Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Paris

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Paris, ið er báðumeginSeineá, erhøvuðsstaðurFraklands og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, til dømis at síggjaLouvre-savnið,Eiffeltornið ogNotre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.

Síðan fornøld hevur fólk búð á áarbakkunum fram við ánniSeineá, harhøvuðsstaðurin París nú er. ÍFraklandi búgva 65 mió. fólk, og fimtingurin býr í og uttan um París. Tað er ein av fremstu stórbýum íEvropa við breiðum gøtum og nógvum viðgitnum minnisvarðum og forngripasøvnum. Stórir partar í gamla býarpartinum vórðu umbygdir og nútimansgjørdir í farnu øld.

At ferðast til og frá París liggur væl fyri, tí nógvar jarnbreytir møtast í býnum, og uttanfyri hann er stór flogstøð, harflogfør úr øllumEvropa setast. Tað er siglandi líka niðan til París eftirSeine, men tó ikki við stórum skipum.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]
Operuna í París hevur Jean Louis Charles Garnier, arkitektur, teknað og bygt í 1861-75.

Yvirgangur í 21. øld

[rætta |rætta wikitekst]

12 fólk vórðu myrd 7. januar 2015, tá tveiryvirgangsmenn tóku seg inn í hølini hjá franska satirublaðnum,Charlie Hebdo. Stór mannajagstran var í Fraklandi eftir tveimum brøðrum, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið. Teir vórðu seinni skotnir avløgregluni. 129 fólk lótu fólk lív undir einariyvirgangsatsókn móti fleiri støðum í París 13. november 2015. Millum annað tóku yvirgangsmennirnir seg inn á spælistaðið Bataclan, brustu sjálvmorðsbumbur og skutu frá hond undir einari konsert, og drupu 80 fólk. Samstundis varð lopið á fimm matstovur har fólk vórðu dripin og særd.

Áhugaverd støð

[rætta |rætta wikitekst]
Napoleon Bonaparte verður krýndur til keisara í Notre Dame kirkjuni.

Mitt í býnum stendur tann so nevndi Fagnaðarbogin, sumNapoleon keisari bygdi; frá hesum plássi ganga breiðir vegir í ymsar ættir. Gitnasta kirkjan erNotre Dame. ÍLouvre eru verøldargitin søvn av forngripum og listarlutum av øllum slagum; upp íEiffeltornið fer nøgd av fólki at njóta tað góða útsýnið haðani. Annars eru ógvuliga nógvir prýðiligir bygningar at síggja í býnum, bæði sjónleikarhús, myndahøllir og handlar.

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]


  • Eiffeltornið
    Eiffeltornið
  • Seineá
    Seineá
  • Býurin frá Montmartre-heyggi
    Býurin frá Montmartre-heyggi
  • Dómkirkjan Notre Dame
    Dómkirkjan Notre Dame
  • Brúgvin Pont Alexandre III
    Brúgvin Pont Alexandre III
  • Torgið Place des Vosges
    Torgið Place des Vosges
  • Býarparturin La Defense
    Býarparturin La Defense
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Paris&oldid=379434"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2026 Movatter.jp