Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Rembrandt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjálvsmynd av Rembrandt

Rembrandt Harmenszoon van Rijn, oftast bert nevndur sumRembrandt (15. juli16064. oktober1669) var einniðurlendskurlistamálari. Hann verður vanliga mettur at vera ein av teimum bestu listamálarunum í evropeiskari listasøgu og tann týdningarmesti í niðurlendskari søgu.[1]

Hann varð føddur sum sonur ein myllara íLeiden. 14-áragamal varð hann innskrivaður sum lesandi við lærda háskúlan í Leiden, men gavst við at lesa eftir eitt hálvt ár, fyri at gerast málari í staðin. Í1624 varð hann í læru sum listamálari hjáPieter Lastman íAmsterdam. Eftir 6 mánaðir vendi hann aftur til Leiden, har hann fann fram til sín egna stíl. Í1632 flutti hann so aftur til Amsterdam, har hann arbeiddi sum portrettmálari. Hann giftist við Saskia van Uylenburgh, sum var dóttir ein borgarstjóra og systkinabarn við ein sukseríkan listahandilsmann. Í tíðarskeiðnum1635-1641 fingu tey fýra børn, av teimum yvirlivdi bert eitt barn. Konan doyði í1642.

Gjøgnum tíðirnar hava fólk hildið, at Rembrandt málaði yvir 600 málningar og gjørdi fleiri túsund tekningar og raderingar. Seinni greinskan, sum m.a. er gjørd avThe Rembrandt Research project, er komin fram til, at talið ikki eigur at vera so høgt, men heldur umleið 300 verk, sum meistarin Rembrandt hevur málað. Eitt av teimum kendastu verkum hansara erNáttarvaktin.

Seinna kona hansara,Hendrickje Stoffels, doyði í1663. Sonurin Titus frá tí fyrsta hjúnalagnum, doyði í1668. Hin 4. oktober 1669 doyði Rembrandt í Amsterdam og varð grivin íWesterkerk. Einasti eftirkomari hansara tá, var dóttrini Cornelia, sum hann hevði fingið við Hendrickje.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Gombrich, s. 420.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Rembrandt&oldid=381088"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp