Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Neville Chamberlain

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Arthur Neville Chamberlain (18. mars1869 -9. november1940). Bretskur konservativur politikkari; forsætisráðharri árini 1937-1940.

Chamberlain er ein av mest umstríddu bretsku politikkarum í 20. øld. Hetta kemst serliga av sonevndaappeasement politikkinum ("eftirlætispolitikkinum"), sum hann førdi mótvegisAdolf Hitler frammanundanseinna heimsbardaga.

Chamberlain varð valdur í bretska parlamenti á valinum í 1918. Hann var heilsumálaráðharri 1923-29 og eitt stutt skifti í 1931 og hann var fíggjarmálaráðharri 1923-24 og 1931-37, tá hann tók við sum forsætisráharri, eftir atStanley Baldwin hevði lagt frá sær.

Tað, sum Chamberlain fyrst og fremst verður minstur fyri, erMünchen-avtalan, sum hann gjørdi við Hitler í 1938. Avtalan bar í sær, at Hitler slapp at hertaka fyrstSudeterlandið og seinni altTjekkoslovakia uttan uppílegging.

Chamberlain legði frá sær sum forsætisráðharri 10. mai 1940 eftir atNoreg var fallið, ogWinston Churchill kom í hansara stað. Chamberlain sat í kríggskabinettinum hjá Churchill, meðan hann hevði heilsuna. Chamberlain doyði av krabbameini eitt hálvt ár eftir, at hann hevði lagt frá sær, sum forsætisráðharri.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
    Wikimedia Commons logo
    Wikimedia Commons logo
    Sí miðlasavnið
    Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Neville_Chamberlain&oldid=359299"
    Bólkar:

    [8]ページ先頭

    ©2009-2026 Movatter.jp