Seoul (koreanskt: 서울; hanja mál: 首爾/首尔) er høvuðsstaður íSuðurkorea. Tað búgva umleið 10 milliónir í Seoul, men um forstaðirnir vera taldir við, so er fólkatalið 25 milliónir, sum ger Seoul til næststørstsa bý íAsia, næst eftirTokyo. Seoul liggur í útnyrðingshorninum av Suðurkorea, ikki so langt frá markinum tilNorðurkorea. Helmingurin av íbúgvunum í Suðurkorea búgva í Seoul.Olympisku leikirnir vóru hildnir í Seoul í 1988.과다대출자대출가능한곳Archived 2022-03-01 at theWayback Machine
Búseting fram viðHan ánni, har ið dagsins Seoul liggur, byrjaði umleið 4000 á.Kr.[11]
Seoul verður fyrstu ferð nevndur sum Wiryeseong, høvuðsstaðurin íBaekje (stovnaður í 18 á.Kr.) í landnyrðingspartinum av Seoul-økinum.[11] Fleiri býarmúrar eru varðveittir í økinum, ið eru frá hesi tíðini.Pungnaptoseong, ein leirmúrur beint uttanfyri Seoul, verður av mongum hildin at hava verið á høvuðs Wiryeseong staðnum.[12]Trý Kongsveldi kappaðist um hetta strategiska økið, og ræði á økinum fór frá Baekje tilGoguryeo í 5. øld, og frá Goguryeo tilSilla í 6. øld.
Í 11. øld bygdiGoryeo, ið tók við eftir Sameinda Silla, eina summarborg í Seoul, ið varð nevdur sum tann "Syðri Høvuðsstaðurin". Tað var ikki fyrr enn tá, at Seoul gjørdist ein størri býur.[11]Tá iðJoseon kom í staðin fyri Goryeo, varð høvuðsstaðurin fluttur til Seoul (eisini kendur sum Hanyang og seinni sum Hanseong), og bleiv verandi har til ríkið fall.Gyeongbok Borgin, bygd í 14. øld, var kongaligur bústaður til 1592. Hin stóra borgin,Changdeokgung, ið varð bygd í 1405, virkaði sum høvuðs kongsborg frá 1611 til 1872.[11]
Seoul er býtt upp í 25gu (ella býarpartar) sum aftur er býttir upp í 522dong sum eru býttir upp í 13.787tong sum at enda eru 102.796ban. Teir 25 býarpartarnir eru: