Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan (ensktIslamic Republic of Pakistan, urdu اسلامی جمہوریۂ پاكستان ) varð sett á stovn í 1947 at hýsa muslimunum íIndia. Landið var í tveimum - Eysturpakistan ogVesturpakistan, men í 1971 tók Eysturpakistan loysing og nevndi segBangladesj. Vesturpakistan nevndi seg Pakistan. Pakistan hevur í 2014 umleið 200 milliónir íbúgvar[1]. Pakistan hevur mark við India,Iran,Afganistan,Kina og hevur tann fyrimun at hava atgongd til heimshøvini um Flógvan. Pakistan hevur tí avgerandi geopolitiskt strategiska støðu í mun til økið annars. Tað pakistanska samfelagið er bæði óstøðugt og spjatt, og er higartil tað einasta muslimskakjarnorkuveldið[2]. Høvuðsstaðurin í Pakistan eiturIslamabad; hann stendur í fjøllunum tætt við Rawalpindi. Høvuðsstaðurin er nýggjur býur; farið varð at byggja hann í 1961. Navnið Islamabad merkir "staður Islams". Býurin er bygdur eftir býarætlan, og har eru mong opin torg og breiðir vegir. Størsti og týdningarmesti býurin er havnabýurinKarachi; í sjálvum býnum búgva umleið 12 milliónir íbúgvar, meðan tað í Karachi og økinum rundanum búgva 23,5 mió. fólk.
Alt síðan Pakistan gjørdist frælst ríki, hevur marknastríð verið ímillum pakistanar og indar um muslimska landslutinKashmir, ið hoyrir til India, men sum Pakistan sigur seg eiga. Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin, har flestu fólk erumuslimar, undir India, har mesta fólkið erhinduar, ístaðin fyri islamska tjóðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Bæði Pakistan og India krevja enn hetta økið[3].
Pakistan hevur verið herjað av nógvum yvirgangsálopum. 92 prosent av øllum yvirgangsatsóknum har fólk doyggja henda í tíggju londum. Tveir triðingar av offrunum fyri yvirgang búgva í Pakistan,Irak ellaAfganistan. Hetta vísa yvirlit sum byggja á upplýsningar frá millum annað uttanríkisráðnum hjáUSA og hagstalsgrunninum Global Terrorism Database (GTD) í 2012[4]. Hagtølini vísa at 55 prosent av atsóknunum, 62 prosent av teimum dripnu og 65 prosent av teimum løstaðu eru úr Pakistan, Irak ella Afganistan.
Í meira enn 200 ár var Persaríki heimsins bæði mætasta og størsta land. Persaríki var tá Mesopotamia,Anatolia, londini við eystara part viðMiðjarðarhav og londini, sum nú eruAfganistan og Pakistan.
Tá iðIndia tók loysing í 1947, samdustmuslimar oghindar ikki. Muslimar kravdu land fyri seg, og teir fingu Pakistan. Pakistan varð býtt í Vesturpakistan (nú Pakistan) og Eysturpakistan (núBangladesj), sum lógu langt hvørt frá øðrum. Sum frá leið, bar ikki til at halda hesum kloyvda ríki saman; á valinum í 1970 vann Awami-samgongan í Bangladesj (tá æt Bangladesj Eysturpakistan) stórsigur. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing, og tjóðveldið Bangladesj varð stovnað.
Í Pakistan er ikkifólkaræði,talufrælsi ellatrúarfrælsi. Í minsta lagið 16 fólk sita í fongsli í Pakistan og bíða eftirdeyðadómi, tí sagt verður, at tey hava spottað profetinMohammed, og fleiri enn 20 sita í fongsli fyri lívið[5].
Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan er landið, har sum áinIndus og tvøráir hennara renna; áin Indus kemur úr fjøllunum íTibet norðan fyriHimaleia. Hon rennur ígjøgnum láglendið í Pakistan og út í Arábiuhavið[6]. Fimm áir renna í Indus, tær eru Jhelum, Chenab, Ravi, Sutlej og Beas, sum eru upprunin til navniðPunjap, ið merkir "fimmáalandið". Aðrastaðni í Pakistan hava víðfevndar vatnveitingarætlanir gjørt runnafløtur og hálvoyðimørk til fruktagott akurlendi. Í Pakistan er veðurlagið sera turrligt. Tann vestari parturin av landinum eroyðimørk ella runnasteppa[7]. Har ganga hirðarnir viðseyði,rossum, neytum,dromedarum og geitum at leita sær eftir vatni og beiti. Men á láglendinum, har sum Indus og tvøráir hennara renna, veksur betur, tí har hava teir áarvatnið at veita á velturnar. Láglendið var einaferð í tíðini ein breiður fjørður inn úr Arábiuhavinum, sum áin Indus hevur fylt við tí nógva gruggi, sum hon hevur havt við sær úr Himaleiafjøllunum, tá ið regntíðin hevur herjað har. Indusáin er byrgd í fleiri støðum. Tann størsta byrgingin er við Sukkur. Hon er 1,6 km long. Úr tí stóra vatninum oman fyri Sukkur-byrgingina, hava teir lagt 60.000 km av veitingum út á tær turru eingirnar fyri vestan og fingið tær til fruktagóðan bø.
Karachi er ein av heimsins mest fólkaðu býum og har búgva 23,5 milliónir fólk í 2013, tá ið forstaðirnir eru taldir við[8]. Umleið 48 prosent av hesum búgva í slummum, sambært Heims HeilsustovninumWHO[9].
Landbúnaður er høvuðsvinnan í Pakistan. Flestu fólk liva av landbúnaði, men stór framgongd er í ídnaðinum, helst í bummullar- og klædnaídnaðinum[10]. Handverksídnaður sum teppiveving og metalsmíð eru eisini týdningarmiklir vinnuvegir. Fruktagóða slættlendið íPunjab er besta landbúnaðarlendið í Pakistan. Vatn úrIndus, haðan fólkið eisini fær drekkivatn ogravmagn, verður veitt á fruktagóðu jørðina. Í teimum vatnaðu veltunum í Pakistan velta teir hveiti í tí kaldari árstíðini og hirsi, bummull og mais í tí heitari árstíðini. Bummullin verður virkað í bummulsvirkjunum íKarachi ella seld til onnur lond[11]. Teir selja eisini t.d. ull, húðir og skinn.
Nógv ár við kríggi ognáttúruvanlukkum hava elvt til eina nýggja hungurskreppu í 2013, har umleið helmingurin av íbúgvunum ikki hevur trygga atgongd til mat. Stríð og bardagar í stammuumráðum nærhendis afganska markinum hava bara gjørt trupulleikarnar enn størri, samstundis sum fjølmiðlar hava gjørt lítið burturúr. Tað upplýsirWFP, sum er heimsmatvørustovnurin hjá ST[12][13][14].
Um triðingurin av fólkinum í Pakistan býr í býum. Mong fólkasløg við egnummáli og egnari mentan búgva í Pakistan. Pashtunar á útnyrðingsmarkinum viðAfganistan eru gitnir fyri sítt óvíkiliga trúfesti ímóti ætt sínari. Sindhiar, sum eru landbúnaðarfólk sunnarlaga í landinum, eru kendir fyri gomlu tónleika- og bókmentasiðvenju sína. Punjabar búgva á fruktagóða slættlendinum í Punjab.
Islamsk lóg sigur, hvussu fólkið skal dýrka Allah og bera seg at í lívinum. Konufólkini skulu ganga í purdah (plagg innan fyri slørið). Hetta hevur við sær, at tá ið konufólk skulu út, mega tey annaðhvørt verða í burqa (hettukjóla) ella í chaddar (slørið), so at mannfólk skulu ikki síggja andlitið á teimum. Siður er eisini, at húsini eru innrættað soleiðis, at uttaru rúmini eru til mannfólk og innaru til konufólkið.