Peteroy (alment norskt heiti:Peter I Øy[1] ellaPeter 1.s øy[2]) er ein lítil oyggj uttan fyri Antarktis. Oyggin hoyrir tilNorra. Landaøki er 156 ferkilometrar. Sjálvt ein stillan dag rennur kaldur vindur niður frá teimum hægri liggjandi umráðunum í Antarktis og sópar alt burtur út fyri ískantinum viðBellingshausenhavinum. Og miðaltemperatururin liggur undir null alt árið.
Gosfjallið Lars Christensentoppen, við 1,640 metrum til hæddar, liggur í norðara parti á oynni og tað er eisini hægsta fjallið. Lars Christensentoppen er eittdyngjugosfjall. Dyngjugosfjøll verða til, tá lættflótandi grótbræðingar floyma úr gos opum. Slíkar gosbræðingar renna langt, áðrenn tær storkna, og tí eru hesi gosfjøllini lág. Øskutilfarið er lítið ella einki. Oyggin er 19 km long og 11 km breið.
Hóast tað er kalt, er havið kring Peteroynna ríkt og føðirpingvinir,kópar ogfugl, sum halda til á oynni.