Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

New Jersey

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
FlaggSkjøldur
Land:Sameindu Statirnir
Alment mál:Einki
Høvuðsstaður:Trenton
Størsti býur:Newark
Innlimað:18. desember1787
Guvernørur:Phil Murphy (D)
Vídd:22608 km²
Íbúgvar (2015):8938175
fyri km²:467/km²
Tíðarzona:UTC -5/-4
Heimasíða:www.nj.gov

Staturin New Jersey (enskt:State of New Jersey) er ein av teimum 50 statunum íSameindu Statunum og er eitt sindur minni í stødd enn Danmark, men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á lutstatinum er nærum 22600 km² (Danmark er 42915 ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA.Høvuðsstaðurin kallastTrenton og størsti býurin erNewark. Í1787 bleiv New Jersey lutstatur íUSA. Í norðri hevur New Jersey mark viðNew York og í vestri viðPennsylvania. Í eystri og suðri liggurAtlantshavið. Eyknevni er Urtagarðstaturin (enskt:Garden State). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mesturbaniseraða stakríkið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd.

Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst fráitaliumonnum, men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eruafroamerikanar,latínoamerikanar ogásiatar; 52 % av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 %[1] av fókinum í New Jersey er ættað úrItalia. Høvuðsmálið erenskt, men nógv fólk duga eisini vælitalskt ellaspanskt.[2] Meginparturin av fólkinum erkatolikkar, og eini 30 % eruprotestantar. Nógvirjødar búgva í New Jersey; umleið 436000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey.[3]

Størstu býir

[rætta |rætta wikitekst]
Býur

Teir 10 størstu býirnir í New Jersey eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[4]

  1. Newark - 282 090
  2. Jersey City - 265 549
  3. Paterson - 145 627
  4. Elizabeth - 128 885
  5. Lakewood Township - 104 157
  6. Edison - 100 693
  7. Woodbridge Township - 100 450
  8. Toms River - 93 717
  9. Hamilton Township - 87 552
  10. Clifton - 85 273

HøvuðsstaðurinTrenton hevði í 2018 bara 83 973 íbúgvar.

Myndasavn

[rætta |rætta wikitekst]
  • George Washington Bridge eitur brúgvin millum New Jersey og miðbýin Manhattan í New York.
    George Washington Bridge eitur brúgvin millum New Jersey og miðbýinManhattan íNew York.
  • Hetta er Port Jersey, sum er beint við Statue of Liberty við Manhattan.
    Hetta er Port Jersey, sum er beint viðStatue of Liberty viðManhattan.
  • New Jersey State House - tinghúsið í høvuðsstaðnum Trenton
    New Jersey State House - tinghúsið í høvuðsstaðnumTrenton
  • Bygningurin hjá guvernørinum í Trenton
    Bygningurin hjá guvernørinum í Trenton
  • Princeton
    Princeton
  • Delaware Water Gap
    Delaware Water Gap

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates:40°3′39.6″N74°29′56.4″W /40.061000°N 74.499000°W /40.061000; -74.499000

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-04-26.https://web.archive.org/web/20150426040835/http://www.niaf.org/culture/statistics/states-with-the-highest-population-of-italian-americans/.Heintað 2015-04-25. 
  2. http://www.mla.org/map_data_results&SRVY_YEAR=2010&geo=state&state_id=34&mode=geographic
  3. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-10-16.https://web.archive.org/web/20081016132750/http://www.adherents.com/largecom/com_judaism.html.Heintað 2015-04-25. 
  4. "Biggest US Cities By Population—New Jersey, biggestuscities.com
    Høvuðsstaðarøki
    Statir
    Hjáland
    Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=New_Jersey&oldid=382603"
    Bólkur:
    Fjaldur bólkur:

    [8]ページ先頭

    ©2009-2026 Movatter.jp