Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Marokko

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
المملكة المغربية
Al-Mamlakah al-Maġribiyyah
Kongsríki Marokko
Flagg Marokko
(Flagg Marokko)
Skjaldarmerki Marokko
(Skjaldarmerki Marokko)
Tjóðarslagorð: Allāh, al Waţan, al Malik
(arabiskt: Gud, Land, Kongur)
Tjóðsangur:Hymne Chérifien
Alment málArábiskt
HøvuðsstaðurRabat
Kongur
Forsætisráðharri
Mohammed VI
(ⵎⵓⵃⵎⵎⴷ ⵡⵉⵙⵙ ⵚⴹⵉⵚ, محمد السادس)
LøgmaðurAziz Akhannouch
(ⵄⴰⵣⵉⵣ ⴰⵅⵏⵓⵛ, عزيز أخنوش)
Fullveldi2. mars1956 (fráFraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
446.550 km²
Lítið og einki
Íbúgvar
 - tilsamans2013
 -tættleiki
 
32.950.000
72/km²
GjaldoyraMarokkanskar dirham (MAD)
TíðarøkiUTC +0
Økisnavn á alnetinum.ma
Telefonkota+212

Marokko (arabiskt: المغرب;berbaramál (tamazight): ⵜⴰⴳⵍⴷⵉⵜ ⵏ ⵍⵎⵖⵔⵉⴱ) er íÚtnyrðingsafrika. Landið hevur landamørk tilVestursahara ogAlgeria. Strandarlinjan er tilAtlantshavið fyri vestan ogMiðjarðarhavið fyri norðan.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Berberfólkið var upprunafólkið í Útnyrðingsafrika. Berberfólkið tók viðmuslimskari trúgv, tá ið arábar løgduNorðurafrika undir seg í7. øld. Summi berberfólk vóru flakkfólk, summi vóru bøndur. Í Marokko byrjaði ein bólkur av ógvuliga gudsrøknum berberum heilagt kríggj at umvenda grannatjóðir sínar til gudrøknar muslimar. Teir bygdu sær høvuðsstað íMarrakech, sum gjørdist av størstu býum í Norðurafrika. Langar og breiðar gøtur við sølubúðum, ellabasarum, sum teir nevndu tað, vórðu til íMarrakech, tí at handilsmenn komu hagar við vøru úr øllum almoravitaríkinum. Gøturnar í býnum uddu í handilsmonnum og trælum teirra, gøtuseljarum, tænarum, biddarum og handverkarum. Herovastin hjá berberumAbu Bakr stóð á odda fyri einum heri av viðhaldsmonnum, kallaðiralmoravitar, ið fór suðureftir og gjørdi innrás íGana. Í 1076 tóku teir høvuðsstaðinKumbi.

Systinabarn BakrsYusuf ibn Tasjfin vaks um Almoravitaveldið og legði alt Norðurafrika undir seg og helt síðan leiðina fram tilSpania, har hann vann sigur ákristnum herdeildum, sum hóttu sponsku muslimarnar. Í 1100 var alt tað muslimska Spania lagt afturat Almoravitaríkinum. Almoravitaríkið í Norðurafrika og Suðurspania stóð ikki leingi. Í 1120-árunum kyknaði ein onnurátrúnaðarlig berberrørsla, almohatar, í Marokko. Teir løgdu almoravitarnar íSpania undir at liva í marglæti. Oddamaður teirraIbn Tumart savnaði teir í sterkan her. Við Abd al-Mumin kaliffi á odda tóku teirMarrakech frá almoravitum í 1147, og seinni løgdu teir undir seg Marokko og muslimska partin íSpania. Í 1163 hevði Abd al-Mumin fingið valdið yvir meginpartinum Norðurafrika eystur atLibya. Almohatar ráddu í Spania í eini 60 ár, men í 1212 máttu teir lúta fyri Alfonso 8. í bardagnum viðLas Navas de Tolosa.

Spania hevði síðan16. øld havt tvær støðir á strondini viðMiðjarðarhav. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdistspanskt varðland í1912; eftir tað tókuspaniamenn seg inn íRiffjøll fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu fráberbum, sum búðu íRif. ViðMohammed Abd-el-Krim á odda vunnuberbar á einarispanskari herdeild viðAnual í1921, og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu áfranska varðlandið í Marokko, eydnaðistfronskum ogsponskum herdeildum í felag at vinna á teimum í1925.

Til1956 var Marokkofranskthjáland, og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar dugafranskt.

Marokkanskur tjóðardagur er2. mars, til minnis um loysingina fráFraklandi.

Í1976 hersetti Marokko tveir triðingar avVestursahara, ogMóritania hersetti tann seinasta triðingin. Tá Móritania tók seg aftur í1979, hersetti Marokko altVestursahara. Íspanskaborgarakrígnum hersettiFranco Marokko.

Fólk og mál

[rætta |rætta wikitekst]

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Fólkið er samansett avarabarum ogberbarum.

Mál

[rætta |rætta wikitekst]

Umframt almenna máliðarabiskt duga nógvir marokkanarfranskt, hetta er ein leivd frá hjálandatíðini.
Berbarnir tosa máliðberber, ið ikki líkistarabiskum.

Landalæra

[rætta |rætta wikitekst]
Kort yvir Marokko
  • Jaðari: 2.017 km
  • Landamørk: Algeria 1.559 km
  • Strandarlinja: 1.835 km
  • Hæddarmunir: Lægst: Sebkha Tah -55 m, Hægst:Jebel Toubkal 4.165 m
  • Náttúrutilfeingi:fiskur,salt,jarn,zink

Býir

[rætta |rætta wikitekst]

Av kendum býum kunnu nevnast

Jarðarbýti

[rætta |rætta wikitekst]
  • Dyrkað jørð: 21%
  • Verðandi avgrøðir: 1%
  • Verðandi grasgangir: 47%
  • Skógur og skógarstrekki: 20%
  • Annað: 11% (1993)
  • Dyrkað land: 12.580 km² (1993)

Lógloysi

[rætta |rætta wikitekst]

Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Uelande vórðu mánadagin 17. des. 2018 funnar dripnar í tjaldi teirra í einum væl umtóktum ferðafólkaøki nærhendis bygdiniImlil íAtlasfjøllunum. Gerningsmenninir skulu hava tætt samband viðIS yvirgangsfelagsskapin. Kvinnurnar vóru á vallaraferð um jólini, og vóru farnar til gongu uttan ferðaleiðara. Drápsmenninir filmaðu illgerðina.[1]

Landslutir

[rætta |rætta wikitekst]
Marokkanskir landslutir

16 landslutir eru í Marokko:

  1. Chaouia-Ouardigha
  2. Doukkala-Abda
  3. Fès-Boulemane
  4. Gharb-Chrarda-Béni Hssen
  5. Grand Casablanca
  6. Guelmim-Es Semara
  7. Laâyoune-Boujdour-Sakia El Hamra
  8. Marrakech-Tensift-El Haouz
  9. Meknès-Tafilalet
  10. Oriental
  11. Oued Ed-Dahab-Lagouira
  12. Rabat-Salé-Zemmour-Zaer
  13. Souss-Massa-Draâ
  14. Tadla-Azilal
  15. Tangier-Tétouan
  16. Taza-Al Hoceima-Taounate

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. https://www.theguardian.com/world/2018/dec/21/bodies-of-women-murdered-morocco-flown-home-louisa-vesterager-jespersen-maren-ueland
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Marokko&oldid=378489"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp