Tjóðveldið Simbabvi (enskt:Republic of Zimbabwe) eitur eitt land sum liggur í sunnara parti avAfrika. Har búgva umleið 12,6 mió. fólk. Fyrr kallaðist landiRhodesia. Høvuðsstaðurin eiturHarare.
Simbabvi gekk áður undir navninumRhodesia, men er nú uppkallað eftir hinum gamla ríkinum Simbabvi Mikla.
Simbabvi var einaferð partur í stórum handilsveldi. Fyri mongum hundrað árum síðan fluttu simbabviskir keypmenn út gull og kopar til bæðiKina ogIndia. Miðdepil í hesum ríki var Simbabvi Mikla ("hús høvdingans"), ið var mikil granittborg, haðan Simbabvi tók sær navn sítt, tá ið landið gjørdist sjálvstøðugt í1980[1].
Størsi býurin og høvuðsstaðurin er Harare.Høvuðsstaðurin í Simbabvi verður kallaðurbýurin við teimum blómandi trøunum, tí at allastaðni fram við breiðu vegunum eru gróðursett trø og runnar. Áður æt býurinSalisbury, men tá ið landið tók sjálvstýri, varð navnið broytt til Harare eftir høvdinginumNeharare, sum ráddi har, áðrennevropear komu og løgdu landið undir seg. Nú er hesin vakri, nýmótans býurin miðdepil í landinum.
Har iðZambesiá rennur eystur eftir á markinum ímillum Simbabvi ogSambia, stoytir hon seg brádliga niður í eina tronga gjógv, ið er 128 metrar djúp. Tjúkka támið og mikla fossadunið síggjast og hoyrast einar 40 km. frá fossunum. Fólkið, ið býr við fossarnar, rópar fossarnarmosi-oa-tunya, "támið, ið dunar", men í útheiminum verða teir róptirViktoriufossar.
Regntíðin í Simbabvi er ikki eins til longdar, og tí er vøksturin eisini ójavnur. Vøksturin er ramastur nærri skóginum og verður minni, longur ið frá honum kemur. Uttan fyri savannuna er steppan. Steppan er har, sum regnið er meira óálítandi, og vøksturin er hareftir. Savannan tekur umleið helmingin av øllum lendi í Simbabvi. Savannan er besta dyrkilendi íAfrika. Savannan er eisini tilhaldið hjá teimum stóru og nógvusúgdýrunum.
Stórdýrini í Simbabvi eru nógv fækkað hesa seinastu øldina, tí dúgliga hevur verið veitt, serliga hava ríkmenn úrEvropa farið stuttleikaferður suður á savannuna í Simbabvi við byrsu. Nú hava menn roynt at friða summidýrasløg undan týning og eisini friðað stórar víddar fyri alla skjóting. Á savannuni í Suðursimbabvi eru eisini nógvir sjáldsamirfuglar. Har gongur eisini hin hábeinti strutsurin sum menn vóru so grammir eftir, tá ið tað var móti at ganga við strutsafjøður í hattinum. Har eru eisini gribbar,ørnir, storkar, flamingoar og eitt ótal av sangfuglum.Krokodillurnar liva í áunum, og eiturflugurnar í vátlendinum og deyðagrasinum. Eiturflugurnar smitta fólk við t.d.malariu og sovisjúkuni ogdýrini við dýrasótt.
Fitisteinsfuglur. Í eini girðing við Simbabvi Mikla stóðusúlur. Ein av hesum fuglum varð tjóðartekin hjá nýggja ríkinum Simbabvi eftir loysingina í1980.
Um 1500: Simbabviríkið, sum fekk høvuðsinntøku sína av handla við gulli, hevði sína stórtíð, og tjúkkir býarmúrar av granittgróti vórðu laðaðir uttan um býirnar. Býarmúrurin var 5 m. tjúkkur í neðra og 9,75 m. høgur. Partar av býarmúrinum uttan vórðu skrýddir við V-skapaðum mynstrum.
1500-árini: Sambandið viðEvropa gjørdi, attrælahandilin vaks. Seinast í16. øld sigldu evropeiskir sjófararar á kanningarferðum sínum fram við bæði eystur- og vesturstrondini íAfrika, og tað hevði við sær, at evropear stovnaðu keypsstaðir á eysturstrondini av Simbabvi í16. øld.
Um 1600: Simbabvi missir vald sítt sumhøvuðsstaður og í staðin koma mangir landspartahøvuðsstaðir í Simbabvi,Botsvana ogTransvaal.
Borg úr Simbabvi Mikla. Viggavaksna tornið var heilt innan. Býarmúrarnir vóru úr stórum granittklettum.
Nú á døgum siga óførar toftir frá Simbabvi Mikla, sum var ein týðandi politiskur, handilsligur ogátrúnaðarligur miðdepil, sum blómaði sunnarlaga íAfrika í árunum 1000-1500. Tað ríkaði seg av neytahaldi og handli við jarni, gulli og kopari. Tey komu við vøruni til havnina íMosambik. Haðani fór hon við skipi norðureftir fram við eysturstrondAfrika tilArábia. Umboðsmenn úr Simbabvi vórðu eisini sendir í fjarskotin lond við gávum til fremmandar valdsharrar, sum teir vildu hava gott handilssamband við.
Í9. øld livdi eitt fólk, sum dyrkaði jørðina og helt fenað, á víða Simbabvislættanum ímillum áirnarSambesi ogLimpopo sunnarlaga íAfrika. Tey komust eftir, at til bar at vinna gull úr námum tætt við. Tey fóru at selja gull í grannalondunum, og í13. øld varð kopar og gull flutt út til Árabia og tvørtur umIndiahav tilAsia í býti við aðra vøru, til dømis postalín úrKina. Summir afrikanarar nýttu postalínskúvingin sumgjaldoyra. Valdhavarnir í Simbabvi fingu stóra inntøku av handlinum og fingu á føtur og bygdu eitt máttmikið og múgvandi ríki.
Í12. øld fóru simbabvar at laða stórar grótgarðar,masimbabve. Tá vórðu laðaðir tjúkkir múrar við stórum tornum uttan um gomlu garðarnar. Menn, vápnaðir við spjótum og skjøldrum, vardu býarmúrin. Býarmurarnir vóru úr stórum granittklettum. Ta tíðina var býurin týðandi politiskur, handilsligur ogátrúnaðarligur miðdepil. Valdhavin og fólk hansara búðu í rundum hálmtaktum húsum innan fyri býarmúrin.
Høvuðsborgin í Simbabvi varð bygd eftir 400 árum. Seinni rýmdu fólkið úr henni, tí at markirnar har í kring vórðu ikki nóg fruktagóðar at breyðføða fólkið.Fuglar úr skornum fitisteini stóðu á súlum í eini girðing við borgina í Simbabvi. Ein av hesum fuglum gjørdist tjóðarmerki hjá ríkinum Simbabvi, tá iðapartheidstýrið hjá teimum hvítu fall í1980.
Robert Mugabe hevur havt valdið í Simbabvi, síðani landið fekk sjálvsstýri fráStórabretlandi í1980. Mugabe hevur seinnu árini veruliga foldað seg út sumeinaræðisharri. Forsetaval var í Simbabvi tann21. mars í2008. Úrslitið, sum kom tann2. mai2008, vísti, at andstøðuvalevnið,Morgan Tsvangirai, hevði vunnið á Robert Mugabe. Men Mugabe toldi illa at tapa. Hann noktaði at lata landið frá sær aftur og byrjaði ístaðin at ognartaka alla jørð, sum útlendingar átti í Simbabvi. Jørðina gav hann sínum viðhaldsfólkum, sum um sama mundið forfylgdi og myrdi frá hond[2]. Fólk í túsundtali eru flýggjað undan Mugabe seinnu árini.
Simbabvi hevur givið øllum hjálparfelagsskapum í landinum boð um at steðga arbeiðnum[4]. Nógv mannarættindastríðsfólk eru eisini blivin burtur.Broderick Takawira ogJestina Mukoko vóru millum tey umleið 30 mannarættindastríðsfólkini og politisku stríðsfólkini, sum vórðu hildin ólógliga aftur[5]. Nøkur teirra eru ákærd fyri at hava biðið fólk at fara til hernaðarliga útbúgving íBotsvana. Onnur eru ákærd fyri at hava bumbað løgreglustøðir í høvuðsstaðnum Harare umframt eina jarnbreyt. Tey vísa øllum ákærum frá sær.
Magodonga Mahlangu úr Simbabvi hevur fingið Robert F. Kennedy Human Rights Award.Í Zambeziá á markinum millumSambia og Simbabvi eru størstu fossar í Afrika, Viktoriufossar.
Síðanifebruar2003 eru limir í kvinnubólkinumWomen of Zimbabwe Arise (WOZA) blivnir handtiknir fleiri ferðir av løgregluni í Simbabvi, meðan tær friðarliga hava mótmælt støðugt versnaðu sosialu og fíggjarligu viðurskiftunum umframt mannarættindastøðuni í landinum. Viðferðin, sum limirnir í kvinnubólkinum WOZA eru fyri, vísir støðugt versnandi tolsemið hjá myndugleikunum mótvegis friðarligum almennum mótmælisgongum, sum havast at politikkinum hjá stjórnini í Simbabvi. Harumframt setir hetta fokus á brotsliga nýtslu av lóggávuni. Her verður serliga hugsað um, atPublic Law and Security Act and Miscellaneous Offences Act verða nýttar saman, og hetta loyvir tilvildarligum handtøkum, og at fólk verða hildin aftur, og hetta ger tað eisini møguligt fyriløgregluna at fremja fleiri onnur mannarættindabrot[6].
