Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Neil Armstrong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Armstrong, ið, sum flestum kunnugt, var fyrsti maður ámánanum, andaðist 25. august 2012.

Neil Alden Armstrong (f.5. august1930 – d.25. august2012) og felagi hansaraBuzz Aldrin vóru fyrstu menn ámánanum, tá teir fóru hagar við rúmdarfarinum Apollo 11. Tað hendi tann20. juli1969. Tá hann setti fótin á mánan, segði Armstrong tey kendu orðini "That's one small step for man, one giant leap for mankind". Armstrong og Aldrin vóru í tveir og ein hálvan tíma á mánanum og gjørdu kanningar. Armstrong var eisini flogskipari undirKoreakrígnum, royndarflogskipari, flogverkfrøðingur og professari. Hann hevur eisini fingið eina stjørnu á Walk of Fame íHollywood. Armstrong byrjaði hjáNasa í 1962, og hann gavst tvey ár aftan á mánaferðina. Seinni arbeiddi hann sum professari í verkfrøði.

Amerikanski rúmdarmaðurin, Neil Alden Armstrong, ið var fyrsti frá mannaættinum sum setti fótin á mánan doyði 82 ára gamal 25. august 2012. Hann varð lagdur undir skurð fyri hjartatrupulleikar fyrr í mánaðinum. Hann fylti 82 ár eisini fyrr í sama mánaði.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Neil_Armstrong&oldid=364429"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2026 Movatter.jp