Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Piemonte

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Piemonte
Flagg Regione Piemonte
(Flagg Regione Piemonte)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur:
Alment málPiemontesiskt ogitalskt
HøvuðsstaðurTorino
ForsetiRoberto Cota
'
FullveldiOnki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
25,402 km²
Íbúgvar
 - tilsamans2012
 -tættleiki
 
4.366.251
170/km²
Gjaldoyra
Tíðarøki
Økisnavn á alnetinum
Telefonkota+
Kort yvir landslutir í Piemonte

Piemonte (italskt: Piemonte, Piemontesiskt ogoksitanskt: Piemont,franskt: Piémont) er ein ein av 20 regiónum íItalia. Piemonte er ein sjálvstýrandi landslutur, sum liggur í útnyrðingsitalia. Høvuðsmáið ið verður tosað har erpiemontesiskt. Italskt verður eisini tosað har og í Oksitandalunum býr ein minniluti, sum tosar sítt egna mál, oksitanskt. Tað oksitanska málið verður eisini tosað í Suðurfraklandi, Monako og í Katalonska dalinum Val d'Aran. Piemontesikst verður tosað í Piemont av meira enn einari millión fólkum. Piemont landsluturin er 25.402 km2 til støddar og fólkatalið er umleið 4,4 milliónir.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]

Piemonte er næststørsta región av teimum 20 regiónunum í Italia, næst eftirSisilia. Piemonte er umgirt avAlpunum til tríggjar síður, millum teirra eru fjøllini Monte Rosa og Monte Viso, har tann 652 km langa Po áin rennur. Piemonte hevur mark tilFrakland,Sveis og tær italsku regiónirnarLombardia,Liguria,Aosta Dalin og eitt pinkalítið sindur viðEmilia Rómanja. 43,3% av Piemonte er fjallalendi, 30,3% er av lágum fjøllum ella heyggjum, og 26,4% er láglendi ella marklendi.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Fyrisitingarligar eindir

[rætta |rætta wikitekst]

Piedmonte er býtt sundur í átta landslutir:

LandsluturØkið (km²)FólkatalFólkatættleiki (íbúgvar/km²)
Alessandria3.560438.062123,1
Asti1.504219.629146,0
Biella913187.090204,9
Kuneo6.903584.46784,7
Novara1.339365.156272,7
Torino6.8212.288.614335,5
Verbano-Cusio-Ossola2.255162.61872,1
Vercelli2.088179.16485,8

Ítróttur

[rætta |rætta wikitekst]

Fleiri sløg av ítróttir verða íðka á høgum støði í Piemonte. Innan fótbólt eru tað serliga feløginiJuventus F.C. ogTorino F.C., ið hava gjørt seg galdandi. Fótbóltsfeløgini í Piemonte hava vunnið flest italsk meistaraheiti. Flogbóltur verður serliga íðkaður í Cuneo, sum hevur manslið og í Novara, har tað serliga eru kvinnurnar, sum hava klárað seg væl. Innan kurvabólt kunnu nevnast Biella Basketball og Junior Casale, og innan íshockey kunnu nevnast Hockey Club Turin (sum varð stovnað í 1947) og hockey á rulluskoytum, har Amatori Vercelli hevur vunnið trý meistaraheiti, einaferð italsku steypakappingina og tvær ferðir CERS Cup.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]


Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Piemonte&oldid=359922"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp