Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

New York City

Henda greinin erúrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Henda greinin er ikki tann einasta við heitinum New York.
Hygg atNew York (fleiri týdningar) fyri at finna aðrar greinir við hesum heitinum.
New York City
SkjøldurKort
Skjøldur hjá New York CityKort av New York City
Grunddáta
Land:USA
Stakríki:New York
Vídd:1,214.4 km²
Íbúgvar (2018):8 398 748[1]
fyri km²:10,456/km²
Borgarstjóri:Eric Adams (D) -síðan 2022
Heimasíða:www.NYC.gov

New York City (enskt:The City of New York), ella baraNew York, eisiniNýjorvík, er ein býur í stakríkinumNew York íUSA. Býurin, sum er ein av heimsins størstu býum, hevur umleið 8,4 mió. íbúgvar og verður útjaðarin roknaður uppí, búgva 19 mió. fólk har.

New York City er kendur sumbýurin, ið aldri svevur ellathe Big Apple (tað stóra epli). Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City.Sameindu Tjóðir,ST, hava eisini høvuðssæti har. ST aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í New York.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]
Nieuw Amsterdam í1664.

New York varð fyrst bygdur avhálendingum í1624 á eini oyggj íHudsoná, teir nevndu hann "Nieuw Amsterdam". Í summarið 1639 komJónas Bronck (16001643) til hálendska hjálandið Nieuw Nederland. Hann keypti eitt stórt øki hinumeginHarlem River, har býarparturinBronx liggur í dag. Bronck var tann fyrsti í hjálandinum Nieuw Nederland, sum bygdi hús á norðuramerikanska meginlandinum. Summir halda, at Bronck varføroyingur, ættaður úrTórshavn[2]. Men tey flestu halda nú, at hann er av svenskum uppruna.[3]

Í árinum1664 tókuonglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. Havnarplássið var gott, og eftir at teir í árunum1818-1825 høvdu grivið eina langa skipagryvju millumErievatn ogHudsoná, lá býurin líka væl fyri útflutningi sum innflutningi, so hann vaks skjótt.

Í1904 vóru komnir um ein millión innflytarir tilUSA um árið. Flestu innflytararnir komu fyrst tilEllis Island úti fyri New York, áðrenn teir sluppu at halda fram ferð síni.

Eitt tað fyrsta ferðafólk, sum kemur til New York við skipi, sær, er tann stóra myndin avFrælsisdísini, sumFrakland gavUSA í1886.

Fyrsta, innflytarar fingu eyga á, tá ið teir sjóvegis komu tilUSA, varFrælsisgudinnuna (enskt:Statue of Liberty) við tí lýsandi kyndlinum. Hon er 46 m. høg, hon verður eisini brúkt til vita.

Tá ið amerikanarar bygdu síni tiltiknu háhús, eitt núEmpire State Building í 1929-31, og tríggjar brýr umHarlem River í býnum, varnaðust nakrir arbeiðstakarar av tilvild, at mohawk-indianarar avirokesara-ætt toldu at arbeiða í fleiri hundrað metra hædd, uttan at ørilsi kom á teir. Ofta vóru tað indianarar og fólk úr teimum lægstu sosialu stættunum, ið fingu tann hættisliga kjansin. Byggifyritøkan skuldi brúka lyftarar, ið skuldu standa rættiliga langt uppi yvir Harlem River. Hesir indianarar gjørdu so sítt til, at hesi veldigu bygningsverkini vórðu liðug eftir mettíð. Irokesarar og mohawkar ræðast ikki hæddir og vórðu og verða brúktir sum serlærdir, sera fimir arbeiðarar hjá byggivinnuni.

11. september 2001

[rætta |rætta wikitekst]
Høvuðsgrein:Yvirgangsálopið 9/11
Eyðkenni fyri New York eru høghúsini. Her síggja vit, hvussu tey reisa seg móti himni áManhattanoynni.
Chryslerhúsið stóð liðugt í 1929.

Tann 11. sept. í 2001 var Sambandsríki Amerika rakt av yvirgangsatsókn. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í norðara tornið á Manhattan, men 15 minuttir seinni, áðrenn nakar hevði funnið út av, hvat veruliga fór fram, fleyg eitt annað flogfar inn í hitt tornið. Ein tíma seinni rendi eitt triðja flogfar niður í Pentagon í Washington D.C. Hvørt ár síðan hendingina hevur minningarhald verið hildið í New York á ársdegnum

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]

New York verður vanliga roknaður sum ein av háborgunum hjádemokratunum, bæði til forseta- og kongressval. Núverandi borgarstjórin erEric Adams (síðan 2022).

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]

New York er ein týdningarmikil altjóða býur. Býurin hevur eina ta størstu havn í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningum úrAmerika verður framdur í New York. Í býin er stórt tal av ídnaðarvirkjum, og har verða allar møguligar varur tilverkaðar, ikki minst klædnavarur. Summi húsini, sum teir nevna høghús, eru í nógvum hæddum - tað hægsta,Empire State Building, sum hevur 102 hæddir, er 381 m. Hesi hús verða mest nýtt til skrivstovur, og har yður av fólki í arbeiðstíðini. 60 000 fólk ganga inn og út úrEmpire State Building á hvørjum degi. Ein annar gitin bygningur er húsið hjáSameindu Tjóðunum (ST).

New York hevur eitt fjølbroytt handilslív, sum fevnir um bæði smáar serhandlar og stór vøruhús. Allar tær kendastu merkivørurnar fáast í býnum, og ofta eru tær bíligari enn íEvropa.

