Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Sri Lanka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ශ්‍රී ලංකා ප්‍රජාතාන්ත්‍රික සමාජවාදී ජනරජය
இலங்கை ஜனநாயக சமத்துவ குடியரசு
Flagg Sri Lanka
(Flagg Sri Lanka)
Skjaldarmerki Sri Lanka
(Skjaldarmerki Sri Lanka)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Sri Lanka Matha"
Alment málSingalesiskt,Tamilskt
HøvuðsstaðurColombo
ForsetiGotabaya Rajapaksa
ForsætisráðharriMahinda Rajapaksa
Fullveldi4. februar1948
(fráBretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
65 610 km²
4,4 %
Íbúgvar
 - tilsamans2012
 -tættleiki
 
20 277 597[1]
323/km²
GjaldoyraSrilankiskur rupi (LKR)
TíðarøkiUTC +5,5
Økisnavn á alnetinum.lk
Telefonkota+94

Sri Lanka (áðurCeylon) (singalesiskt: ශ්‍රී ලංකා ප්‍රජාතාන්ත්‍රික සමාජවාදී ජනරජය,tamilskt: இலங்கை ஜனநாயக சமத்துவ குடியரசு) er eitt oyggjaland íÁsia. Høvuðsstaðurin eiturColombo. Sri Lanka er gitið fyri sínar vøkru sandstrendur á suður- og útsynningsstrondini og fyri buddistatemplini minnisvarðarnar víða um í landinum. Seinastu árini er ferðavinnan heilt nógv minkað avborgararkrígnum, ímillum singalesar og tamilar, ið stríðast fyri at seta á stovn egið ríki norðast í oynni.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]
Oyggin Sri Lanka er úti fyri landssynningsstrondini íIndia.

Sunnan fyriIndia er tann fruktagóða oyggin Sri Lanka. Sri Lanka er gitið fyri sínar tropisku pálmastrendur, høgu, brøttu fjøllini og fjølbroyttadýralívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Sri Lanka hevur tropiskt veðurlag, men hitin er ikki so knógvandi, tí havið mildnar so væl. Sagnir siga, at paradísgarðurin var úti á Sri Lanka.

Sri Lanka er fjallaland, hægsta fjallið er 2500 metrar høgt. Undir fjøllunum er tó allastaðni væl av láglendi. Alt láglendið er velt og væl av hálendinum eisini, men tó eru hugtakandiregnskógir í fjøllunum og pálmum og øðrum valaviði. Allur tann niðari parturin av láglendinum er vaksin við kokuspálmum, meðan tann ovari parturin og nakað niðan í brekkuna er lagdur í tvørteigar og veltur til t.d. rísakrar. Uppi í dølunum eru eldgamlar byrgingar, so teir kunnu lata vatn á rísvelturnar. Gummitræið skal hava nógv vatn, og tí veksur tað ovast í brekkunum. Tetrænum dámar væl fjallaluftina og kann vaksa í 2000 metra hædd. Stórir partar av lendinum uppi á oynni eru avvaksnir við terunnum.

Tann størsti havnarbýurin erColombo (Kolombo), sum eisini erhøvuðsstaður.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Tá ið Sri Lanka loysti fráStóra Bretlandi í1948, fekkSolomon West Ridgeway Dias Bandaranaike (1899–1959), ið hevði staðið á odda fyriFrælsisflokki Sri Lanka, mesta politiska valdið. Tá ið hann varð myrdur í1959, tók kona hansara,Sirimavo Bandaranaike, við eftir hann og vann valið í1960[2]. Fyrsta konufólk í heiminum, ið gjørdist forsætisráðharri, frúBandaranaike, tók undir viðsosialistiskum politikki. Hon stuðlaði sinhalesum, ið erubuddistar og í meiriluta, ímótimuslimskum oghinduistiskum tamilum, ið eru í minniluta í oynni, og royndi at gerasingalesist til almentmál ístaðin fyrienskt. Hetta elvdi til, at tamilarnir gjørdu uppreistur, og frúBandaranaike misti valdið í1965. Hon kom aftur til valdið í1972, setti í gildi nýggja stýrisskipan, ið lýsti landið sum tjóðveldi, og nevndi taðSri Lanka[3]. Sri Lanka gekk áður undir navninum Ceylon. Tá ið hon fell í1977, varð hon skuldsett fyri mutur og koyrd úr tinginum i1980.

Sri Lanka hevur áður verið kongsríki, men um ár 1500 komuevropear (bretar, portugalar og hollendarar) hagar og løgdu hvør sín part av oynni undir seg. Seinni tókubretarnir alla oynna og høvdu hana, til hon fekk sjálvstýri í1948.

Spentu viðurskiftini ímillum singalesisku myndugleikarnar og tamilar elvdu til borgarakríggj í1983, í2009 var friður fingin í lag. Tamilar settu seg upp ímóti, at singalesar skulu hava alt valdið og vilja hava sítt egna ríki norðast í oynni.

