Montgomery er høvuðsstaður íamerikanska stakríkinumAlabama. Býurin liggur umleið 235 kilometrar í ein útsynning avAtlanta.
Montgomery varð grundlagdur í 1819. Í dag er býurin næststørsti býur í Alabama, næst eftirBirmingham. Montgomery hevði í 2018 meiri enn 198.000 íbúgvar og við forstøðum telur hann enntá umleið 374.000 fólk.[1]
Tann1. desember1955 varðRosa Parks handtikin í Montgomery, tí hon hevði noktað at geva sítt sitipláss í bussinum til hvít ferðafólk.Hendingin førdi til boykott hjáafroamerikanarum móti bussunum í býnum. Hetta er samstundis ein týðandi hending í søguni hjáborgararættindarørsluni í USA.