Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Pennsylvania

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pennsylvania
FlaggSkjøldur
Land:USASameindu Statirnir
Alment mál:Einki
Høvuðsstaður:Harrisburg
Størsti býur:Philadelphia
Innlimað:12. desember1787
Guvernørur:Tom Wolf (D)
Vídd:119 283 km²
Íbúgvar (2014):12,787,209
fyri km²:110/km²
Tíðarzona:UTC -5/-4
Heimasíða:www.pa.gov

Samveldið Pennsylvania (enskt:Commonwealth of Pennsylvania) er eitt stakríki íSameindu Statunum við umleið 12,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin erHarrisburg og størsti býurin erPhiladelphia. Í1787 bleiv Pennsylvania lutstatur íUSA. Í norðri hevur Pennsylvania mark viðNew York, í eystri viðNew Jersey, í suðri viðDelaware,Maryland ogWest Virginia, og í vestri viðOhio ogWest Virginia. Í útnorðri liggurErievatn. Eyknevni er Lokasteinstaturin (enskt:The Keystone State).

Høvuðsmálið í Pennsylvania erenskt. Eisini eru stórirtýskttalandi minnilutar í Pennsylvania ("Pennsylvania Dutch").

Navnauppruni

[rætta |rætta wikitekst]

Stakríkið Pennsylvania eitur soleiðis, tí at ein teirra, ið grundlegði hesa koloniina, var eingilskmaðurinWilliam Penn (1644-1718).

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Indiánarnir

[rætta |rætta wikitekst]
Indiánarnir í Pennsylvania búðu í rætthyrntum træhúsum. Teir vóru í hjartarskinsklæðum, sum ofta vóru prýdd við perlum.

Tá iðevropearar komu til Pennsylvania, vóru mangar ymiskarindiánamentanir har, og hildið verður, at har búði eini 300.000 fólk íalt. Miðskeiðis í18. øld vóru tey nógv fækkað, m.a. av pokum. Mangir indiánar doyðu eisini í stríðnum viðniðurlendskar,bretskar ogfranskar niðursetumenn eystantil. Fyrstu árini var sum oftast gott vinalag og samstarv ímillum indiánar og niðursetumenninar. Menprotestantiskir ogkatólskir niðursetumenn royndu at umvenda indiánarnar tilkristna trúgv og at fáa teir at liva og hugsa sumevropearar. Tað vildu teir ikki, og tá hildu niðursetumenninir einki skeivt vera í at drepa teir.

Í18. øld tørvaði niðursetumonnunum meiri dyrkilendi, og indiánararnir játtaðu teimum tað. Eftir teirra hugsan kundi eingin eiga jørð, teir góvu bara niðursetumonnunum rætt til at nýta hana. Men niðursetumenninir hildu seg hava rætt til at ognartaka jørðina og girdu hana inni og róku indiánararnar langt vestureftir, fjart frá heimlondum sínum í Pennsylvania. Í1770 búðu umleið 430 000 fólk í Pennsylvania.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]
Fleiri enn 59,000 amishfólk búgva í Pennsylvania, tey flestu á bygd ella í smáum býum.[1]

Amishfólkini búgva uttanfyriPhiladelphia - úti á landinum í m.a. Lancaster County, har ið tey eru á bóndagørðum við ongumravmagni. Amishfólkið liva uttan nýmótans hentleikar; tey ynskja einki nútímans produkt, so streymur er forboðin. Fyri tey merkir amerikanski dreymurin um vælferð og viðgongd tað sama sum at liva viðbrotsverkum, harðskapi, rúsdrekkamisnýtslu og hjúnaskilnaðum. Amishfólkið hevur í staðin valt tað einfalda lívið. Tað sæst, hvar ið ein amish-bóndagarður er, um bert eitt kertiljós er í vindeyganum um kvøldið, og tað annars er myrkt. Tey selja vistfrøðiligt grønmeti og aðrar hondgjørdar vørur so sum stólar, hondflættaðar kurvar og aðrar húsvørur, og pynt eisini. Mong amishfólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og amishfólkið talarpennsylvaniatýskt.

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]
Ovurstór stálverk í Pennsylvania. Myndin er tikin tætt viðBethlehem, Pennsylvania.

Pennsylvania er eitt tað fremsta ídnaðarlandið íUSA, og orsøkin til tað eru tey nógvu ráevni, sum eru í statinum. Har er kopar, blýggj, silvur, gull, sink, jarn, o.a. Mesta jarnið varð høgt nærhendis býnumJohnstown (nú mest sum undangingið), meðan bestu kolalindirnar eru enn nærPittsburgh. Nógvastaðni í Pennsylvania byggja tey stóru feløgini, sum eiga ídnaðarvirkini og námini, hús til arbeiðsfólkið.

Av tí at einki kol er í t.d.Minnesota, verður málmurin førdur við skipum til havnir viðErievatn og haðani koyrdur tilPittsburgh. Har verður so jarnið stoytt. Men hóast Pennsylvania hevur meiri jarnmálm enn nakað annað stat, so er tað so nógv ov lítið. Nýtslan er so stór íUSA, at teir mugu flyta nógvan málm inn úr øðrum londum sum til dømisVenesuela ogKanada.

Størstu býir

[rætta |rætta wikitekst]

Teir 10 størstu býirnir í Pennsylvania eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[2]

  1. Philadelphia – 1 584 138
  2. Pittsburgh – 301 048
  3. Allentown – 121 433
  4. Erie – 96 471
  5. Reading – 88 495
  6. Scranton – 77 182
  7. Bethlehem – 75 790
  8. Lancaster – 59 420
  9. Harrisburg – 49 229
  10. York – 44 118

Myndir

[rætta |rætta wikitekst]
  • Pennsylvania-kort frá 1680.
    Pennsylvania-kort frá 1680.
  • North Branch Township, Wyoming County.
    North Branch Township, Wyoming County.
  • Pittsburgh
    Pittsburgh
  • Allentown
    Allentown
  • Tinghúsið í Harrisburg
    Tinghúsið í Harrisburg
  • Philadelphia
    Philadelphia
  • UPenn campus
    UPenn campus

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates:41°0′0″N77°30′0″W /41.00000°N 77.50000°W /41.00000; -77.50000

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://phys.org/news/2012-07-amish-founded-weeks.html
  2. "Biggest US Cities By Population—Pennsylvania, biggestuscities.com
    Høvuðsstaðarøki
    Statir
    Hjáland
    Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Pennsylvania&oldid=360626"
    Bólkur:
    Fjaldur bólkur:

    [8]ページ先頭

    ©2009-2025 Movatter.jp