Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Mars (gongustjørna)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mars.

Mars (symbol:♂) ergongustjørna næstjørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á Mars eru -63 °C. Fjarstøðan hjá Mars frásólini er 228 milliónir kilometrar. Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar.

Eins ogJørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallastjernoxid. Harav navnið, "Tann Reyða Gongustjørnan". Tyngdarkraftin á Mars er 38% av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá sólini, eins og Jørðin ger.[1]

Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos.

Hagtøl

[rætta |rætta wikitekst]
  • Diametur í mun til Jørðina: 0,53
  • Massi í mun til Jørðina): 0,11
  • Rúmd í mun til Jørðina: 0,15
  • Massafylla í mun til vatn: 3,93.
  • Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 0,38
  • Mánar: 2, teir eitaDeimos ogFobos
  • Miðal-temperaturur: - 63 °C
  • max støddarflokking: - 2,8

Lív á Mars

[rætta |rætta wikitekst]

Í1996 kunngjørdiNASA, at vísindamenn høvdu funnið farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vóru ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin áSuðurkolli í1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað.

Í1997 gjørdiNASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Íjuli settiPathfinder seg á Mars, og bilurinSojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Íseptember fórMars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum.

Í 2015 funnu stjørnufrøðingar leivdir eftir flótandi vatni á flatuni á Mars, og í 2018 funnu granskarir lívrunninmýl, ið kunnu vera leivdir eftir útdeyðum lívi. Umframt hetta, avdúkaðu radaramátingar á einum rúmdarkanningartóli herfyri eina tjúgu kilometra langa undirjørðiska á, 1,5 kilometrar undir syðru ískápuni á Mars. Vatnið í undirjørðisku ánnið er ivaleyst sera salt og flatan á Mars er fyri vandamiklari stráling. Stjørnufrøðingar trúgva tó, at smáverulívfrøðiligt lív møguliga kann finnast her.

 v  k  r Sólskipanin
Sólin ·Merkur ·Venus ·Jørðin (Mánin) ·Mars ·Jupiter ·Saturn ·Uranus ·Neptun ·Pluto
Gongustjørnur ·Dvørgastjørnur ·Mánar:Europa
Sí eisiniStjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. https://illvid.dk/universet/solsystemet/mars/mars-den-roede-planet
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Mars_(gongustjørna)&oldid=378787"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp