| Sula Sgeir | |
|---|---|
| Landafrøði | |
| Vídd | 0,15 km² |
| Vatn | 0,0 % |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 0(2014) |

Sula Sgeir (á føroyskumSúluskerið[1]) er ein lítil oyggj sum hoyrir tilSkotland. NorðanfyriSuðuroyggjarnar liggur Súluskerið, sum berkeltiska navnið Sula Sgeir. Ofta verður sagt, at Súluskerið er okkara nærmasti granni. Skulu vit verða heilt neyv so er tað lítla oygginRona. Hon vinnur á Súluskerinum við 1 km. Hóast føroyskir sjómenn hava valt at kalla Sulu Sgeir fyri Súluskerið, so er í stødd meira talan um ein hólm, 15 ha. Súluskerið verður nevnt Sula Sgeir á geliskum, og prógvar tað, atføroyska málið ogkeltisku málini hava nøkur orð til felags.[2]Enska orðið fyrisúlu ergannet.
Súluskerið ber 30.000súlur og 15.000havhestar. Bretsku friðingarmyndugleikarnir hava givið monnunum í lítla býnum,Port of Ness, loyvi at taka 2000 omplar eina ferð um árið. Ness liggur norðast í norðastusuðuroynni Lewis. Har er manntómt nærum alt árið, burtursæð frá nøkrum vikum um summarið. Tá fara 10 mans av oynni Lewis til Súluskerið at taka 2000 omplar.
Ikki er henda veiðan av 2000 omplum loyvd uttan treytir.[3] Treytirnar eru, at Nessmenn bert fara ta einu ferðina um árið, og verður hon gjørd á hvørjum sumri. Tað er eisini ein treyt, at bert 10 Nessmenn kunnu fara við hesa ferðina, og skulu tað vera menn, ið eru royndir í leikum. Aloftast verða plássini til súluveiðina arvað frá faðiri til son. Tá talan er um nýggjan mann, er altíð talan um ein úr Ness, ella økinum har um leiðir. Sjáldan verður roynt at slúsa meir enn ein nýggjan mann við til hesa íSuðuroyggjum tiltiknu veiðuferðina. Nessmenn eru vanliga 2 til 3 vikur úti á Súla Sgeir. Teir skulu hava nógvan proviant og nógva útgerð við, og tí plaga teir vanliga at leiga ein lítlan trolara til at føra útgerð, proviant og manning út til Súluskerið. Sami trolari tekur so menninar, útgerðina og fongdin aftur til Ness, tá liðugt er, og omplarnir eru fingnir til høldar.