Guvernørurin er síðan januar 2019 Kevin Stitt, sum er limur íCherokee-ættbólkinum. Fyrrverandi guvernørurin,Mary Fallin, var tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Oklahoma. Hon var republikanari; hart í mótifosturtøku, hon vildi ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon var limur íNRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at beraskotvápn.
Í Oklahoma eru tey sera von viðmelduródnir. Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári ímelduódnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Oklahoma ogKansas. Í stórari melduródn kann vindferðin vera 350-400 km um tíman, og tvørmátið kann vera 200 m ella meira. Melduódnin flytur seg einar 25 km um tíman. Slíkur vindur rívur lættiliga bæði hús, bilar og fólk um koll. Ódnin Moore kravdi t.d. 24 mannalív í 2013[1]. Oklahoma var betri fyrireika hesaferð enn í 1999, tá ein líknandi ódn rakti stakríkið, og tók lívið av 55.
Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úrAsia fyri fleiri enn 12 000 árum síðan[2]. Tey eltudjórini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga.
Í1541 komu á fyrsta sinni fólk úrSpania til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjáupprunafólkinum. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í19. øld gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsundindiánarnir[3] í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjáosaga, størstu indiánaættini í Oklahoma[4], er meira enn 5;792φ,80km2 íOsage County.
Staturin, ið fekk navnið Oklahoma, varð í síni tíð avmarkaður ella avbyrgdur frá hinum statunum og fekk navnið Indian Territory í 1834. Hagar vórðu allir indianarar, sum upprunaliga búðu í øllum USA, savnaðir saman. Í hesum skróvturra landi vestan fyri tiltikna hundraðnda longarstig vórðu indianarafólk savnað saman og flutt til Indian Territory, antin tey vóru av preriuni, úr fjøllunum fyri vestan, úr skógunum fyri eystan, úrFlorida ella av mýrilendinum viðMississippi. Filosofiin var tann, at ein indianari var ein indianari, antin hann búði í mýrlendinum íEverglades heilt suðuri í Florida ella í skógarlendinum sunnan fyri teystóru vøtnini, ella hann varsioux,cheyenne ellairokesari. Teir høvdu ongan kjans at matskaffa sær sjálvir. Tað vil siga, tað var bara ein máti at gera tað uppá, og tað var at liva av tí, sum amerikanska stjórnin útvegaði teimum. Her var talan um tað, sum vit nú á døgum í øðrum sambandi rópa veitingarinntøkur. Við hvørt eitur tað blokkstuðul, við hvørt eitur tað heildarveiting. Heilsuviðurskiftini hjá indianaranum vóru so út av lagi vánalig, at t.d. eitt kent fólk sum cheyenne-fólkið endaði við at vera minni enn trý hundrað eftir til samans. Tá ið tað var minst eftir, var talið tvey hundrað og ein og fýrs.
Tað var bannað at selja indianarum í Indian Territory eldvatn,brennivín. Hetta land, indianararnir vóru savnaðir og passiviseraðir í, var rættiliga strálbygt, og tí bar als ikki til at hava eftirlit við hesum loynihandli við brennivíni. Og tað var ikki bara "eldvatn", ið varð selt teimum ólógliga. Alt møguligt annað, sum vanliga var ólógligt, varð selt har, uttan at amerikanska stjórnin hevði møguleika fyri at gera nakað við tað. Indianararnir í Oklahoma vórðu í stórum tali týndir av hungri og sjúku.
Í november 1907 bleiv Territory of Oklahoma 46. staturin í USA og broytti tá navn til State of Oklahoma. Men áðrenn tað royndi umráðið at koma upp íUSA sum tveir ymiskir statir: Oklahoma ogSequoyah, sum í dag er eystari partur av Oklahoma. Hevði Sequoyah havt eydnu við at gerast ein sjálvstøðugur lutstatur, hevði meirlutin av fólkinum har verið úr fimm ymsum indiánaraættbólkum, sum í 1830 vórðu flutt higar úrMississippi. Fyrstu ferð, at talan var um at gera ein stat her, var í 1902, tá umboð fyriCherokee, Choctaw, Creek, Chickasaw og Seminole møttust at umrøða hugskotið um ein indiánara-stat. Staturin fekk navnið Sequoyah eftir Cherokee leiðaranumSequoyah, sum millum annað stóð fyri at geraCherokee-stavraðið. Ættbólkarnir møttust aftur í 1903 og í 1905, tá teir gjørdu eina grundlóg og løgdu umbønina um sín egna stat fyriamerikansku kongressina.
Tað var um reppið, at staturin bleiv veruleiki. Men tríggir politikarar úr eystara parti av USA mæltu forsetanumTheodore Roosevelt frá at taka tveir nýggjar statir úr tá vestara parti upp í USA av ótta fyri, at vestari parturin fór at fáa størri vald og ávirkan enn eystari parturin. Harvið endaðu royndirnar at gera ein stat viðindiánskum meiriluta, men grundlógin hjá statinum Oklahoma er bygd á grundlógina, sum teir fimm ættbólkarnir settu saman til tað, sum skuldi verða staturinSequoyah.
Í 1996 vaks óttin fyri atsóknum frá víðgongdum hernaðarligum høgrabólkum, sum stríðast fyri hvítum yvirræði í Oklahoma. Í 1995 sorlaði ein bilbumba eini samveldishús íOklahoma City í Oklahoma, og 167 børn og vaksin doyðu. HøgravíðgongdiTimothy McVeigh (23. apríl 1968 – 11. juni 2001), ið hevði veriðamerikanskur hermaður, varð seinnidømdur frá lívinum fyri ræðuligu bumbuatsóknina.