska samstarvið er ment.
Samkynd í Stóra Bretlandi kunnuskráseta seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún; í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Í 1988 setti konservativa stjórnin viðThatcher á odda í verk Section 28. Section 28 var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika[2]. Í 2003 varð Section 28 reglugerðin strikað sambært kongaligari staðfesting. Fram til 2001 hevði Stóra Bretland eisini ein høgan kynsligan lógaldur fyri samkynd. Hann var 21 ár fram til 1994, meðan hann var 16 fyri hinar íbúgvarnar. Í 1994 varð kynsligi lógaldurin fyri samkyndar menn settur niður, men var millum 1994-2001 tvey ár hægri enn fyri helmingin av bretsku íbúgvunum. Í 2005 kundu samkyndir bretar frøðast um, at teir kundu ganga saman í skrásett parlag, og 17. juli í 2013 varð eitt lógaruppskot samtykt, sum loyvir samkyndum bretum ogwalisarum at giftast tann frá 29. mars 2014. Talan er tó bert um borgarligar vígslur.
Oyggjalandið Bretland er í útnyrðingshorninum í Evropa. Eystanfyri erNorðsjógvurin, ogAtlantshav er norðan og vestan fyri.Tower Bridge um Thems-ánna íLondon.
Leys av meginlandinum, í útnyrðingspartinum íEvropa, eru Stóra Bretland. Í Sameinda Kongsríkinum eruSkotland,Ongland,Wales,Norðurírland umframt oyggjar og oyggjalond fyri sunnan, vestan og norðan.
Landslagið í Bretsku Oyggjunum og Írlandi er ógvuliga fjølbroytt, og stórur munur er á høgu, grýtutu fjøllunum í Norðuronglandi, Skotlandi og Wales og flata mýrlendinum, nevnt "the fens", í til dømis East Anglia og fruktagóða slættlendinum í Suðuronglandi. Tríggir fjórðingar av lendinum eru dyrkaðir; ógvuliga ymiskt er, hvat velt verður, tað veldst alt um veðurlag, og hvussu jørðin er.
Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í18. øld og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, til dømis banka- og tryggingarvirksemi. Bretland er sjálvbjargið viðolju og gassi, tí landið eigur stórar oljukeldur íNorðsjónum og á markinum ímillumHetlands ogFøroya.
Tungídnaðurin var einaferð stór og týdningarmikil vinna í Bretlandi, men soleiðis er ikki longur. Nú er løtt maskintøknilig vøra, sum maskinur, amboð, bilar og vápn, týdningarmesta útflutningsvøran, og ógvuliga mong fólk starvast í fíggjar- og tænastuvinnuni. Hesar vinnur hava bøtt um bretskabúskapin, ið ikki hevur verið væl fyri, mest tí at Bretland má flyta inn nógvarmatvørur og rávørur.
Mest eru tað banka- og fíggjarvirksemi, sum hava fingið ferð á aftur bretskabúskapin. Prísstøðið í Stórabretlandi er væl lægri enn í Føroyum.