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]

Menningarhjálp úr Føroyum

[rætta |rætta wikitekst]

Í2005 skrivaðiJóannes Eidesgaard, løgmaður, undir stuðulstilsøgn uppá 1,7 milliónir krónur til at byggja eitt barnaheim íTrincomalee á Sri Lanka. "Fyri fyrstu ferð verður føroysk neyðhjálp nýtt beinleiðis til at byggja eitt barnaheim. Við barnaheiminum fara pengarnir til nakað sera ítøkiligt, og eg meti hetta vera ein góðan hátt at hjálpa nøkrum av teimum mongu børnunum, ið komu illa so illa fyri av flóðalduni. Eg fegnist um at áhugabólkar hava víst so stóran áhuga fyri at hjálpa og um, at tey hava átikið sær hesa stóru uppgávuna", segðiJóannes Eidesgaard í2005.

Síðandesember2005, tá peningurin varð fluttur Barnabata, hava nógvir ymsir trupulleikar tarnað arbeiðinum. Eitt nú brast borgarakríggj á aftur í júst tí partinum av landinum, har ætlanin var at byggja barnaheimið, og hetta steðgaði ætlanini eina tíð.

Mannarættindi

[rætta |rætta wikitekst]

Ein 77 ára gamalnorðmaður doyði íjanuar2009 íVanni-landslutinum, har norðuri á Sri Lanka, tí tað bleiv noktað honum at fáa heilsubót og atgongd til heilivág[4]. Nú er hetta málið gjørt til spjótoddin í einum umfatandi málið, ið er latið norska ákærumyndugleikanum. Málið er søguligt, tí hetta er fyrstu fer at eitt løgreglumál er íNoregi har ein norskur ríkisborgari er raktur av einum brotsverki móti mannaættini. Fleiri rættarmál eru áveg móti politisku leiðsluni fyri at hava staðið á odda fyri hópdrápum av tamilum undir borgarakrígnum. Hetta eru bólkar av tamilum, ið hava funnið fram dømir um dráp á sivilar tamilar undir seinasta tíðarskeiðnum av borgarakrígnum í Sri Lanka.

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Landbúnaður

[rætta |rætta wikitekst]

Landbúnaður er høvuðsvinna, og helvtin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum[5]. Gummi og te verða dyrkað í stórum lundum og flutt út, men mesta grøðin er kortini rís. Sri Lanka útførir t.d. gummi, rís, kryddaríir, kokusnøtir og te. Tedyrkan er stórídnaður í Sri Lanka. 30 % av útflutninginum í Sri Lanka er te. Seinastu árini hevur tevinnan fingið harða kapping úr londum, sum dyrkað bíligari, men vánaligari te. Mesta teið verða dyrkað í stórum lundum í hálendinum inni í landinum. Kaldari veðrið er, seinni veksur runnurin, og betri smakkar teið. Bara nýsprotnu bløðini verða hentað, og tey skulu virkast til te skjótast gjørligt, betri verður teið.

Sri Lanka er kent fyri aðalseinar sínar, helst teir úrRatnapura, "aðalsteinabýnum"[6]. Í fjøllunum við býin eru bæði rubinar, safirar, topasar, granatar og ametystar. Sri Lanka bæði flytur út aðalsteinar, sum teir eru, og gjørd vøkur prýði.

Ferðavinnan er týdningarmikil í Sri Lanka. Tá ið borgarakríggið brast á, minkaði ferðavinnan heilt nógv, men nú veksur hon aftur.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Tamilar, teir flestu eruhinduar, eru 20 % av fólkinum, og singalesar, teir flestu erubuddistar, eru 73,8 % av fólkinum[7].

Átrúnaður

[rætta |rætta wikitekst]

"Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum". Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum.Egyptaland er einasta land við 100 prosentum, meðan í Sri Lanka,Bangladesj, ogSameindu Arábisku Emiratunum er talið 99 prosent[8].

Størsta buddistiska høgtíðin í Sri Lanka,esala perahera, er í býnumKandy íaugust mánaði. Tá fer skrúðgonga við vakurt prýddumfílum ígjøgnum gøturnar, á einum fíli er gullskrín, og í tí er heilaga tonnin íBudda. Allar aðrar dagar í árinum er hon í Tanntemplinum. Søgnin sigur, at tonnin varð bjargað, tá ið líkið avBudda varð brent á báli í 543 f. Kr.

Skúlaskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Á Sri Lanka ganga øll børn í skúla frá tí, at tey eru 6 ár, til tey eru 14 ár[9].

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-12-24. https://web.archive.org/web/20181224211303/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ce.html. Heintað 2011-07-06. 
  2. http://news.bbc.co.uk/2/hi/south_asia/964914.stm
  3. http://news.bbc.co.uk/2/hi/south_asia/964914.stm
  4. http://mobil.aftenposten.no/article.htm?articleId=4113498[deyð leinkja]
  5. http://www.nationsencyclopedia.com/economies/Asia-and-the-Pacific/Sri-Lanka-AGRICULTURE.html
  6. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-04. https://web.archive.org/web/20120104134850/http://www.ferietipset.no/asia/sri-lanka/ratnapura/. Heintað 2011-07-06. 
  7. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-12-24. https://web.archive.org/web/20181224211303/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ce.html. Heintað 2011-07-06. 
  8. http://www.gallup.com/poll/142727/religiosity-highest-world-poorest-nations.aspx
  9. "Archive copy". http://web.worldbank.org/WBSITE/EXTERNAL/EXTABOUTUS/IDA/0,,contentMDK:21388004~menuPK:3266877~pagePK:51236175~piPK:437394~theSitePK:73154,00.html. Heintað 2011-07-06. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Sri_Lanka&oldid=382787"
Bólkur:
Fjaldir bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp