Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Sisilia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sisilia
Landafrøði

Vídd25,711 km²

Umsiting
LandItaliaItalia
Íbúgvalæra
Fólkatal5,043,480 (2012)
Íbúgvatættleiki200 /km²

Sisilia (á italskumSicilia; á sikilskumSicìlia) er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin íItalia. Gamlanorrøna navnið á oynni erSikilsoy. 
Sisilia er eitt sindur størri ennSardinia, og har búgva fimm milliónir av fólki. Beint sunnan fyri Sisilia er lítla sjálvstøðuga oyggjalandiðMalta. 

Inni á oynni er fjallalendi, og har býr ikki so nógv fólk, fram við strondini er slættari, og har býr mesta fólkið. Sisilia er í miðal hægsta oyggj í Italia; Sisilia og Sardinia eru báðar høgar oyggjar. Veðurlagið er heitt, sólin sær næstan hvønn dag, um summarið er nakað turrligt, men ikki brekar grøðini, tí stríðar áir renna oman av fjøllunum, og bøndurnir hava veitt tær til bøin. Tey dyrka bæðirís,vín,hveiti og bummull. Men gitnast er oyggin fyri sitrónir og appilsinur, øll norður- og eysturstrondin er teir beru fruktgarðar. Fólkið livir mest av jørðini, tey hava t.d. stórar hveitiakrar. Á Sisilia er ofta jarðskjálvti, og har er gosfjalliðEtna, sum ofta ger stóran skaða. Á Sisilia er ikki sjáldan nógv fólk deytt, tá ið so hevur borið á.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Sisilia&oldid=322178"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp