Vindmyllurnar á Mykonos, sæð frá Lítla Venesia, sum er ein býarpartur í høvuðsstaðnum á oynni.Ein gøta í Hora (Mykonos býi).Leyvuterassan áDelos.Apollon ogArtemis sigast at vera fødd á Delos. Øll oyggin er á listanum yvir mentanararv hjá UNESCO.
Mykonos (Grikskt mál: Μύκονος / Mykonos) er ein oyggj íGrikkalandi. Mykonos liggur í oyggjabólkinumKykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) millum oyggjarnarTinos,Syros,Paros ogNaxos. Í 2001 búðu 9,320 á oynni. Um summarið fleirfaldast talið av íbúgvum tó, tá nógv fólk koma frá fastlandinum og frá øðrum londum at arbeiða har hjá ymiskum ferðavinnuveitarum. Oyggin hevur eina vídd á 85,5 km2 og er 341 metrar høg á hægsta punkti. Um vit samanbera við eina føroyska oyggj á nøkulunda somu stødd, so erBorðoy 95 km2 og hægsta fjallið á Borðoy er 772 metrar høgt. Mykonos er ein ferðavinnuoyggj.[1][2][3][4] Har koma umleið 750.000 ferðafólk hvørt summar. Har eru góðar stendur og í Mykonos býi eru nógvar barrir, matstovur, kaffistovur og handlar. Niðri í havnini eru kaffistovur. Nógv ferðamannaskip koma til Mykonos, tey leggja sum oftast ikki at sjálvari oynni, men liggja ankraði upp uttanfyri sjálva havnina. Grikkar sjálvir ferðast eisini til oynna, serliga fólk úr høvuðsstaðnum. Hildið verður, at náttarlívið og stendurnar á Mykonos eru millum tær kendastu íEvropa.[5][6][7][8]
Yvirlit yvir bygdir á Mykonos, fyrst skriva við latínska alfabetinum og síðan á grikskum, fólkatalið stendur eftir bygdanavnið. Longst niðri eru hólmar, sum hoyra til Mykonos, harímillum er lítla oyggin Delos (Δήλος), har 14 fólk búgva. Á Delos eru sera nógv fornminni at finna.
Mykonos ella Chora 6.467 fólk
Ano Mera - Άνω Μερά 1335 (liggur mitt inni í oynni, var høvuðsbýur fyrr)
Agios Ioannis - Άγιος Ιωάννης 265
Agios Stefanos - Άγιος Στέφανος 205
Ftelia
Kalafati - Καλαφάτη 56
Ornos - Ορνός 237
Platys Gialos - Πλατύς Γιαλός 204
Psarrou - Ψαρρού 107
Tourlos - Τούρλος 115
Kluvas - Κλουβάς 180
Plintri - Πλιντρί 29
Faros Armenistis - Φάρος Αρμενιστής 106
Kalafati - η Καλαφάτη 56
Delos (Dilos) - η Δήλος (hólmur / νησίδα) 14
Ktapodia - τα Κταπόδια (hólmur) 0
Tragonisi - το Τραγονήσι (hólmur) 0
Rinia - η Ρήνεια (hólmur) 0
Sfontili - το Σφοντήλι (hólmur) 0
Krommydi - το Κρομμύδι (hólmur) 0
Marmaronisi - το Μαρμαρονήσι (hólmur) 0
Baos - ο Μπάος (á hólminum Agiou Georgiou / Αγίου Γεωργίου) 0
Petros var ein pelikanur, sum búði á oynni Mykonos frá 1958 til hann doyði í ferðsluvannlukku í 1985, tá hann varð yvirkoyrdur av einum bili. Petros kom til oynna, tá ein fiskimaður frá Mykonos fann tann særda pelikanin, tók hann við til oynna og røktaði hann til hann kom fyri seg aftur. Pelikanurin bleiv verandi á oynni líka til hann doyði 27 ár seinni. Hann gjørdist maskotturin hjá Mykonos. Fólk vóru sera hørm um at Petros bleiv yvirkoyrdur, men eftir at hann doyði hevur oyggin fingið ein nýggjan pelikan, sum fekk navið Irini. Tað var Jackie Kennedy-Onassis, sum gav oynni henda pelikanin. Ein djóragarður í Týsklandi hevur eisini givið Mykonos ein pelikan, hesin er uppkallaður eftir tí gamla Petros og eitur eisini Petros. Fyri nøkrum árum síðani hendi tað aftur, at ein fiskimaður fann ein særdan pelikan við strondina á oynni. Hesin bleiv eisini væl passaður og kom fyri seg aftur. Hann fekk síðan navnið Nikolas.[9]