République du Sénégal
Tjóðveldið Senegal |
| Tjóðarslagorð: "Un Peuple, Un But, Une Foi" |
| Tjóðsangur: "Pincez Tous vos Koras, Frappez les Balafons" |
 |
| Alment mál | Franskt, Viðurkend regional mál: Wolof, Soninke, Serer, Fula, Maninka, Jola |
| Høvuðsstaður | Dakar |
| Forseti | Bassirou Diomaye Faye |
| Forsætisráðharri | Ousmane Sonko |
| Fullveldi | 20. august1960 (fráMali) |
Vídd - tilsamans - vøtn (%) | 196,723 km² 2.1 % |
Íbúgvar - tilsamans2023 -tættleiki | 18 384 660 93.3/km² |
| Gjaldoyra | CFA Frankur |
| Tíðarøki | UTC 0 |
| Økisnavn á alnetinum | .sn |
| Telefonkota | +221 |
|
Tjóðveldið Senegal (alment franskt heitiRépublique du Sénégal) er eitt land íVesturafrika. Í norðri hevur Senegal mark viðMóritania, í eystri viðMali, og í suðri viðGuinea-Bissau ogGuinea.Gambia liggur inni í landinum. Landið er 94 %muslimskt[1]. Fólkatalið var 12 969 606 við ársbyrjan2012.Franskt er almennamálið í Senegal[2].Miðallívsævin í landinum er 60,18 og 60,7 % av fólkinum eru ikki lesifør[3]. 14,5 % av fólkinum er arbeiðsleys. Høvuðsstaðurin eiturDakar.
Al-Hadj Umar (1797-1864) var lærdur muslimur úrFuta Toro, sum var miðskeiðis viðSenegalá. ÍFuta Jalon, tætt við kelduna, harNigerá tekur við, fór hann upp í Tijaniyya-brøðrafelagsskapin og fór pílagrímsferð tilMekka íSaudiarábia. Hann var burtur í mong ár. Á veg heimaftur gav hann gætur eftir ábótunum, sumMohammed Ali gjørdi íEgyptalandi, hóast evropear vóru ímóti tí. ÍSokoto kannaði hann frá1821 til1837 ávirkana av fulanijihad, ella heilaga krígnum, sum hevði verið stutt frammanundan. Í1840 kom hann aftur tilFuta Jalon sannførdur um, at hann átti at stovna sítt egna muslimska ríki. Við vápnum, hann keypti fráfronskum keypmonnum, sigraði hann á heidnum valdsharrum ímillum ovara part av Senegal. Síðan kom hann í bardaga við fraklendingar í Senegaldali, og í1862 vann hann á Hamdallahi kalifatinum íMasina. Herdeildir hansara lupu so áTimbuktu, men har fingu tær harða mótstøðu, og í1864 varð Al-Hadj Uman dripin.
Lívligi høvuðsstaðurin í Senegal,Dakar, er bygdur á einum grýtutum nesi; nesið er vestasti landoddi íAfrika. Hesin týdningarmikli havnabýur var einaferð høvuðsstaður íFranska Vesturafrika, og har eru enn mong prýðilig hús úrhjálandatíðini. Á gøtunum íDakar sæst nú á døgum stór armóð síð um síð við dýrar matstovur og nýggj gistingarhús.
Senegal er ríkt land, borið saman við hini londini her um leiðir[5]. Tað er mest tí, at høvuðsstaðurin íFranska Vesturafrika var her, og Senegal hevur enn nógv samband við Frakland. StóraSenegalá hevur alstóran týdning fyri meginpartin av landinum. Tá ið áin veksur í regntíðini, taðar runan lendið, sum stendur undir í vatni, so at har fruktar ógvuliga væl. Vøkru sandstrendurnar við pálmatrøum hava gjørt, at ferðavinnan er vorðin týdningarmikil vinna.
Tríggir fjórðingar av fólkinum í Senegal arbeiða ílandbúnaðinum. Fyri norðan eru korn, til dømis hirsa, durra og jarðnøtir, týdningarmesta grøðin; jarðnøtir verða dyrkaðar til útflutnings. Fyri sunnan dyrka tey mest rís, tí at har er meiri avfall. Áður var nærum helvtin av allari búnaðarjørðini nýtt at dyrka jarðnøtir í, men nú er fiskur um at gerast størsta útflutningsvøran. Enn er vanligt, at útróðrarmenn fara til útróðrar í bátum, sum eru gjørdir úr holaðum viðarbulum. Hetta elligamla far verður nevnt piroga.
Her eru mong fólksløg, til dømis woloffólkið og mandinkafólkið, og mangirfraklendingar búgva eisini her[6]. Her eru eisini fleiri átrúnaðir -islam síð sum síð við afrikanskar átrúnaðir.
Í øldir hevur Senegal átt dýran og livandi mentanararv av mannamunni. Søguligar hendingar og tilburðir og frásagnir úr gerandislívinum eru borin ætt eftir ætt í frásøgnum, yrkingum og sangi. Í Senegal eru fólk, nevndgriot, sum fara bygd úr bygd at syngja og siga frá. Eitt av mongu, gomlu ljóðførunum, leikt verður á, er til dømis kora.