Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Orknoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Orkney
Arcaibh
Flagg Orknoya
(Flagg Orknoya)
Tjóðarslagorð: Ongin
Tjóðsangur: Ongin
Alment málEnskt,skotskt gæliskt
HøvuðsstaðurKirkwall (umsitingarmiðdepil)
DrotningCharles III kongur
Stjórnarleiðari
FullveldiOnki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
990 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans2010
 -tættleiki
 
20 110
20/km²
GjaldoyraBretskt pund GBP
TíðarøkiUTC +0
Økisnavn á alnetinum.uk
Telefonkota+44

Orknoyggjar (skotskt gæliskt:Arcaibh,enskt:the Orkney Islands) eru ein oyggjabólkur millumHetland ogskotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úrCaithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin nevnistMainland (sama orð sumføroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum.

Orkney hevur umleið 20 100 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnumKirkwall. Í ferjubýnumStromness búgva umleið 2000 fólk.

Oyggjarbólkurin hoyrir undir Skotlandi og er harvið ein partur av Stóra Bretlandi.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Longu í 8. øld settu fyrstu norðmenninir búgv her. Í 875 tók norski kongurinHarald Hárfagri oyggjarnar og legði tær undir norskt veldi. Oyggjarnar komu sum frá leið undir norskt vald, og norsk mentan, mál og virksemi gjørdist ráðandi.

Oyggjarnar hava verið undir Skotlandi síðan 1472. Áðrenn hetta hoyrdu tær undir norsku og donsku krúnuni. Tað var norski kongHarald Hárfagri, sum við einum stórum flota hertók Orknoyggjarnar í árinum 875. Tá tann danski-norski kongurin Christian 1. í 1468 skuldi burturgifta dóttur sína Margretu, til tann skotska kongin, hevði hann trupuleikar við heimanfylgjuni. Hann valdi tí at veðseta Orknoyggjarnar til skotska kongin fyri 50.000 gyllin, sum myntfóturin tá æt.

Skara Brae

[rætta |rætta wikitekst]

BygdinSkara Brae varð bygd í yngrusteinøld um 3000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum.

Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjáUNESCO í1999.

Landalæra

[rætta |rætta wikitekst]
Magnuskirkjan er stórfingasta minni frá norska oyggjaveldinum ímiðøldini.

Orknoyggjar eru 67 í tali, og fólk býr í 20 oyggjum.

Føroyar og Orknoyggjar

[rætta |rætta wikitekst]

Tað er vorðið alt meira vanligt, atføroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini.

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Orknoyggjar&oldid=383828"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp