Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Palestina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gaza ogVestari Áarbakki.

Palestina (hebráiskt: ארץ־ישראל,arábiskt: فلسطين‎) er sunnasti parturin avSýria. Rómverjar róptu landiðPalestina. Palestina ergr. snið avhebr.Peleschet, "Filistaralandið".

Ígjøgnum søguna hevur Palestina havt ein sentralan geostrategiskan týdning, tí økið bindur samanafrikanska,asiatiska ogevropeiska kontinentið. Umframt hetta hevur økið havt einátrúnaðarligan og mentanarligan týdning fyri bæðiislam,kristindómin ogjødadómin[1]. Av hesum orsøkum hevur økið verið ein vígvøllur við alskyns kríggjum og innrásum ígjøgnum øldirnar og hevur støðugt skift hendur ímillumjødar,persar,grikkar ogrómverjar.

Hundrað lond hava viðurkent palestinsku økini sum sjálvstøðugt ríki (í2011)[2].

Landalæra

[rætta |rætta wikitekst]

Palestina er lítið land. Tað er mest fjallaland, 700 til 1000 m. yvirhavinum. Hetta hálendið gongur úr suðri og norðureftir gjøgnumVesturjordanska landið. Fjøllini eru av kálksteini, sum er ógvuliga moyrur, og vatn lekur ígjøgnum. Har eru mongdir av holum og nógvar keldur.Ísrael er ein partur av tí gamla Palestina[3].

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]

Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Palestina og mátti liva sumflóttafólk íJordan ogLibanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillumísraelsmenn, palestinar ogarábisku grannalondini.Ísrael hersetti bæðiEysturjerúsalem ogVestara Áarbakka í1967, ogEysturjerúsalem er seinni lýsturísraelskt øki. Altjóða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist atÍsrael, tí landið heldur fram við at byggja bústaðir í einum hersettu økjunum[4].

Hamas tók valdið íGaza í2007[5]. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvirísraelskar bygdir og sært og dripið nógvarísraelar hesi seinastu árini. Í2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úrGaza inn íÍsrael[6].Ísrael leyp áGaza í2008. Vápnaða deildin hjáHamas segði íjanuar2009, at hon misti "einans" 48 mans undirísraelsku innrásini íGaza.Ísrael sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500Hamas-limir í krígnum, sum byrjaði27. desember í2008.

Tað er trupult at ferðast hjá teimum, ið búgva í Palestinskum øki. Tey fáa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina íÍsrael,Ben Gurion Airport. Ístaðin mugu tey fara til ein flogvøll íJordan, og so flúgva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast fráBetlehem til flogvøllin íJordan. Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tíð at ferðast millum býir á palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar í landbúnaðarøkum áVestara Áarbakka hava onga atgongd til rennandi vatn. ÍGaza er millum 90 og 95 prosent av vatninum dálkað og óegnað til menniskju.

Sameindu Tjóðir

[rætta |rætta wikitekst]

Frøin var stór áVestara Áarbakka og íGazageiranum, táST-aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum[7]. Hóast harða mótstøðu frá serligaUSA ogÍsrael atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt núNoreg,Danmark ogÍsland. Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sumVatikanríkið hevur.Týskland,Stóra Bretland ogAvstralia vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA,Kanada, Ísrael,Kekkia,Panama,Palau,Nauru,Mikronesiasamveldið ogMarshalloyggjar atkvøddu ímóti. Ísraelski ST-sendiharrin,Ron Prosor, segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina íMiðeystri. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin,Susan Rice.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Ikki allir palestinar erumuslimar. Nakrir erukristnir (umleið 1,1 - 2,4 %[8]).Hamas hevur ræðið á Palestinskum øki, og teir ynskja heldur at havaislam ennkristindóm[9]. Nógv av teimumkristnu á teimum Palestinsku økjunum hava síðstu árini valt at flyta til onnur lond[10]. Nógv flyta tilUSA ella lond íVesturevropa sumTýskland ogSvøríki, tí har hava tey tað nógv betri. Tey allarflestu av teimum, ið fara uttanlands at lesa, koma ongantíð aftur til Palestina. Bæði tí tað er trupult hjá teimum at fáa arbeiði, og tí at tey hava tað munandi betri í øðrum londum. Bara umleið 5 % koma aftur. Um 10 til 15 ár vera næstan eingikristin eftir í Palestina, um henda gongdin heldur fram. ÍGaza eru bara 2.000kristin av einum fólkatali, ið telur 1,3 millión[11]. ÁVestara Áarbakka eru bara 1,1 % av fólkinumkristin. Og talið minkar[12].

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". http://www.enotes.com/history-fact-finder/religion/why-do-jews-christians-muslims-all-claim-palestine. Heintað 2011-03-17. 
  2. United Nations Security Council; United Nations Department of Political and Security Council Affairs (2008). Repertoire of the practice of the Security Council. United Nations Publications. p. 759.http://books.google.com.my/books?id=C0FR2aSR1SoC&source=gbs_navlinks_s[deyð leinkja].
  3. bók a Google Books
  4. Le More, 2008, pp. 27–29.
  5. http://www.usatoday.com/news/world/2007-06-14-gaza_N.htm
  6. http://www.nytimes.com/2009/10/09/world/middleeast/09israel.html?_r=1
  7. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Soleklar-FN-seier-for-palestinerne-7058528.html
  8. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  9. http://news.xinhuanet.com/english/2006-04/02/content_4373348.htm
  10. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-17. https://web.archive.org/web/20110717014132/http://www.jewishvirtuallibrary.org/jsource/arabs/christianme1.html. Heintað 2011-03-17. 
  11. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  12. http://www.upi.com/News_Photos/gallery/Palestinian-Christians-worship-in-the-West-Bank/4110/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Palestina&oldid=382656"
Bólkar:
Fjaldir bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp