Hægsta fjall í landinum, ið kallast Triglav, er 2864 metrar høgt.ÁinSoča, sum eiturIsonzo í Italia, rennur suður ígjøgnum fjallalendi fram við markinum millum Slovenia og Italia.
Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum áBalkan, millumAlpurnar og Adriahavið.
Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk.Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.
Størsta áin í Slovenia eiturSava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út mótiKroatia og Donaudalinum.Aðrar kendar áir eruSoča (hon rennur tætt við markið tilItalia og eiturIsonzo á italskum),Drava ogMura.
Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnumLjubljana - hann er næstminstihøvuðsstaður íEvropa.
Hóast slovenar vóru undireysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína ogmál sítt, sum hoyrir til slaviskumálini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.
Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa viðbúskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.