Ferðavinna

[rætta |rætta wikitekst]

Sambært ferðavinnustovninum hjáST telist New York City millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. Hinir býirnir ovast á listanum eruParís,London ogSingapor. Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitja amerikanska stórbýin sum í 2012; 52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012, og tað var ein framgongd á tvey prosent samanborið við 2011. Hetta er triðja árið við framgongd í ferðafólkatalinum. Høvuðsparturin av teimum vitjandi vóru amerikanarar – 41 milliónir – og hinar 11 milliónirnar vóru útlendingar. Tey mongu vitjandi løgdu sambært eini meting 36,9 milliardir dollarar eftir seg í New York, har íbúgvaratalið annars er umleið átta milliónir fólk. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg er ikki heilt nøgdur við talið á ferðafólk, og hann vil hava enn størri vøkstur. Málið hjá honum er, at 55 milliónir ferðafólk vitja New York í 2015[4].

Fíggjarvinna

[rætta |rætta wikitekst]
Her er børsurin í New York, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin.

New York City er við munnan áHudsoná, var upprunaliga handilsmiðstøð hjá feldveiðimonnum. Nú er býurin fíggjarhøvuðsstaður íUSA. ÍWall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (City Wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardirdollarar hvønn dag, og stórutelduskíggjarnir siga frá handil og fígging um allan heim. Har eru nógvar skrivstovur, tí New York er fíggjardepilin íAmerika, og nógvar stórfyritøkur halda til har. ÍWall Street eru eisini teir stóru bankarnir.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]

Við munnan áHudsoná á eysturstrondini íUSA er størsti og ein av elstu býum íUSA, New York. Í New York eru nógv sjónleikarhús, søvn og grønar lundir. Ein tann gitnasti vegurin erBroadway áManhattan, har eru tey stóru sjónleikahúsini, og har er lív í bæði á nátt og degi.

Við tað at so nógv av fólkinum býr við útjaðaran, men arbeiðir inni í býnum, er ferðslan øgilig. Tvørtur umHudsoná ogEast River sigla ferjur, undir áunum eru tunlar, sum tokini koyra ígjøgnum, á vegunum gongur fólkið, sum er til gongu, og har koyra bilarnir, har er ferðslan mest at líkna við ein strong, sum altíð er uppi. Summastaðni koyra so aftur tokini í tveimum hæddum uppi yvir høvdinum á teimum, sum á vegnum ganga ella koyra.

Býarpartar

[rætta |rætta wikitekst]

New York City er býttur í fimm býarpartar, sum eruBronx,Manhattan,Staten Island,Brooklyn ogQueens.

Býarkort.,,,,

Bronx er sunnari parturin av meginlandinum millumHudsoná ogEast River.

Bronx

Býarpartarnir Manhattan og Staten Island eru báðir oyggjar. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj, sum er umgyrd av áunumHudson River, East River ogHarlem River. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m.

Býarpartarnir Brooklyn og Queens (Kings County ogQueens County) eru vestari parturin av eini langari oyggj, sum verður kallaðLong Island. Miðparturin og eystari partur av oynni (Nassau County ogSuffolk County) eru ikki partur av New York City.

Húsini í teimum nýggju býarpørtunum eru stásilig, og har eru allir hentleikar, sum hugsast kunnu, men so eru eisini pláss í býnum, har ið fólkið búleikast í ússaligum hølum og livir í vánaligum korum.

Metroin bindur allan býin saman og ger tað sera lætt at ferðast frá einum enda til annan av býnum. Bussar koyra allan dagin og náttina við og eisini er gott toksamband til býir uttanfyri New York.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Fólkið í býnum (8,3 mill, við útjaðarunum 19 mill) er ættað úr ymsum heraldshornum - har er ein býarpartur,Harlem, við svørtum, ein viðkinesum, ein viðtýskarum, ein viðitalum, o.s.fr. Nógvirjødar búgva í New York; umleið 5,435,000 jødar búgva íUSA í 2013[5], harav 1,750,000 búgva í New York[6].

Systurstaðir

[rætta |rætta wikitekst]
1960JapanTokyo,Japan
1980Fólkalýðveldið KinaBeijing,Fólkalýðveldið Kina
1982EgyptalandKeiro,Egyptaland
1982SpaniaMadrid,Spania
1983DominikanalýðveldiðSanto Domingo,Dominikanalýðveldið
1992UngarnBudapest,Ungarn
1992ItaliaRóm,Italia
1993ÍsraelJerúsalem,Ísrael
2001Stóra BretlandLondon,Bretland
2003SuðurafrikaJohannesburg,Suðurafrika
2004BrasilBrasilia,Brasil
2006EysturríkiWien,Eysturríki

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Current Estimates of New York City's Population for July 2018, nyc.gov
  2. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-06-14.https://web.archive.org/web/20100614012050/http://www.heinesen.fo/faroeislandsreview/history.htm.Heintað 2010-03-30. 
  3. A Bronck in the Bronx Gives a Swedish Town a Reason to Cheer, nytimes.com, 20. aug. 2014
  4. http://www.smh.com.au/travel/world-hearts-new-york-record-52-million-tourists-in-2012-20130102-2c4ul.html
  5. http://books.google.ca/books?id=-MChymxEfdsC&pg=PA271&lpg=#v=onepage&q&f=false
  6. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-10-16.https://web.archive.org/web/20081016132750/http://www.adherents.com/largecom/com_judaism.html.Heintað 2013-12-20. 
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=New_York_City&oldid=385139"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp