Kavakløddu TatrafjølliniGerlachovský štít - hægsta fjall í Slovakia.
Slovakia liggur millum breiddarstigini 47° and 50° N, and longdarstigini 16° og 23° E.Tað slovakiska landslagið er serliga kent fyri tað fjallaríki náttúruna viðKarpatafjøllunum, sum strekkja seg tvørtur um alt landið og fevnir um tað mesta av norðara partinum av Slovakia. Í hesum høgu fjøllum eru fjallatindarnir Fatra-Tatra (harímillum eru Tatrafjøllini, stóru Fatra-fjøll og lítlu Fatra-fjøll), slovakisku Ore-fjøllini, slovakisku míðfjøllini ella Beskids.
Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, í Karpatafjøllunum tætt við markið tilPólland. Teir hægstu tindarnir eruGerlachovský štít (2.655 m) ogKriváň (2494m).
Tað lægsta láglendi er tað fruktagóða láglendi í útsynningshorninum av landinum, sum kallast Donau-slættin (slovakiskt:Podunajská rovina). Síðan kemur eystara slovakiska láglendi í ein landssynning.
Slovakia, sum vit kenna tað í dag, er í veruleikanum annað landið, ið hevur borið hetta navn. Fyrsta landið varFyrsta slovakiska lýðveldið (Prvá slovenská republika), ið var til undirseinna heimsbardaga.
Folk siðvenja hevur sterkar røtur í Slovakia og sæst aftur í bókmentum, tónleiki, dansi og arkitekturi. Eitt dømi um hetta er tann slovakiski tjóðsangurin "Nad Tatrou sa blýska", sum hevur røtur í einum fólkatónleikalagi frá "Kopala studienku" mentanini.
Slovakia er eitt demokratiskt lýðveldi við parlamentariskari fleirflokkaskipan. Seinasta parlamentsvalið var í mars 2012, og seinasta forsetavalið var í apríl 2009.
Slovakia er býtt sundur í 8 regiónir (slovakiskt:kraj, fleirtalkraje). Hesar eru uppkallaðar eftir høvuðssætinum í regiónini. Regiónirnar hava síðan 2002 í ávísan mun havt sjálvstýri.