Eftir eina friðarliga mótmælisgongu í býnumBulawayo ímai2000, har kvinnubólkurin vildi mótmæla móti hækkanum í skúlapeningi, vórðu fleiri hundrað limir av WOZA og umleið 70 skúlabørn handtikin. Bólkurin varð seinni ákærdur fyri "atferð, sum kann hava við sær brot á friðin". Sum skilst blivu tveir WOZA-leiðarar hóttir av einum løgregluovasta. Tann31. mars í2005, tá val var til lóggávutingið, handtókløgreglan umleið 200 kvinnur, tá limir av WOZA royndu at halda náttarvakt við bøn og livandi ljósi eftir valið í høvuðsstaðnumHarare. Tær handtiknu, herímillum nakrar mammur við pinkubørnum, vórðu hildnar aftur gjøgnum náttina undir opnum himli á einum torgi.
Sambært frágreiðingum segði løgreglan við kvinnurnar, at um tær játtaðu seg sekar í nøkrum minni brotum áMiscellaneous Offences Act, kundu tær rinda eina bót og verða leyslatnar aftur. Um tær noktaðu at gera hetta, skuldu tær verða hildnar aftur alt vikuskiftið og verða ákærdar eftirPublic Law and Security Act. Allar kvinnurnar, harav fleiri vóru eldri ella skaddar ella høvdu pinkubørn við sær, játtaðu at rinda bøturnar. Enn einaferð bleivMiscellaneous Offences Act nýtt til at fáa fólk at játta seg sek og til at lógliggera tilvildarligar handtøkur, og at fólk tilvildarliga verða hildin aftur.
Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum. Harðskapur móti kvinnum verður mangan ikki fráboðaður, tí kvinnurnar skammast ella vænta, at eingin trýr teimum, ella tora tær ikki, tí kanska verða tær tá fyri uppaftur meira harðskapi[7].
Ein nýggj frágreiðing hjáST kemur til ta niðurstøðu, at 1,7 milliard fólk kring heimin eru fátæk. Samstundis hevurST gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu framkomin tey ymsu londini kring heimin eru.Danmark er á 19. plássi, og Simbabvi er niðast[10].
Tey eru tað fólkaslag, sum eru svárast rakt av sjúkuniAIDS - 3 hvør vaksin er smittaður av hesi herviligu sjúku[11], soleiðis atmiðalaldurin er 35 ár. Umleið 1,5 mió. børn undir 15 ár eru vorðin faðir og móðurleys[12].
Inflatiónin á 3714% er heimsins hægsta, og summar fyritøkur gjalda tí løn í mati heldur enn í pengum[13]. 100 milliónir simbabviskir dollarar (ZWL) eru ikki verdir meira enn umleið hundraðkrónur. Borgarar í Simbabvi sleppa bert at taka út eina ferð umvikuna, og tá er hámarkið 100 milliónir dollarar. 4 út av 5 vaksin eru arbeiðsleys.
Savannan í Simbabvi er hin besta sáðjørðin í Syðra-Afrika. Miðskeiðis í Simbabvi er jørðin fruktagóð, og har verður tubbak og onnur grøði dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir hava broytt jarðarlóggávuna, so at jørðin verður rættvísari býtt ímillum fólkið, er besta jørðin enn í hondunum á nøkrum fáum túsund stórbóndum, teir flestu eru hvítir, og ta vánaligu jørðina mega so tær fimm milliónir svørtu bøndurnir hjálpast við. Alt jarðarbrúkið í hesum lendi er sjálvbjargnisbúnaður.
Ídnaðarmenningin har hava síðstu árini verið størri enn í flestu londum í Syðra-Afrika, hóast drúgvur turkur og spent viðurskifti ímillum størsta fólkaslagið,shona, og minnilutan,ndebele, í seinastuni hava tálmað menningini. Næst eftirSuðurafrika er Simbabvi tað landið íAfrika, har ídnaðurin er fjølbroyttastur. BýurinBulawayo suðuri í landinum er vega- og jarnbreytarmiðdepil, og mesti ídnaðurin í Simbabvi er har. Har eru stálverk, sementvirki og alskyns ídnaðarvirki, ið gera skógvar, akfør, klæði maskinur o.a. Í býnum eru nógv matvøruvirki og tubbaksvirki.
Flestu simbabviar eru shonar og búgva miðskeiðis og eystarlaga í landinum. Mangir shonar erukristnir, men eru eisini animistar, tað er, at teir trúgva, at ymist í náttúrini, til dømis vøtn og trø, hava sál. Shonafólkið er gitið fyri leirkeraarbeiðið sítt og vøkru høggmyndalistina.