Landið tók loysing fráOsmanska ríkinum í 1878, men kríggj hava havt við sær, at landamørkini fleiri ferðir eru flutt síðan tá.
Frá1965, til hann varð rendur frá og avrættaður í 1989, stýrdikommuninstaovastinNicolae Ceauşescu (26. januar 1918 – 25. desember 1989) Rumenia. Hann var eirindaleysur einaræðisharri. Eitt av málum hansara var, at meiri fólk skuldi vera í landinum, og tí eggjaði hann konum at eiga mong børn, men mong vórðu so niðurundirkomin, at tey kundu ikki hava børnini og sendu tey á barnaheim. Summi børn vórðu ættleidd burtur, men enn eru mong børn á barnaheimi.
Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisiniungarar,týskarar ogsigoynarar, og við strondina viðSvartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, havaturkar ogukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva.
Nú á døgum búgva um 250 000sigoynarar í Rumenia. Fyrr vóru sigoynarar flakkfólk, ið fóru víða um, men nú búgva teir flestu í útryðjunum í býunum og liva til dømis av at selja ross og gamalt jarn. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans ogtónleik.
Rumenia er av størstu londum íEvropa.Karpatafjøll eru sum ein ovurstórur bugur suður og eystur ígjøgnum landslutinTranssylvania. Norðan fyri og vestan fyri fjøllini er landsluturinTranssylvania. Lendið sunnan fyri og eystan fyri fjøllini er avbera fruktagott.
Í kollvelting í 1989 varð fyrilitsleysakommunistsstýrið, ið hevði vanrøkt landið, felt. Síðan kollveltingina eru viðurskiftini batnað, men enn er Rumenia fátækt land, vinnuloysið er stórt og matur ógvuliga dýrur.