Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Merkantilisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Merkantilisma hevur ta grundfatan, at staturin er høvuðsspælarin í altjóða politikki. Fatanin er, at í altjóða politikki eru ongar spælireglur, og tann sterkasti staturin yvirlivir. Tí er fremsta mál hjá statinum at tryggja sína egnu tilveru. Støðan hjá statinum verður sostatt ein ævigur maktkampur. Fyri at tryggja, at staturin er sterkur, er sostatt av størsta týdningi, atbúskapurin í statinum er sterkur, herundir at útflutningurin er størri enn innflutningurin, soleiðis at staturin hevur eina nettoáogn heldur enn nettoskuld mótvegis umheiminum. Tað fyrsta IPE (International Political Economy) ástøði, vit hoyra um, er tannklassiska merkantilisman. Jacob Viner (1892-1970) sigur, at merkantilisma er: „a doctrine of extensive state regulation of economic activity in the interest of the national economy“.[1] Innan altjóða búskap kann sigast, at merkantilisman viknaði eftir2. heimsbardagaliberalisman mentist av álvara í Evropa ogNorðuramerika. Tá heimsbúskapurin kom í kreppu fyrst í 1970’unum, fekk merkantilisman høvdið fyri seg aftur, tá undir navninumneomerkantilisma.

Merkantilisman var leiðandi ástøði í øldir, men viknaði síðst í átjandu øld, táAdam Smith (1723-1790) fanst harðliga at henni. Hann helt ikki, at tað gagnaði statinum sum heild at nýtaprotektionismu,sosialismu og politiska uppíblanding í vinnuna sum amboð. Merkantilisma reistist tó skjótt aftur eitt sindur broytt undir navninumbúskaparlig nationalisma. „Whereas classical mercantilism focused on gaining wealth and power through unequal foreign trade, economic nationalism focused on the internal development of the national economy".[2] Í ein ávísan mun var hetta ástøði ein reaktión uppáliberalismuna, sum hevði fingið stóra undirtøku millum manna íEvropa. Lond sumUSA ogTýskland óttaðust ta búskaparligu styrkina hjáStórabretlandi og valdu búskaparliga nationalismu sum amboð til at verja seg ímóti tí agressiva liberala politikkinum hjá Stórabretlandi. Forsprákarar fyri hesum politikki vóruAlexander Hamilton (1755-1804), sum var fyrsti fíggjarmálaráðharri í USA, ogFriedrich List (1789-1846), sum var ein týskur-amerikanskur búskaparfrøðingur. Teir vóru ikki ímóti einum fríum marknaði sum so, men meintu, at protektionisma var neyðug fyri at verja støðuna hjá statinum og fyri at stimulera lokalan ídnað. Hamilton argumenteraði fyri at reka ein politikk, sum kundi verja framleiðsluvirkini í landinum.[3]

Eisini List var fyri, at staturin skuldi leggja seg útí búskaparlig viðurskifti og stuðla lokalumídnaði. Hóast hann var atfinningarsamur mótvegisliberalismuni, so góðtók hann logikkin aftanfyri frían handil. Hann meinti tó, at ein fortreyt fyri fríum handli var, at lond vóru á sama menningarstigi. Tí var tað neyðugt hjá londum, sum ikki vóru frammaliga í ídnaðarligari menning, at reka ein protektionistiskan handilspolitik og at stuðla lokalum ídnaði. Hann helt, at ein dag fór at bera til hava fullkomnan fríhandil, men fyri at tað skuldi henda „the less advanced nations must first be raised by artificial measures to that stage of cultivation to the which the English nation has been artificially elevated“.[4] Tí var hann av tí áskoðan, at ávís lond, til dømisTýskland, skuldu hava møguleika til við protektionismu at menna seg til ídnaðarlond. Hann mælti til, at staturin var sera aktivur í stýring av búskaparligari menning, eins og hann stuðlaði útbúgving, teknologiskari menning og ídnaði annars.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Crane, G.T. & Amawi, A. (eds.). 1997.The Theoretical Evolution of International Political Economy – A Reader. Oxford: Oxford University Press.ISBN 9780195094435. Síða 5.
  2. Balaam, D. N. & Veseth, M. 2008.Introduction to International Political Economy, 4th edition. Upper Saddle River, NJ: Pearson Education.ISBN 9780205791385. Síða 24.
  3. Mingst, Karen A. 2008.Essentials of International Relations. London: W.W. Norton & Company.ISBN 9780393921953. Síða 260.
  4. Szporluk, Roman. 1988.Communism and Nationalism: Karl Marx versus Friedrich List. Oxford: Oxford University Press.ISBN 9780195051032. Síða 19.
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Merkantilisma&oldid=386010"
Bólkar:
Fjaldur bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp