Sarasenar ellasarakenar, var upprunaliga heitið sum rómverjar nýttu um íbúgvarnar ið líktust fráarabarunum, og sum búðu í oyðimørkunum nær við rómverska landslutinSýria. Seinni, serliga undir krossferðunum, bleiv heitið brúkr ummuslimar sum heild. Tá hevði heitið fingið ein neiligan klang í tí kristnaEuropa.
Saraseni kemur frágrikskum sarakēnoí,Σαρακηνός, ið ætlandi kemur fráarabiskumشرقيين (sharqiyyin), ið merkireysturlendingur. Upprunin til arabiska orðið er tó ivasamt. Ein tann fyrsta keldan til orðið, er verkið eftirPtolemæusGeografike hyfegesis frá100-talinum e.Kr. Hann umtalar fólkaslagiðSarakenoi, ið búði í útnyrðingspartinum av arabisku hálvoynni, og sum hann skilir burturúr arabarunum. Orðið kann vera komið til vesturevropa gjøgnumeysturrómverska ríkið og krossfararnar[1]. Hann nevnir haraftrat "Sarakene" sum eitt øki í norðurSinai, ið er navngivið eftir býnum "Saraka" á somu hálvoyggj.
Eftir atislam tók yvir íMiðeystri, og serliga í krossfararatíðini ogmiðøldini, varð orðið nýtt sum alment heiti fyri muslimar, óansæð um talan var um arabar ella ikki. Serliga varð heitið nýtt um muslimar áSicilia og í suðurItalia.