Minetegneserier er ein umfatandi databasa, har endamálið er at skráseta allar teknirøðir, sum eru útgivnar íSkandinavia, við forsíðumynd, innihalddsyvirliti,ISBN, upplýsingum um útgávur og uppløg, upplýsingum um upphavsfólk o.s.fr.Í fyrstuni kundu bertnorskar teknirøðir skrásetast, men várið 2014 varð databasan víðkað til eisini at umfatadanskar ogsvenskar teknirøðir.
Íjanuar2017 vóru umleið 56 000 norskar, 25 000 danskar og 35 000 svenskar teknirøðir skrásettar á Minetegneserier.
ÍDanmark ogSvøríki eru eisiniwikiir um teknirøðir, ávikavistComicWiki ogSeriewikin.