Lýðveldið Singapor (Maleisiskt;Republik Singapura,Kinverskt;新加坡共和国,Tamilskt;சிங்கப்பூர் குடியரசு,Enskt;Republic of Singapore) er ein lítil oyggj, sum liggur mitt íSuðurkinahavi, nær viðMaleisia. Á hesi oyggj búgva um 4,9 mió. fólk (2011). Singapor hevur bara mark viðMaleisia. Singapor var fyrstan tíð keypsstaður á siglingarleiðini ímillumIndia ogKina.BretinStamford Raffles, ið starvaðist íbretska eysturindiafelagnum grundaði býin í1819.
Singapor hevur havt miklan búskaparvøkstur, tað er ríkt og er ein av stóru fíggjarmiðdeplunum í heiminum. Landið er í 2015 fjórðríkasta land í heiminum roknað pr. íbúgva og er lopið úrtriðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði.
Í gomlum døgum fór øll skipaferðsla úrIndiahavi íKinahav ígjøgnum trongaMalakkafjørð ímillumSumatra ogMalakkanes. Hann, sum ráddi í firðinum, hevði eftirlit við øllum handli ímillum hesihøv. Í15. øld hevði sultánurin í býnumMalakka valdið í firðinum; býurin var tá ein av størstu og vakrastu býum í heiminum. Í1511 tókuportugisar býin, og í1641 tókuniðurlendingar hann. Men meðan niðurlendingar ráddu har, misti býurin týdning sín, tí at niðurlendingarnir heldur vildu hava eftirlit við skipaferðsluni har um vegir úr høvuðsstøð síni áJava. Í1819 tók soenski hjálandaumboðsmaðurinStamford Raffles Singapor, ið tá var lítil býur á eini oyggj við suðurstrondina áMaleisia. Og undirenskum yvirræði fekk Singapor sama týdning, sum Malakka hevði havt nakrar øldir frammanundan, og gjørdist miðdepil fyri handlinum ígjøgnum Malakkafjørð.
Í 1965 varð landið tveitt út úr móðirlandinumMaleisia, tí teir mongu kinesararnir í Singapor vóru ein politisk hóttan upprunafólkinum í Maleisia.
Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Triðja hvønn minutt siglir eitt skip inn í havnina ella út úr havnini í Singapor, sum er skundmesta havn í heiminum. Tangabátar koma avPersaflógva fullfermdir við ráolju, sum verður gjørd til bensin og aðrar oljuúrdráttir, ið síðan verða fluttir til aðrar havnabýir í øllumLandsynningsásia. Meginparturin av stóra útflutninginum hjáMaleisia verður avskipaður í Singapor. Um 25 % inntøkum landsins koma frá bankum og gjaldoyra- og virðisbrævamarknaðinum íSingaporbýi.
Lee Kuan Yew (1923-2015) var forsætisráðharri í Singapor í 31 ár (1959-1990), verður roknaður sum landsfaðir og framdi eina sanna búskaparkollvelting. Árini frá 1960 til 1980 fimtanfaldaðistbruttotjóðarúrtøkan, og býarstaturin gjørdist eitt framkomið vælferðarsamfelag. Hóast hann fór úr embætinum í 1990 hevði Yew alla tíðina ávirkan á politisku kósina í Singapor, har sonur hansara,Lee Hsein Loong, nú er forsætisráðharri.
Tríggir fjórðingar av fólkinum í Singapor erukinverjar; hini erumaleiar ella ættað frá fólkið úrIndia. Flestu fólk hava góð lívskor, tí at Singapor er ríkt land. Men myndugleikarnir halda gjølla eyga við øllum viðurskiftum; teir stýra fjølmiðlunum, eiga sjónvarps- og útvarpsstøðir og hava avmarkað rættindini hjá fólki at eiga bil, fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika. Fólk verða revsað, tveita tey rusk á gøtuna, eta í niðanjarðartokbreytini ella tyggja tyggigummi á almennum støðum.Miðallívsævin í landinum er 81 ár. 7,5 % av fólkinum eru ikki lesifør. Um 77 % erukinverjar, 14,2malaiar, 7,1 % eruindarar og 1,2 % onnur fólkasløg. Nógvir ymiskir trúarbólkar eru, oghinduistar,buddistar,taoistar,muhamedanarar ogkristin liva lið um lið.
Heimsins sunnasta land er Singapor; tað vísir ein uppgerð fráWHO ogST í 2015.[1] Kanningin er gjørd við at hyggja eftir heilsustøðuni í ymsu londunum. Fyrst og fremst er hugt eftirmiðallívsævi ogdeyðsorsøkum. Harafturat er kannað, hvat tað er, sum ávirkar heilsustøðuna, til dømis talið avroykjarum, talið av fólki við høgum kolesteroltali og talið av koppsetingum. Út frá hesum eru útroknaði stig til hvørt landið, har 100 er tað hægsta, sum til ber at fáa.cSingapor fekk 89,45 prosent og beint í hølunum erItalia ogAvstralia.
Beint suður úrMalakkanesi eystast íMalakkafirði er lítla oyggjaríkið Singapor, sum er ímillum fjølbygdastu lond í heiminum. Til samans er Singapor 641 ferkilometrar til støddar. Høvuðsoyggin er 583 ferkilometrar; um leið 42 km long og 23 km breið, og er sumStreymoyggin ogVágarnar til samans.